hósdagur 22. januar 2015síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 23. januar 2015
sosialurin 9
27
Komandi partur
Í komandi parti verður greitt
frá eini lagnusøgu í sambandi
við Skaðagrindina
Blaðið tók beinanvegin undir við hugskotið um
innsavning og vildi fegið taka móti gávum til
hetta endamálið.
Árið eftir, tann 13. Februar, skrivar Carl aftur
i Føroyatíðindum:
Mindesvarden paa Sandvigsegg
For et Aar siden opfodrede jeg her i bladet inte
resserede til at yde et Bidrag til opførelse af en
Varde til minde om de 14 unge Helte, der satte
Livet til ved den ulykkelige Grindefangst i Sand
vig den 13. Februar 1915.
Opfordringen vandt stor tilslutning ikke
alene i Sandvig og Kvalbø, hvorfra der blev
ydet efter Forholdene betydelige Beløb. Der
indkom ialt 500 Kr. Jeg har derefter anskaffet
den føromtalte Mindestavle, der er forfærdiget
af Stenhugger Peter Arge, Thorshavn. Ved stor
Velvilje af Købmand Niels Peter Joensen, Kval
bø, og ved hjælp af mange unge Fiskere sam
mested, er Mindetavlen blevet transporteret til
Sandvigsegg over et af Suderøens højeste Fjelde.
Tavlen kostede 425 Kr., hvor imod transporten
blev ydet gratis. Selve Varden er det ikke lykke
des at faa opført. De ulykkelige Krigsforhold
har medført, at det er vanskeligt at faa leveret
cement, og dette forhold har bevirket forsinkel
sen med opførelsen af Varden, men jeg haaber,
at det vil lykkes at faa den fuldført i det kom
mende Foraar.
Bidrag til Mindesvarden modtages endnu
med Tak af nærværende Blads Redaktion og
underskrevne.
Tveraa, den 13. Februar 1918.
Carl fekk ikki nakra langa ævi. Hann gjørdist
sýslumaður í Vágum men doyði longu í 1920,
46 ára gamal.
Minnisvarðin
Á Sandvíksegg er útsýnið frítt í allar ættir.
Valla nakra aðra staðni í oyggjunum er land
og hav meira áríniligt ella kvæmt fyri veðri og
vindi. Her reisti sóknin teimum, ið umkomust
í Skaðagrindini minnisvarða.
Steinbjørn B. Jacobsen mintist væl, at fólk
í Sandvík hildu, at minnisvarðin skuldi staðið
undir bakkanum beint við, har tann stóri
skaðin var hendur.
Men Carl Mortensen nevnir einki annað
stað enn Sandvíksegg. Minnisvarðin “sá” nið
ur í lónna, og hann hevði eina hátign yvir sær,
har hann stóð, hátt hevjaður yvir øllum.
Í 1958 var hesin minnisvarði so illa slitin av
vindi og veðri, at tey avvarðandi fluttu hann
av eggini og reistu hann av nýggjum í Sandvík.
Plátan var latin til Grótvirkið í Havn at
fríska upp aftur. Alt arbeiðið við flyting av
minnisvarðanum varð gjørt av sjálvbodnari
arbeiðsmegi.
Jarnrimaverkið um steinin varð gjørt av
smiðjuni hjá Wenzel Petersen í Havn. Hetta
er nú skift út við rimaverk av rustfríum stáli.
Jarðarstykkið til minnisvarðan lat Jógvan
hjá Heina.
Tann sum var drívkraftin fyri hesum arb
eiði í 1958 var Johan Fr. Jacobsen, sum var
systursonur beiggjarnar Jóan Jakku og Elias
Petersen, sum doyðu í grindini. Johan var pápi
Steinbjørn B. Jacobsen.
Minnisvarðin var endurvígdur 18. oktober
1958 sama dag, sum 50 ár ár vóru liðin síðan
kirkjan í Sandvík varð vígd. Á middegi
var minningargudstænasta í kirkjuni, har
Ejvind Vilhelm, tá prestur í Suðuroy, talaði.
Hann vígdi eisini minningarsteinin aftaná
gudstænastuna. Kristian Djurhuus, løgmaður,
var eisini til staðar, og hann helt eina røðu,
sum var “bæði innilig og innihaldsrík. Hann
bar fram frá sær sjálvum tað, sum vit onnur
gingu við djúpt inni í huganum og fingu ikki
fram sum orð”, greiðir Johs. Andr. Næs frá.
Skaði kundi hent aftur
Johs. Andr. Næs greiðir frá, at í fyrstu grind
sum kom á Sandvík eftir skaðagrindina, hetta
var 23. desember 1939, tá var avrátt, at kønir
menn í Sandvík skuldu vera á innastu bátunum
undir drápinum. Heitt varð tí á Hans Paula hjá
Ninnu, hann sum fyrstur hevði sæð grindina í
1915 – um at vera innastur í hesum drápinum.
