hósdagur 22. januar 2015síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 23. januar 2015
sosialurin 9
23
– Í heyst vóru verkstovur í Grøn
landi, Noregi og Svøríki, og nú í januar
og í februar verða seks verkstovur
í Finnlandi, Íslandi og í Føroyum,
greiðir Birita í Dali frá.
Føroyar og Arktis
Birita í Dali tekur saman um tað,
ið kemur fram á verkstovunum í
Føroyum. Onnur taka saman um á
verkstovnum í øðrum londum, og
seinni verður alt tilfarið so savnað.
– Føroyar verða roknaðar sum
partur av arktiska økinum. Eg veit
ikki um allir føroyingar geva sær far
um tað? Men Arktis er annað enn
Norðurpólurin, og tá tað kemur til
samstarv og annað, so snýr tað seg
um fiskivinnu, mentan og annað
sigur Birita í Dali, sum metir tað hava
týdning, at Føroyar hava virknan
leiklut í arktiska samstarvinum.
Verkstovan í Suðuroy
Leygardagin 17. januar var
verkstova í Suðuroynni. Nakrir
suðuroyingar, umboðandi
alla oynna, høvdu fingið
áheitan um at taka lut, og
geva sítt íkast til kjakið um
avbjóðingar og møguleikar
í Suðuroynni.
Fólk
hittust
í
Miðnámsskúlanum
í Hovi, so karmarnir
vóru góðir, og tað vísti
seg eisini, at kjakið gekk
væl. Fólk arbeiddu í
bólkum við teimum
kjakevnum, ið løgd
vórðu fyri tey.
– Eg eri stak væl nøgd,
tí eg siti eftir við kenslu
av, at her var onki »grenj«,
men heldur jalig fólk,
konstruktivt kjak, hugflog
og visjónir, heldur Birita í Dali.
Fast samband
og ferðavinna
Nakað av tí, ið nevnt var í kjakinum
í Hovi var hetta:
Undir evninum raðfestingar/av
bjóðingar, kom fram, at ferðasam
bandið við restina av Føroyum ligg
ur frammaliga. Møguleiki má vera
fyri at pendla, og fast samband um
Suðuroyarfjørð var eisini í kjakinum.
Annað var samstarvið í Suður
oynni, ið má mennast, men hetta er
ikki neyðturviliga treytað av komm
unusamanlegging. Og arbeiðsmøgu
leikar mugu vera, eisini til fólk við
útbúgving.
Tá komið varð inn á, hvørjir møgu
leikar eru í Suðuroynni, og hvar
menning kann fara fram, vóru nógv
hugskot frammi, men frammaliga
vóru eitt nú ferðavinnan og fjarlestra
útbúgvingar.
Til myndugleikarnar
Kjakandi bólkarnir skuldu eisini
koma við viðmælum til lands- og
kommunalar myndugleikar.
Til landsmyndugleikarnar kom
millum annað á pappírið, at størv
mugu leggjast kring landið, eins og
almennir stovnar. Um ikki, so má
møguleiki vera hjá fólki uttanfyri
miðstaðarøkið at pendla.
Sum annað ítøkiligt dømi var
nevnt eftirskúlin, sum arbeitt hevur
verið við at fingið til Suðuroynna.
Til kommunualu myndugleik
arnar var eftirskúlin eisini frammi,
men viðmælt varð eisini kommunum
at skapa góðar ella betri umstøður
innan eldraøkið og innan barnaans
ing. Fleiri arbeiðspláss til fólk við út
búgving, hjalp til íverksetan og fólk
við hugskotum. Og yvir eitt longri
áramál: ein kommuna.
Hetta vóru nøkur av høvuðsyvir
skriftunum, ið fólk í lokaløkinum
settu á avbjóðinar og møguleikar í
Suðuroynni. Innan hesi evnið komu
eisini nógv undirevni fram, og verður
tað samskipað og tikið saman um,
fyri síðani at verða lagt afturat í stóru
felags verkætlanini um burðardygga
menning í Arktis.
Eisini á politiskt borð
– Stóra verkætlanin við verkstovum
endar ikki her. Seinni vera fleiri
umfør, og tá verða úrslitini av hes
um fyrstu verkstovunum løgd fram.
Tá luttaka umboð fyri lands- og
kommunalar myndugleikar, sigur
Birita í Dali.
Tá vit prátaðu við hana fyrr í
vikuni, var Birita í Dali í gongd við
at fyrireika verkstovuna, ið skuldu
vera í Runavík. Handan verkstovan
var mikudagin.
dagfinn@sosialurin.fo
Norðpólurin
markið fyri norðurpólin
arktiska markið
russland
alaska
kanada
grønland
ísland
føroyar
skandinavia
Fólk í Suðuroynni á
verkstovu um burðar
dygga økismenning.
»Føroyar verða roknaðar sum partur
av arktiska økinum. Eg veit ikki um
allir føroyingar geva sær far um tað«
Birita í Dali