hósdagur 22. januar 2015síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 23. januar 2015
sosialurin 9
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
22
varpar
ljós á
føroyska
útjaðaran
Undir heitinum »Burðardygg økismenning í Arktis« varpar ein bólkur undir
norðurlendska ráðharraráðnum, Nordregio, nú ljós á avbjóðingar og møguleikar
í norðurlendsku útjaðarunum. Eisini í føroyska útjaðaranum. Í Føroyum er
tos um økismenning ikki ókent, og tvær verkstovur, ið eru partur av stóru
norðurlendsku verkætlanini, hava í hesum døgum verið í Føroyum
Dagfinn Olsen
Í
norðurlendskum samstarvi
verða mangar kanningar
gjørdar millum ár í dag, og
Føroyar eru í hesum døgum
partur av eini størri verkætlan, har
kannað verður, hvørjir møguleikar
og hvørjar avbjóðingar, fólk í útjað
aranum sjálvi meta, eru viðkomandi
at varpa ljós á.
Fyri Nordregio er tað Birita í
Dali, ið samskipar tvær verkstovur í
Føroyum. Eini 15 borgarar í lokaløk
inum vera sett saman at geva boð
uppá tað, ið tey meta hevur týdning,
um teirra økið skal menna seg. Tey
skulu meta um avbjóðingar og møgu
leikar innan ymisk øki, t.d. tilfeingi,
demografi, útbúgving, fólkatal og
størv.
Burðardygt
– Tá sagt verður burðardygt, so verð
ur dentur lagdur á at koma inn á og
menna tað, ið fólk í økinum eru við
í, ella hava møguleika at vera við til,
sigur Birita í Dali, sum hesa vikuna
hevur skipað verkstovur í Suður
oynni og í Runavík.
– Verkætlanin skal vera við til at
menna ta vitan, sum er um norður
lendsku arktisku londini og geva íkast
til politiskt kjak. Arbeiðsbólkurin skal
m.a. kanna, hvørji náttúru- og menn
iskjalig viðurskifti kunnu væntast
at ávirka gongdina í Arktis tey
komandi 10, 20 og 30 árini? Hvussu
kann handfaringin av hesum viður
skiftum ávirka liviumstøður og fram
tíðarútlitini fyri økini og hvørji krøv
kunnu hesar avbjóðingar seta økis
politikkinum, sigur Birita í Dali.
Norðurlendsk verkætlan
Eg eri stak væl
nøgd, tí eg siti
eftir við kenslu
av, at her var
onki ‘grenj’, men
heldur jalig fólk,
konstruktivt
kjak, hugflog og
visjónir«
Birita í Dali
Birita í Dali samskipar verk
stovurnar í Føroyum um burðar
dygga økismenning, ið Nordregio,
ein bólkur undir norðurlendska
ráðharraráðnum, skipar fyri.