hósdagur 22. januar 2015síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 23. januar 2015
sosialurin 9
25
Zinedine Zidane
(Høvuðsmyndin) HM-finalan 2006, millum
Frankaríki og Italia. Vanliga leiktíðin endar 1 – 1,
Zinedine Zidane og Marco Materazzi skorað hvør
sítt mál. Teir báðir stjala eisini yvirskriftirnar í
longdu leiktíðini. Tá tíggju minuttir vóru eftir av
dystinum gjørdist áfast teirra millum. Eftir eitt
hornaspark enda teir í orðadrátti, og tó at Zidane er
á veg burtur, snarar hann sær brádliga á og skallar
Marco Materazzi í bringuna, sum fellur til jarðar.
Zinedine Zidane fekk reytt kort. Italia vann at enda
brotssparkskappingina 5 – 3, men Zinedine Zidane
vann heiðurin sum besti spælarin í HM 2006.
Luis Suárez
Fyrst beit hann ein spælara í Niðurlondum. Síðani
var hann dømdur fyri rasismu móti einum øðrum.
So beit hann aftur, hesuferð í Onglandi. Luis Suárez
var ein tann mest umtalaði spælarin, áðrenn HM í
2014 byrjaði, bæði fyri gott og ónt. Hann hevði júst
havt eitt avbera gott kappingarár fyri Liverpool,
har hann hevði skorað 31 mál og skapt 21 onnur. Nú
skuldi hann vísa seg á størsta pallinum. Og so hendi
tað aftur. Í dystinum móti Italia í bólkaspælinum
setti hann tenninar í økslina á Giorgio Chiellini.
Hesuferð fekk hann leikbann frá øllum fótbólti í
fýra mánaðir.
Andre Bikey
(Myndin til vinstru) Í semifinaluni kappingini um
afrikanska meistaraheitið í 2008 hendi ein heldur
løgin støða. Rigobert Song úr Kamerun lá skaddur
á vøllinum, tá fyrstuhjálparar komu inn at hjálpa
honum. Andre Bikey, eisini úr Kamerun, gjørdist frá
sær sjálvum. Brádliga rann hann yvir og skumpaði
ein av fyrstuhjálparunum um koll. Úrslitið var, at
dómarin vísti honum reyða kortið. Kamerun vann
dystin 1-0 og vann sær pláss í finaluni, tó uttan
Andre Bikey.
Eric Cantona
(Myndin ovast) 25. januar 1995. Manchester
United spælir á útivølli móti Crystal Palace. Eric
Cantona hevur júst fingið reytt kort og er á veg
av vøllinum. Eitt viðhaldsfólk hjá Crystal Palace
rópar nøkur væl vald orð eftir honum, og Eric
Cantona missir tamarhaldið. Hann rennur móti
viðhaldsfólkunum og sparkar eftir hesum eina.
Enska fótbóltssambandið gevur honum leikbann í
seks mánaðir, meðan dómsvaldið dømir hann til 120
tímar samfelagstænastu.
Pépe móti Casquero
Í apríl 2009 spældi Real Madrid móti Getafe. Getafe
legði seg á odda seint í dystinum og leingi sá út til,
at hetta fór at kosta Real Madrid spanska meistara
heitið. Seinast í dystinum kemur Getafe í eitt snar
álop og Francisco Casquero rennur undan Pepe.
Pepe fær tó skumpað hann í ryggin og dómarin
dømir brotsspark. Meðan Fernando Casquero
liggur á vøllinum, sparkar Pepe hann ikki færri enn
tvær ferðir, umframt at hann seinni klípir og roytir
Francisco Casquero, sum liggur niðri. Pepe fær leik
bann í 10 dystir.
Stríðið í Santiago
Í HM í 1962 spældu Italia og Kili í bólkaspælinum.
Enskt sjónvarp kallaði seinni dystin fyri tað býtt
astu, mest skelkandi, andstyggiligu og vanærisligu
sýning av fótbólti, møguliga í søgu spælsins. Eftir
12 minuttir varð Giorgio Ferrini vístur av vølli.
Hann noktaði tó at fara av vøllinum og løgreglan
mátti á vøllin eftir honum. Honorino Landa, ið var
maðurin, sum fekk hann útvístan, royndi at geva
honum nevan í klandrinum, men var ikki útvístur
fyri hetta. Leonel Sánchez úr Kili slóg italska Mario
David, uttan at dómarin legði tað til merkis. Tá
Mario David seinni sparkaði Leonel Sánchez í
høvdið, varð hann vístur av vølli. Leonel Sánchez
breyt eisini nøsina á italska Humberto Maschio,
men varð ikki vístur av vølli. Løgreglan mátti leggja
upp í dystin tríggjar ferðir afturat, áðrenn dómarin
blásti dystin av. Chile vann dystin 2-0.
Rijkaard móti Völler
Aftur ein søga úr
HM, hesuferð í Italia
í 1990. Týskland og
Niðurlond spældu
í øðrum umfari.
Dysturin var harður
frá byrjan. Tá 20
minuttir vóru spældir,
fekk Frank Rijkaard eitt gult kort eftir eitt fríspark
móti Rudi Völler. Í øði síni gjørdi Frank Rijkaard
ikki mætari enn at spýta í krúllurnar á Rudi Völler,
sum eisini fekk gult kort. Frísparkið var sent
høgt inn fyri í brotsteigin, men niðurlendski mál
maðurin fekk fatur á bóltinum. Rudi Völler kom tó
nakað nær málmanninum í tvídystinum, og hetta
fekk øði í Frank Rijkaard aftur. Hann gjørdi ikki
mætari enn at geva týskaranum eina oyrafiku
og traðka á fót hansara. Dómarin valdi at geva
báðum spælarunum reyða kortið. Sum teir gingu
av vøllinum, spýtti Frank Rijkaard enn einaferð í
krúllurnar á Rudi Völler.
hita
Franksi liðskiparin,
Zinedine Zidane, skallar
italska Marco Materazzi
í bringuna, sum fellur til
jarðar, í HM finaluni 2006.