hósdagur 22. januar 2015síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 23. januar 2015
sosialurin 9
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
24
Danja av Rana
V
it eru í Berlin. Tignarliga
Olympiastadion er full
sett til dystin. Vanliga
leiktíðin er av – dysturin
endaði javnt – men í kvøld skal
ein vinnari vera. Tí eru vit nú í 110.
minutti. Støðan er enn 1-1 og brots
sparkskappingin nærkast í hvørjum.
Liðskiparin. Hetta er síðsti dystur
meistarans. Hann hevur boðað frá,
at hann gevst at spæla eftir HM.
Enn er ein møguleiki fyri, at hann fær
møguleikan at gevast á toppinum.
Hann hevur longu skorað í kvøld. Tá
5 minuttir vóru farnir av dystinum,
setti hann eitt brotsspark í mál til 1-0.
Eins og vit eru von at síggja, stýrir
hann dystinum frá sínum plássi á
miðvøllinum. Nógv munnu tey vera,
ið unna honum sigurin, í hesum
síðsta dysti hansara. Brádliga, í einum
brøkparti av einum sekundi, hevur
hann tveitt alt burtur.
Nú eru vit í Natal í Brasilia. Árið
er 2014. Trætumál hava fylgt evnaríka
suðuramerikanska spælaranum í eina
tíð nú, men evni hansara kann eingin
seta spurnartekin við. Nú spælir
hann á størsta pallinum higartil, øll
eygu eru vend móti honum. Øll vita,
at hann er førur fyri at gera tað mest
ótrúliga, bæði gott og ringt. Brádliga
hevur hann gjørt tað aftur, og øll,
eisini hann sjálvur, vita, at hesaferð
verður leiðin til endurreisn longri enn
nakrantíð áður.
Í Gundadali, eitt kalt kvøld í
januar. Nú skulu lunnirnar leggjast
undir enn einum skoti eftir FM-
heitinum. Friðarligur og spakur uttan
fyri vøllin, á vøllinum leggur hann
ikki fingrarnar ímillum. Sum so ofta
fyrr seinastu árini, setur hann sín
dám á spælið. Eingin ivi skal vera um,
hvør stýrir miðvøllinum í Gundadali
í kvøld. Hann gevur alt, sum altíð,
og taklingarnar eru harðar. Gaman
í, kanska onkur teirra gerst ið so
hørð til tíðir, men tílíkt kann henda,
tá menn spæla fótbólt. Brádliga, nú
dryppar blóð.
Zinedine Zidane, Luis Suárez,
Hans Jørgin Djurhuus. Og nógvir
aðrir. Feskasta dømi er so blóðigi
dysturin í Gundadali, sum bleiv
avblástur, eftir at Hans Jørgin
Djurhuus gav Pouli Ingason ein á
nevið. Flestu munnu vera samd um,
at slíkt hoyrir ikki heima á einum
fótbóltsvølli. Tó so, tíðum hendir, at
spælarar, í dystarins hita, fara út um
mark og taka til harðskap.
Temperament er neyðugt
Jógvan Martin Olsen er hægst út
búni venjari í Føroyum, hevur verið
landsliðsvenjari og venjari hjá NSÍ
og seinast Víkingi. Hann heldur, at í
slíkum førum handla spælarar ósjálv
ráddir.
– Í eini tílíkari dystarstøðu kókar
adrenalinið í kroppinum. Fært tú tá
eina harða takling, ella eitt skump, so
er skjótt at undirvitskan tekur yvir
og tú svarar aftur, uttan at hugsa um
avleiðingarnar, sigur Jógvan Martin
Olsen.
Hann metir tó, at hetta er ein vandi
í øllum ítrótti, av tí, at ítróttarfólki
tørvar ein ávísan neista fyri at avrika
á hægsta stigið.
– Temperament er ein tann besti
og týdningarmesti eginleikin hjá
einum fótbóltsspælara. Sum venjari,
so ynskir tú altíð, at spælarin er
tendraður til ein dyst og á tann hátt
megnar at geva sítt allarbesta. Tað er
tó týdningarmikið, at hann ikki fer
ov langt og so gerst ein mótleikari
í staðin, við at verða vístur av vølli,
sigur Jógvan Martin Olsen.
Jógvan Martin Olsen sigur, at
sum venjari arbeiddi hann nógv við
at hjálpa spælarunum at kenna seg
sjálvar og sítt egna lyndi.
– Avbjóðingin er at vita, nær tú
kemur upp í reyða feltið, og so skapa
tíni egnu amboð fyri at hjálpa tær
at kølna eitt sindur aftur. Í einum
liðítrótti sum fótbólti arbeiða vit
sjálvandi eisini í toymum, har
spælarar skulu hjálpa hvørjum
øðrum, sigur Jógvan Martin Olsen.
– Liðskiparin spælir ein stóran
leiklut í so máta, sum leiðari á
vøllinum. Tað er hansara uppgáva at
halda spælarunum í teymum undir
dystinum, sigur venjarin.
Er ikki løgreglumál
Í flestu tílíkum førum av harðskapi,
er talan um at spælarar øsa hvønn
annan upp, inntil ein teirra fer um
mark.
– Tí er týdningarmikið, at venjarin
hjálpir spælarum at gerast meiri til
vitaðir um sítt egna sinni, og hvussu
teir kunnu megna at stýra tí og nýta
tað á gagnligan hátt, heldur enn at
leypa framm av og oyðileggja fyri
bæði seg sjálvan og liðið, sigur Jógvan
Martin Olsen.
Jógvan Martin Olsen tekur sjálv
andi frástøðu frá slíkum harðskapi á
vøllinum, men skilir tó ikki, at sløg
ini í Gundadali nú skal gerast eitt
løgreglumál.
– Tað er so mangt, ið hendir á
einum fótbóltsvølli, ið fær nógv
álvarsamari avleiðingar enn eina
brotna nøs. Mangt verður gjørt í
dystarins hita, sumt av tí fær tó ikki
líka nógv uppmerksemi, av tí at tað
verður gjørt, meðan bólturin enn er
í spæl, sigur Jógvan Martin Olsen,
og sipar til harðar taklingar, ið elva
til beinbrot, ella tá málmenn verða
sparkaðir í høvdið.
– Sjálvandi taki eg frástøðu frá
harðskapi á vøllinum, men í ávísan
mun má hetta skiljast sum ein partur
av spælinum. Tað eru eisini nógvar
aðrar hendingar, bæði í dysti, men
sanniliga eisini undir venjing, har
spælarar eru farnir til hendurs,
uttan at løgreglan hevur gjørt eitt
mál burtur úr tí, sigur hann at enda.
danjal@sosialurin.fo
Í dystarins
Temperament er ein tann besti og týdningarmesti
eginleikin hjá einum fótbóltsspælara. Sum venjari,
so ynskir tú altíð, at spælarin er tendraður til ein
dyst og á tann hátt megnar at geva sítt allarbesta.
Tað er tó týdningarmikið, at hann ikki fer ov
langt og so gerst ein mótleikari í staðin, við at
verða vístur av vølli, sigur Jógvan Martin Olsen
– Týdningarmikið, at venjarin
hjálpir spælarum at gerast meiri
tilvitaðir um sítt egna sinni, og
hvussu teir kunnu megna at stýra
tí, sigur Jógvan Martin Olsen,
fyrrverandi landsliðsvenjari