Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-22, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. januar 2015síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 23. januar 2015 sosialurin 9 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 26 Óli Jacobsen Skaðagrindin Minnisvarðin Teir sum doyði í skaðagrindini hava fingið síni nøvn á tveir minnisvarðar, annar í Sandvík og hin í Hvalba. Eisini eru teir mintir í sangum, sum vóru yrktir til høvið 3. partur T að er eingin ivi um, at nógv hava roynt at ugga tey, sum sótu eftir. Prest­urin í Hvalba hevur havt úr at gera. Ein av teimum var trúboðarin Daniel J. Dani­el­sen, Dollin, sum er kendur fyri sína Congo­søgu. Hann skrivaði í brævi til bretska kristna tíð­ ar­rit­ið Echoes of Service tann 19. februar 1915, at hann hevði havt ætlan at vitja í Hvalba. Nú hevði hann hoyrt um vanlukkuna, og hann rokn­aði við at kunna vera hjá teimum raktu inn­an nakrar dagar. Eitt seinni bræv vísti, at hann hevði verið í Hvalba. Hann hevur gjørt sítt til at troysta tey eftirsitandi. Tað er ikki so løgið, at tað var óunniligt í bygd­un­um báðum aftaná hesa vanlukku. Kanska ikki minst í Sandvík, har vanlukkan jú var hend. Niels Mørk í Sandvík segði eina ferð, at vanliga kendist tað næstan sum at fara í kríggj at fara tíðliga á árinum á Suðurlandið, har tað kundi vera sera buldrasligt hesa árs­ tíð­ina. Men hesa ferð gleddi hann seg at koma burt­ur, og tað kendist sum ein stórur lætti, tá ið hann ikki sá Sandvíkina longur. Um heystið kom áheitan til Løgtingið um at lata yvirskotið av grindasøluni fyri skaða til komm­ununa og sýslumannin at býta út til tey eft­ir­sitandi, ið ikki fingu nakra aðra trygging út­goldna. Tá ið alt varð gjørt upp, og útreiðslurnar til skaða goldnar, vóru 1.050 krónur eftir. Hetta var játtað av einum samdum løgtingi. Varsil Eisini eru fleiri frásagnir um, at fólk hava fing­ið varsil frammanundan. Johs. Andr. Næs hev­ur eina frásøgn frá Vilborg Vestergaard, lang­abba­ dóttir Petur í Køkini. Hon segði frá lang­ommu síni, Mariannu, at hon nakrar dagar und­an skaða­grindini hevði sæð allar teir 14 menn­in­ ar, ið doyðu, koma gangandi í fylgi eftir Skør­ un­um. Tá ið so grindaboðini komu úr Sandvík, vildi Marianna ikki lata sonin Petur fara við til Sand­víkar, men tí lurtaði hann ikki eftir. Hann kom ikki aftur. Sjálvur frætti eg um dagarnar um eitt ann­að dømi frá húsvíkingi. Langabbi hansara, Tumm­ as Dam í Húsavík, var kendur fyri at “síggja”. Hann var dagin fyri skaða­grindina burt­ur í haga og hevði fingið sær ein blund, tá ið hann kom aftur. Tá ið hann vakn­aði aftur var nak­að ófrætta­ kent við honum. Fyrst sat hann og tagdi, men so kom tað frá hon­um, at nú fer onk­ur kjølur at venda upp eftir. Hetta hendi longu dagin eft­ir í Sandvík. Minnisvarðin Tað var skjótt, at tankin um ein minnisvarða kom fram. Tann, sum tók stig til at fáa sett ein minn­is­varða yvir teir, sum doyðu í skaða­grind­ ini var Carl Mort­ensen, sum um hetta mund­ið var settur sýslumaður í Suð­uroy fyri Oliver Eff­ersøe. Carl hevði grein í Føroyatíðindi 28.2. 1917. Hon gevur eisini eitt ískoyti til hesa søgu. Hann skriv­aði: Grindedrabet i Sandvig den 13.2. 1915 Den ulykkelige Grind­ fangst i Sandvig, hvor­ ved fjorten raske unge Mænd tilsatte Livet er end­nu i frisk Minde, ikke alene hos de af Ulyk­ken nær­mest be­ rør­te, men ogsaa hos det store fler­tal af Be­folk­ningen paa Su­ derø. Jeg for mit ved­ kom­men­de vil aldrig glem­me den ulykkelige Be­gi­ven­hed, der gjorde et uud­sletteligt Indtryk paa mig, netop ved den Maa­de, hvorpaa jeg mod­tog Un­der­retning om Ulykken. Jeg var straks efter, at der var kom­met Bud om Grinden i Sand­vig, ta­get af­sted derhen til Fods. Paa Kval­bø Fjeld paa­kom der mig en plud­se­lig Uhyg­ge­fø­lel­se, og jeg husker ty­de­ligt, at jeg sag­de til min Føl­ge­mand: “Bare der ikke er sket en Ulykke i Sand­vig .” Uhyg­gefølelsen for­ svandt dog lige saa hur­tigt, den var kommen, og vi fort­sat­te Turen i godt Humør. Det var dejligt Vejr til Lands, men Søen var meget oprørt. Paa Lejrebø mødte vi en lille Dreng paa 8-9 Aar, der kom grædende imod os. Paa mit Spørgs­maal om, hvorfor han græd, svarede han: “Fjorten Mand er druknede i Sandvig”. Jeg stod som lynslaaet, og pludselig kom jeg til at hus­ke paa Uhyggefølelsen paa Kvalbø Fjæld. Jeg spurgte den grædende Dreng, om hans Fa­der var mellem de druknede. “Eg veit ikki”, sva­re­de han. Det var den første Efterretning, jeg fik om Ulykken. Jeg ved, at Mindet om Heltene fra Sandvig ald­rig vil dø i de nærmeste Generationers Tid, men jeg synes, at vi burde rejse dem et Min­des­ mær­ke, saaledes, at deres Navne og deres Ger­ ming kan blive bevaret ogsaa for de kommende Slæg­ter. Dette Mindesmærke behøver ikke at være kostbart eller pralende. Jeg havde tænkt mig, at der paa Sandvigsegg bliver rejst en Var­ de, i hvis ene Side der bliver indmuret en Pla­ de, hvori en Inskription og Heltenes Navne og Hjem­sted bliver indhugget. Jeg opfordrer herved alle, der har interesse for Sagen, at yde et Bidrag – stort eller lille – til Sagens Gennemførelse og anmoder nær­væ­ rende Blads Redaktion om at modtage even­ tu­elle Bidrag og efterhaanden Bekendtgøre en Lis­te over disse. Det ville være af Interesse, at Sa­gen bliver gennemført saa hurtigt, at Min­ des­mærket allerede kan rejses kommende Som­ mer. Tveraa f. 20. Februar 1917 Carl Mortensen Siðsøga Carl Mortensen, sum tók stig til at reisa minn­is­varðan yvir teir, sum doyðu í skaðagrindini Minnisvarðin í Sandvík