hósdagur 22. januar 2015síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 23. januar 2015
sosialurin 9
21
1
Vit skulu lurta eftir fólksins rødd.
Og røddirnar, eg hoyri insistera
mest uppá longri barnsburðafarloyvi,
eru kvinnuligar. Mammur hava í
áravís biðið um longri farloyvi, tí tær
halda seg noyðast ov tíðliga út frá tí
lítla.
Tí skulu tær hava møguleikan
at taka farloyvið. Eisini pápar skulu
hava møguleikan – men býtinum
skulu tey sjálvi finna útav. At leingja
barnsburðarfarloyvi skal vera til
mest møguligt gagn fyri barnið, og
tað duga foreldrini betur at meta um
enn løgtingið.
Og tað er eitt sindur niðrandi
at siga »ja, góða, vit skulu leingja
tað, men tú fær tað ikki! Tí tú er so
kensluliga involverað, at tú ikki sært,
at hetta er til títt egna besta!«
2
Eg ynski mær ikki eitt samfelag,
har løgtingið troðkar seg inn í
heimini at lóggeva.
Eg vil ikki hava nakran at gera
av, hvør okkara skal passa børnini,
eins og eingin myndugleiki heldur
skal meta um, hvørt eg havi bjálvað
húsini nóg væl ella um køkurin hevur
hóskandi hædd.
Vit eiga at hava nógv størri virðing
fyri rættinum hjá tí einstaka at taka
avgerðir um egin viðurskifti, tá vit
lóggeva. Tað sýnist viðhvørt, sum
um at summir politikarar hava ein
»ideal-borgara« og eitt »ideal-húski« í
høvdinum og halda seg hava rætt til
at lóggeva okkum til at líkjast hesum
idealunum. Og tað er skítfarligt.
Løgtingið eigur at lata persónligt
frælsi viga sera nógv, tá tað skal meta
um lógir sum hesa.
3
Fleiri skattapengar til longri
barnsburðafarloyvi merkir
tíbetur, at samfelagið unnar børnum
og foreldrum betri kor. Og tað hevði
verið fantastiskt, um familjurnar
kundu lagt sær til rættis, hvussu
farloyvispengarnir skulu brúkast.
Til dømis at annað ella bæði kunnu
arbeiða niðursetta tíð t.d. fyrsta hálva
árið, barnið er á stovni.
Men støðurnar eru ymiskar, og
hvør einasta er sera týðandi, tí tað
jú snýr seg um børnini, og at fáa
barninum so góða byrjan sum gjør
ligt! Tí eigur skipanin at kunna laga
seg eftir familjunum.
4
Tað tykist gamaldags, tá vit nú
aftur hoyra at »arbeiðsgevarin fer
ikki at vilja hava tykkum, um tit skulu
hava hatta langa farloyvið!«. Eg helt,
tann tíðin var farin, og at vit høvdu
eitt samfelag, sum viðurkendi tørv og
ynski hjá kvinnum.
Mamma mín átti meg í august,
og í september sat hon longu aftur
í bankanum. Onkur tók eitt megnar
tak, setti tingini upp á pláss og fekk
farloyvið upp á 6 mánaðir. Tað var
djarvt og nógv rós vert, at onkur segði
»vit leggja onki í, um arbeiðsgevarum
ikki dámar tað – ein mamma og eitt
pinkubarn hava brúk fyri og skulu
hava rætt til eitt hálvt ár saman«
5
Tá eg var stór genta
hugsaði eg, at javn
støða snúði seg um at
prógva, at menn og kvinnur
vóru líka. Eg átti eina ommu,
sum var einastandandi sterk, og
eg kendi ein mann, sum var lítil og
veikur, og sum omma kundi jarðlagt
sum onki. So tí vildi eg ikki hoyra
talan um, at menn vóru sterkari
enn kvinnur! Seinni lærdi eg, at tað
heldur snýr seg um at geva øllum
eins rættindi og so stórt frælsi sum
gjørligt. Og at virða, at fólk hava ymsa
styrki, ymsan tørv og ymisk ynski.
Viðhvørt tengt at kyninum, viðhvørt
ikki. Tí skulu vit ikki gera lógir, sum
áleggja einum ávísum kyni at útføra
eitt ávíst arbeiði eitt ávíst tíðarskeið,
men heldur lata húskið gera av,
hvussu familjulívið gongur upp.
6
Tørvurin hjá einum 6 mánaðar
gomlum barni má eisini telja
við í hesum! Anno 2015 stendur í
bókunum um børn, at børn kunnu
BYRJA at eta fasta føði hálvt árs
gomul – afturat bróstamjólkini,
tey annars liva av. Fyrsta árið
hjá barninum er bróstamjólk
mest týðandi parturin av
føðini. Og lættasti mátin at
uppfylla hendan tørvin er
ivaleyst við at leingja far
loyvið hjá mammuni.
Fakta um barnsburðarfarloyvi:
nei!
Katrin
Petersen
Búsitandi á Sandi
Journalistur, mamma
at trimum børnum
Verkætlanarleiðari
hjá Vakstrarætlanini
Sandoy
Katrin Petersen
Mynd: thomas koba
í barnsburðarfarloyvi? Ja ella nei
Foreldur, ið eru løntakarar,
hava rætt til barsilsfarloyvi í 52
vikur eftir føðing, men barsils
peningurin verður bert útgoldin
í tilsamans 38 vikur innanfyri
fyrstu 38 vikurnar eftir føðing.
Mamma hevur rætt til barsils
pening tær fyrstu 14 vikurnar
eftir føðing og pápin hevur rætt
til 4 vikur eftir føðing. Hartil
hava foreldrini rætt til barsils
pening í 20 vikur, sum tey kunnu
býta sínamillum.
Pápar kunnu tó lata 2 vikur
til mammur soleiðis, at teirra
barsilsfarloyvistíðarskeið kann
vera upp í 36 vikur.
Um talan er um einsamøll
foreldur, hevur viðkomandi rætt
til allar vikurnar.
Foreldur, sum fáa tvíburar ella
fleiri børn undir sama barns
burði, fáa 4 vikur eyka, sum
foreldrini kunnu býta síná
millum. Samlaða barnsburðar
farloyvi er tá 42 vikur.
Fyri foreldur, ið fáa barn, føtt
áðrenn 32. viku í viðgongutíðini,
verður samlaða barnsburðar
farloyvi 46 vikur. Tað er ein
leingjan á 8 vikur, sum foreldrini
kunnu býta sínámillum.
Foreldur, ið eru løntakarar og
ættleiða barn, hava rætt til
barsilsfarloyvi í 56 vikur eftir
móttøku av barninum, men bar
silspeningur verður bert útgoldin
í tilsamans 42 vikur eftir mót
tøku av barninum og 4 vikur
undan móttøku av barninum.
27% søgdu, at mamman dugir
betri at taka sær av barninum.
11% søgdu eg ikki ætla sær fleiri børn.
5% søgdu, at tað ikki er vanligt,
at pápar taka farloyvi.
Hægsta útgjaldið frá barsilsgrunninum
er 25.000 kr um mánaðin...
74% søgdu hetta gjaldið vera passaligt.
13% søgdu tað vera ov lágt.
5% søgdu tað vera ov høgt.