Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-22, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. januar 2015síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 23. januar 2015 sosialurin 9 20 1 Eg taki undir við at lóggeva pápunum barsilstíð við skipanini, sum sigur tríggjar mánaðir til mammuna, tríggjar til pápan og tríggjar, har tey sjálvi kunnu gera av, hvør er heima. Eg vildi ynskt, at skipanin æt 4 + 4 + 4, so barnið kundi verið heima í eitt ár, og mamman fekk møgu­leika at vera longri heima, so hon fysiskt kann koma fyri seg og geva bróst. Tað er eisini umráðandi at pápin fær sama møguleika at knýta seg til barnið, tá tað er lítið. Vit hava jú í áravís havt møguleika at býta tíðina ímillum mammu og pápa, men tað vísir seg, at flestu pápar bara eru heima í lóggivnu fjúrtan dagarnar, meðan mammurnar taka restina og ofta meiri afturat. Við broyttu lógini kundi mamman farið aftur til arbeiðis, meðan barnið var heima hjá pápa sínum í staðin fyri at koyra tað á stovn sum halvt ára gamalt. Men lóggeva vit ikki hesa broyt­ ingina, ja, so kemur hon ikki. 2 Sum mótargument verð­ ur ført fram, at fólk ikki ynskja, at landið skal be­ stemma. Men veru­ leikin er jú, at landið longu nú er inni í heim­unum og be­stemm­ar. Nú verð­ur be­stemm­að, at kvinnan fær seks mánaðir og pápin fær upp til fýra vikur. Landið hevur sostatt longu avgerðarrætt sum er, og landið ger av, at mamman skal vera heima, meðan ger­andis­lívið hjá pápanum ikki ávirkast stór­vegis av nýggja barninum. Lógar­broytingin hevði gjørt, at býtið var javnari. At uppala børn er jú ein felags ábyrgd. 3 Kanningar vísa, at í heimum, har pápin hevur tikið ein part av barsilstíðini, er arbeiðsbýtið heima nógv javnari. Har kvinnan hevur tikið alla barsilstíðina, blívur hon við at hava ábyrgdina av húsliga arbeiðnum – eisini eftir at hon er farin aftur til arbeiðis. Kanningar vísa eisini, at tað eru færri hjúnarskilnaðir í familjum, har pápin hevur verið í barsilsfarloyvi – kanska av somu orsøk. 4 Lóggeva vit páparnar heim í tríggjar mánaðir, verður tað í nógv størri mun góðtikið á arbeiðs­ marknaðinum. Nú mugu menn biðja um loyvi, og tað kann vera torført hjá einstaka manninum at krevja sín rætt, tí tað ikki er normurin. Tað er eitt sindur til ampa, um menn vilja hava barsilsfarloyvi, tí sið­bundnu mannfólkaarbeiðs­- økini eru slett ikki gearað til pápabarsil. Men við lógini verður tað krav, og so mugu øll innrætta seg eftir tí. 5 Hetta er alt fest í eina sið­bundna hugsan um, hvussu kyns­leik­lut­ irnir eiga at vera. Men tað ber jú væl til at broyta hugsanina. Tað ber væl til at leggja tað so­ leiðis til rættis, at tað órógvar minst møguligt á arbeiðsplássinum. Um maðurin boðar frá, tá kvinnan er komin tríggjar mánaðir, og hon so tekur fyrstu seks mánaðirnar av barslinum, so hevur arbeiðsplássið eitt heilt ár at fyrireika, at hann verð­ ur burtur í tríggjar mánaðir. Trupul­ leikin er ikki størri enn tað sama. Og so hoyrir man, at menn, sum hava egið virki, ikki kunnu taka barsil, tí teir missa kundar osfr, men hinvegin fáa kvinnur sær egið virki, so tær betri kunnu ráða yvir egnari tíð og hava meiri tíð saman við børnunum. So har hongur ikki alt saman! 6 Nú er ein ávísur mismunur á konu- og mannfólki á arbeiðs­ markn­aðinum, tí arbeiðsgevarin veit, at konufólk í burðarførum aldri møgu­liga fara í barsil. Tað hevði javn­ sett kynini í størri mun, um tað var krav, at menn eisini skulu í barsil í minst tríggjar mánaðir. Tað kann jú ganga útyvir ar­beiðs­ møguleikarnar hjá kvinnum, um tær fáa fleiri børn, og eru upp til eitt ár burturi frá arbeiðsmarknaðinum hvørjaferð. Nú ávirka børnini bara karrieru­ møguleikarnar hjá mammuni, meðan pápin kann halda á, sum um einki var hent. Ein lóggáva hevði javnað tað gjónna, sum nú er millum kynini. Bakgrund... Stór kanning í 2013 vísti, at: Bara fjórði hvør føroyski maður hevði verið í barnsburðarfarloyvi. 63% av føroyingum høvdu tikið av tríggjar mánaða pápafarloyvinum, í fall tað hevði komið í gildi. 22% høvdu ikki tikið av tilboðnum. 15% søgdu seg ikki vita, hvørt tey høvdu tikið av ella ikki. 41% søgdu, at tað ikki bar til orsakað av arbeiðnum hjá pápanum. orðadráttur Siri Sørensen tórshavn Kandidat í sosial­ pedagogikki, Mamma at einum barni Blaðstjóri á Kvinnu Mynd: sigmar mørkøre JA! Siri Sørensen Skulu vit lóggeva pápar heim Spurt var, um ein partur av far­loyvinum eigur at verða markað til páparnar ella um foreldrini sjálvi eiga at meta um, hvør teirra skal vera heima hjá barninum? ...Úrslitið var púra greitt: Javnstøðunevndin hevur latið gera eina Gallupkanning um, hvat føroyingar halda um býtið av barnsburðarfarloyvinum 61% halda, at mamman og pápin sjálvi skulu gera av, hvør skal vera heima hjá barninum. Bert 13% taka undir við eini skipan, har tríggir mánaðir vera latnir mammuni, tríggir mánaðir við lóg verða latnir pápanum, og tríggir mánaðir síðani kunnu býtast frítt millum mammuna og pápan. Í løtuni er skipanin so, at fýra vikur eru markaðar til pápan, men hann hevur tó møguleika at geva mammuni tvær teirra. Lagt til rættis: Eydna Skaale