hósdagur 22. januar 2015síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 23. januar 2015
sosialurin 9
18
Frits Johannesen
Ja, ikki so fá
lógu innikavað
í
seinasta
kavastormi.
Ja, tað eru
mong ár síðani so nógvur kavi
legðist um landið, so ikki var
koyrandi bygdanna millum.
Ein ávísur hugni kann verða
undir bitunum heima við
hús ein slíkan dag, um ikki
veðrið ger bart og skaðar
knýta knútin, serliga um
mannaskaði skuldi átt dagin
og løtuna.
Ja, tað er nógv vatn
runnið í á, tú hoyrdi, at
allir Vestmenningar lógu
innikavaðir. Útvarpið kom
javnan og segði frá støðuni
kring oyggjarnar. Tað hevði
verið tungt og møðsamt at
grivið hetta við koluskeið
og spaka – ógjørligt! Nú
eru amboðini so snildisliga
gjørd, so tað er lagamanni at
grava við hesum »skeiðum«.
Nú hoyra vit, at bilarnir um
nøkur fá ár ikki fara at tørva
bilførarar. Alt verður talgilt.
Um hetta verður galdandi
fyri gravkýrnar, vita vit
ikki. Kanska tær, sum grava
til Vestmanna, tí har situr
maður, Jonhard Mikkelsen,
og hongur talgildar bøkur út
á snór á alnótini, so tað fer ikki
at skorta at fáa gravkýrnar
upp í hesa digitalisering.
Tað var so sjáldsamt at
hoyra útvarpið greiða frá
gravingini til Vestmanna.
Roynt varð av øllum alvi
at fáa gjørt ein geira, ella
rás ígjøgnum dungakavan
til henda ediliga stað, so
koyrandi varð. Um onkur var
neyðsendur, so mátti sleppast
til Vestmanna ella út um
eingjargarðarnar í hesi bygd.
Vestmenningar hava hugnað
sær, nú høgættin var komin
til hús og hevði lagt seg. Havi
hoyrt onkran fuglfirðing sagt,
at vestmenningar vóru so
heivir – róligir. Teir ríða kanska
ikki sama dag, sum teir saðla,
men fram koma teir. Teir líkj
ast kanska fuglfirðingum eitt
sindur.
Útvarpið bar eisini tey
tíðindi, at næmingarnir á stu
dentaskúlanum í Hoydølum
gjørdu bart í hesi kavaódnini.
Teir mótmæltu, at teimum
var sítt atgongd til orðabøkur
Sprotans, tí ikki var peningur
til tess. Hann komi til mín.
Vestmanna lá innikavað, men
so knappliga bórust tey tíðindi,
at Sprotin hevði gjørt avtalu
við land og kommunur, at ikki
bert studentarnir í Hoydølum
skuldu fáa loyvi at brúka orða
bøkur Sprotans. Allur tann víði
heimur, smbrt. útvarpinum,
fekk atgongd til hesa gullorða
rúgvu..... og lukka, landið og
kommunurnar skuldu rinda
fyri hesa kavarudding!
Har sat Jonhard Mikkelsen
á sínum góðsi við Hornavegin
í Vestmanna innikavaður og
hugnaði sær. Hann og hansara
hirðkonur og hirðmenn fingu
lagt út á netið 13 orðabøkur
til allan tann víða heim... 13
sprotavindeygu... Tað var ikki
koyrandi til Vestmanna henda
dag, men tað hevur ongantíð
verið í okkara málsøgu, at
so stór kavarudding er farin
fram málinum at frama á so
yndisligan hátt og so skjótt.
Vit skulu minnast til, at tað var
ikki koyrandi til Vestmanna,
men trettan orðabøkur úr
Vestmanna vórðu lagdar út
til tann víða heim at brúka
á alnótini... hetta var ein
dýrdarloka, sum fann vegin
út um allar eingjargarðar til
onnur garðalið í hesi verøld..
ein streymur av orðum í
einari kavaguvu. Minnist til,
at Vestmanna lá innikavað
henda dag.
kjak
klumman
Ahmed
gjørdist
bjargingin
Orðabøkur og kavaveður
T
Tá vit fluttu úr Føroyum, tosaði elsti
sonurin bara føroyskt. Hann byrjaði í
svenskum forskúla, og tað gekk strilti.
Hann tosaði lítið og onki, og vildi ikki
spæla vid hini børnini. Vit foreldur vóru órógvað og
komu oftani eftir einum keddum drongi.
Nakrir mánaðir gingu, og onki sá út til at hjálpa.
Lærararnir kallaðu til fundir fyri at fáa hugskot um,
hvussu tey kundu hjálpa uppá støðuna.
Brádliga ein dag sóu vit, hvussu hann og ein
nýfluttur palestinskur drongur - Ahmed - spældu
saman í einum horni fyri seg sjálvar. Eg mundi
ikki trúð mínum egnu eygum, eftirsum eg visti, at
hvørgin teirra mundi skilja serliga nógv tí, hin segði.
Spakuliga gjørdust morgnarnir lættari, og ein
dag vildi sonurin sleppa heim við Ahmed at spæla.
Leikurnar vóru sjálvandi øðrvísi hjá Ahmed og
hansara beiggjum, men sonurin treivst væl og helt
slettis ikki, at tað var nakað løgið, at omma Ahmed
bar niqab*.
Vit foreldur vóru sjálvandi sera glað fyri nýfunna
vinarlagið. Mamma Ahmed var ein skilakona, ið
kempaði hart fyri at fáa familjuna at trívast í nýggja
heimlandinum. Pápin var sjúkur og orkaði ikki tað
stóra.
Saman gjørdust sonurin og Ahmed sterkir. Teir
komu inn í flokkin, og tá nakrir mánaðir vóru gingnir
tosaðu báðir svenskt við floksfelagarnar.
Eftir summarfrítíðina flutti familjan hjá Ahmed
til ein annan bý, har familja teirra búði. "It is
difficult" segði mamman og turkaði eitt tár. Eg græt
eisini, tí eg væntaði tað ringasta. Men sonurin vísti
seg at trívast fínt og fekk skjótt aðrar vinir.
Eg hugsi mangan um Ahmed og vóni, at hann og
familjan hava tað gott. Hann visti tað nokk ikki, men
fyri okkara familju var hann ein bjarging.
Hendan lítla søgan um sonin og Ahmed er nokk
bert ein av túsund um, hvussu jaligt tað kann vera
at fáa eina øðrvísi familju inn í samfelagið. Eg hevði
ynskt, at fleiri børn við útlendskum nøvnum sótu á
teimum føroysku skúlabonkunum. Tí børnini eru
opin, og fyri tey er húðarliturin bara ein litur og onki
annað.
*nicab er tað slagið av burka, har bara eyguni eru
sjónlig
Inna
Törnroos
Ver við í kjakinum!
Send teldupost til post@sosialurin.fo
Meiningar og kjak