Men so lúnsk er lógvin, at sjálvt um alt fyrivarni
var tikið, og tað ikki var ódnarveður, so kundi
gingið galið. Tað var tó nakað av vindi og lógvin
breyt. Eitt brot tók bátin, ið Hans Pauli var á,
so at hann skeytst eftir lið hálvfullur av sjógvi
inn á sandin. Báturin holvdist kortini ikki, og
eingin mannskaði var.
Síðan tá eru fáar grindir deyðar í Sandvík.
Tær vóru í 1940, 1941, 1977 og 1984.
Bjargaður av tilvild
Steinbjørn B. Jacobsen, sáli, var ættaður úr
Sandvík. Hann hevur skrivað bókarøðina
Grund, og 3. parturin er bygdarsøga, sum eisini
er kelda til hesa grein.
Steinbjørn hevur sjálvandi alla sína tíð í
Sandvík hoyrt tey gomlu tosa um skaðagrind
ina og hevur hann okkurt ískoyti.
Hann skrivar, at um hetta mundi vóru til
samans 28 tilkomnir menn í Sandvík, meira enn
helvtin var í tjúgunum og fyrst í tríatiárunum.
Steinbjørn greiðir eisini frá dømum um til
vildina, sum kann kosta onkrum lívi og bjarga
øðrum. Eitt dømi var, at tann 15 ára gamli Louis
Berg varð biðin um at fara upp úr bátinum aft
ur, hóast hann var stórur og sterkur, so Jacob
Dánjalson kundi koma í hansara stað. Hann
var átta ár eldri og hevði hvalvákn við sær.
Ein vanlukka av mongum
Hvalbiar sókn varð rakt av fleiri skipavan
lukkum aftaná skaðagrindina. Í 1920 gekk
Helena burtur við 20 monnum. Av teimum
vóru seks úr Hvalba og fýra úr Sandvík. Í
1924 gekk General Gordon burtur. Við vóru 11
hvalbingar. Tískil misti sóknin 35 mans í hesum
vanlukkum eftir níggju ár! Greitt er frá hesum
hendingum í bókini Havið tók Teir.
Minnisvarðin í Hvalba
Brot úr brævi hjá Peter í Køkini.
Kirkjan í Sandvík
Í Sandvík 13. februar 1915
(Lag: Om Dannemarks Kvide, der lød en Sang)
Úr Sandvík ljóðaði grindaboð ein leygardag.
Tað Føroyingi eru tey bestu boð, øll vóru glað.
Allir til gongu til Sandvíkar halda.
Lítið var hugsað um deyðan hin kalda.
Men Harrin man lívinum ráða.
Teir unglingar gingu sær lið um lið, løtt vóru bein.
Gamansorð fullu, ei nøkrum vóru tey til mein:
Við vápnum vit stinga, við knívum vit skera:
veiðuna heim til tey kæru vit bera!
Men Harrin man lívinum ráða.
Tá ið teir komu á Sandvíks egg, meir gleddist teir tá:
grind var á landi, men fjøldin enn á vánni lá.
Allir nú oman á sandin sær skunda.
Tonktu ei tann dag í deyða at blunda.
Men Harrin man lívinum ráða.
Fýra var heila bátatal á vánni lá;
har tørvaði fleir, skuldi meira grind man teinkja at fá.
Bát ripti út neysti, á sjógvin hann renna;
Stimbur og dirvi teir mundi sær kenna.
Men Harrin man lívinum ráða.
Dripin var grindin í tímar tveir við lyst og spæl.
Lítil er sorgin so leingi alt man ganga væl.
Dáttliga tá brutu aldurnar stinnar –
tí Gud teir vildi kalla í høll sína innar:
hann eina man tímanum ráða.
Brimið enn brýtur í Sandvík, sum í Tórgrims tíð.
Tórir og Sigmundur stríddi har sítt síðsta stríð.
Nú doyði unglingar, fimir og djarvir.
Ofta er stokkutur verðsligur starvur
tí Harrin man lívinum ráða.
Fjúrtan vóru teir dreingir og menn her lótu lív.
Foreldur her mistu og brátt gjørdist einkjur tey ungu vív.
Frændur teir syrgja og moyggjar tær tára,
smábarnið rópar á pápan so sára.
Men Harrin man lívinum ráða.
Tó at vit her máttu skiljast at við mikla sorg,
einaferð skulu vit samlast væl í Harrans borg.
Tá verður gleði, sum ei hevur líka!
Best man tó vera hjá Harranum ríka.
Biðið hann sálirnar goyma.
Hesin sangur varð prentaður í suðuroyablaðnum Føroyatíðindi
í 1917. Yrkjarin var Petur í Køkini
Tá hvalbingar á veg í
grind komu á Sandvíksegg
sóu teir Ásmundarstakk
vaða í brimi.