hósdagur 22. januar 2015síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 23. januar 2015
sosialurin 9
19
tíðargrein
Tíðargreinin verður skrivað av skiftandi
fólkum, sum ikki dagliga eru knýtt at blaðnum.
Evnini eru ymisk, men viðgera øll okkurt evni,
sum er viðkomandi fyri tíðina júst nú.
Eitt kjak í leysari luft
Arni Zachariassen
gudfrøðingur
Tú ert í einari lítlari bygd í Sýria. Sum tú gongur, sveipaður í hita og dust, kemur ein smádrongur
rennandi yvir til tín. – Orsaka meg, tú mást hjálpa mær! rópar skitni og illa ílætni pilturin
T
ú steðgar á og roynir at
skilja hansara bronglaðu
neyðarróp. Hann er
heimleysur, skilir tú at
enda á lagnum. Yvirgangsmenn
lupu á bygdina eitt sindur síðani og
øll familja hansara er deyð. Hann
hevur einki etið í fleiri dagar og
hevur ongan at venda sær til. Fær
hann ikki hjálp, eru dagar hansara
skjótt taldir.
Ein og hvør rættsiktaður
persónur hevði hjálpt dronginum.
Men í hvønn mun?
Hevði tú givið honum vatn
dunkin, tú hevur uppiá tær? Hevði
tú givið honum skiftiklæðini,
tú goymir í ryggsekkinum?
Skógvarnar, tú ert í? Pengarnar, tú
hevur í mappuni?
Hevði tú tikið hann í bilin og
koyrt hann til nærmasta býin,
har hann kundi fingið læknahjálp
og tak útyvir høvdið á einum
barnaheimi? Hevði tú sett eina fasta
flyting á stovn, so tú tryggjaði tær,
at drongurin fekk nóg mikið til mat,
klæðir og skúlagongd?
Hevði tú ættleitt dreingin og
tikið hann til tín, sum tín egna son?
Flóttafólk til Føroya?
Tá ið løgmaður í nýggjársrøðu
síni mælti til, at Føroyar skuldu
taka ímóti flóttafólki úr heimsins
vandamiklastu hornum, fekk hann
eitt kjak, sum í langa tíð hevur
prutlað undir lokinum, at flóta yvir.
Hóast løgmaður viðgekk, at
avbjóðingin, sum tað, at hýsa
flóttafólki umboðar, er stór
og at »fyrireikingarnar bæði eru
umfatandi og drúgvar«, so var
hansara áheitan næstan bara
moralsk.
Hann legði út við at tosa um
ótryggleika. Hann sipaði til álopið
á skúlan í Peshawar í Pakistan, hin
16. desembur í fjør, sum kravdi lívið
av 145 fólkum, 135 teirra børn og
næmingar. Her síggja vit »óndskap í
verki og ófatiligar ræðuleikar.«
Hvat kunnu føroyingar og
Føroyar gera við hetta?
Vit eiga at lata flóttafólk koma
higar.
Løgmaður argumenteraði, sum
sagt, moralskt fyri hesum.
Hann sipaði í fyrstu atløgu til
náttúrliga menniskjaliga samkenslu
við teimum, sum eru í neyð. Tá ið
vit síggja medmenniskju líða neyð,
kunnu vit ikki lata sum einki. Vit
eiga at hjálpa í tann mun, vit kunnu.
Síðani sipaði løgmaður
til átrúnaðarlig argument.
Hann endurgav kenda brotið
í Matteusarevangelii, kapitull 25,
har Jesus sigur, at tað góða, vit gera
ímóti »einum av hesum smáu«,
ella onkrum, sum líður, gera vit
í veruleikanum ímóti honum.
Hvørt einstakt menniskja hevur
eina skyldu yvirfyri Gudi at hjálpa
teimum, sum líða.
Tvær síður
Nógv hava meldað seg uppí kjakið
um flóttafólk síðani. Bæði ímillum
politikkarar og meira etableraðar
viðmerkjarar, og eisini á sosialu
miðlunum og í viðmerkjarateigum á
portalunum. Summi eru fyri, onnur
ímóti. Báðar síður hava tó fatur
á hvør sínum nøkrum. Og báðar
síður fara skeivar í øðrum.
Síðan, sum er skeptisk yvir
fyri ov nógvari tilflyting og
tilflyting uttan strangt eftirlit,
ger beint at læra frá royndunum
á evropeiska meginlandinum.
Ein ov líkasælur hugburður
viðvíkjandi tilflyting hevur í
mongum førum syndrað sosiala
samanhaldið, sum ein felags
søguligur siðaarvur legði lunnar
undir. Úrslitið er alt frá tilflytarum,
sum í fremmantmæltum
ghettoum nokta at luttaka í
samfelagnum, til terroristar, sum
aktivt hava roynt at gera seg inn á
vesturlendsk samfeløg og virðini,
tey umboða.
Hinvegin hevur hendan síðan
lyndi til at detta niður í gravir av
óreflekterandi fremmandótta og
beinleiðis rasismu.
Síðan, sum stuðlar uppskotinum
hjá løgmanni, er áhugaverd, tí hon
umboðar bæði tey vinstravendu,
meira sekuleru og tey kristnu,
sum í fleiri førum eru borgarlig.
Semja er ímillum báðar bólkarnar,
at næstrarkærleiki eigur at spæla
ein aktivan leiklut í politikki og
at hetta í hesum førinum gevur
seg til kennar í tí, at bjóða flótta
fólki friðskjól í Føroyum. Hetta
er ein grundleggjandi góður
hugburður og tey gera rætt í at vísa
frá sær rasistiska og xenofobiska
hugburðin, sum ofta eyðkennir
ekstrema høgraveingin í Evropa.
Men stuðlandi síðan hevur
ikki víst risastóru og innviklaðu
praktisku avbjóðingunum, sum
flóttafólk umboða, nóg stóran ans.
Og tað er júst tað, kjakið um
flóttafólk manglar: Samband við
jørðina. Tað er eitt kjak í leysari luft.
Vit gera ongum – hvørki okkum
ella eventuellum flóttafólki – nakra
tænastu við reinum súmbol
politikki og moralskum herrópum,
líkamikið hvørjar ítøkiligar
politiskar loysnir spyrjast burturúr.
Tað er av alstórum týdningi, ætla
vit okkum at gera nakað við málið,
at fara til verka við opnum eygum
og klárum sinni.
Tí eingin okkara hevði víst
neyðstadda dreinginum í Sýria
frá okkum. Men tann veruliga
álvarsami spurningurin er, í hvønn
mun vit høvdu viljað veitt honum
hjálp.
Illustratión: Allan Korsager Davidsen
Flóttafólk