Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-22, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. januar 2015síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 23. januar 2015 sosialurin 9 28 nøvn Sunnudagin 18. januar andaðist Hjørdis Háberg, 98 ára gomul. Við henni er ein megnarkvinna farin. Hon var væl fyri sín seinasta føðingardag 13. november. Men nú var hennara tíð farin, og tað var so náttúruligt sum tað kundi vera. Men saknurin verður stórur hjá mongum. Hjørdis var av góðum bergi brot­ in, og hon hevur sjálv greitt frá kær­ leikssøguni hjá ommuni og abbanum á Nesi: »Omma æt Katrina Sofía og var norðan av Syðradali. Hon var bónda­dóttir og abbi, Jørgen á Nesi, var »bara« vanligur fiskimaður, so for­eldur hennara vildu ikki, at hon skuldi giftast við honum. Hann fór tískil við róðrarbáti eina nátt norður til Viðareiðis, har hon tænti hjá prestinum, og “burturflutti” gentuna. Prestur mundi hava hjálpt henni, hon stóð klár á lendingini við eini kistu, har hon hevði øll síni ting í. Tá avtornaði varð giftarmálið góð­kent, og Jørgen vísti seg at vera ein rættiligur brandur. Tey fingu eitt ótal av eftirkomarum, sum hava gjørt vart við seg í okkara samfelag. Tá ið Hjørdis fylti 90 ár kom út bók hennara Minnisbrot. Her greiddi Hjørdis frá sínum uppruna og sínum ungdómi í Havn. Eisini greiðir Hjørdis frá húsunum og handlunum í Havn, tá hon var ung. Hetta sigur eisini nakað um eitt einastandandi minni. Tað er ein sera stórur fongur at slík minni eru fest á blað, áðrenn tað er ov seint. Hjá tí, sum skrivar hesa reglur, hevur Hjørdis eisini mangan verið sera hent at heita á í søguligum spurn­ingum. Hjørdis giftist í 1941 við Petur Há­ berg. Mamma hansara, Malla, var av Geilaættini í Havn, systkinabarn Kristin í Geil. Petur var «rættur geila­maður« við teimum evnum og stríðs­hugi, sum var eyðkenni fyri geilamenn. Petur var sum teir eisini brennandi tjóðskaparmaður. Hann var eisini ógvuliga virkin í brøðra­ samkomuni. Aftanfyri hann stóð eisini Hjørdis. Eitt heim fyri øll Petur kundi vera nokk so sveimandi. Men við sínum stillføra og vinarliga sinnalagi var Hjørdis tann besta trygdin fyri, at jarðarsambandið kortini ikki varð slept. Heim til teirra kom altíð ein hópur av fólki, sum øll føldu seg eins væl. Tað verður enn tikið til av bygdafólki, sum komu ung til Havnar, hvussu tey høvdu heimið hjá Petur og Hjørdis sum eitt frístað, har tey altíð føldu seg vælkomin. Heimið hjá Hjørdis var ikki minni savn­ingarstað hjá ommu- og lang­ ommu­børnum. Tey kendu als ikki lang­ommuna sum eina gamla konu. Eitt langommubarn spurdi eina­ ferð, hvør var eldri omman ella lang­ omman! Hetta eru eisini royndirnar hjá okkum øðrum. Hjørdis hevur somu evni at samskifta við gomul og ung. Og tað, sum sermerkti hana, var hennara positiva lívssýni, sum merkti, at hon altíð var við tí góða orðinum. Petur var mammubeiggi mín. Vit búðu í Norðragøtu, har umstøðurnar í 1950-unum vóru nógv øðrvísi enn í Havn, eisini fíggjarliga. Tá var tað ein stórhending at fáa føð­ ingar­dags- og jólagávur sendar frá mammubeiggjunum í Havn! Ikki minst var tað stórhending at kunna koma til Havnar at ferðast, tá leiðin eisini gekk inn til Hjørdis og Petur. Blíðskapurin var eisini framúr, og tann vælvild, sum varð víst okkum systkjum, verður ikki gloymd. Petur doyði í 1984. Tá tók Hjørdis yvir sum stjóri á reiðarínum p/f Hval­ nes. Hetta starv røkti hon væl og virði­liga, til hon táttaði í tey 80 árini. Hon er ein av teimum fáu kvinnuligu reið­arunum í Føroyum. Børnini eru Beinta, Eydna, Jógvan Páll, Elma, Pætur og Malan. Ommu­ børn og langommubørn eru eisini mong. Hjørdis var ein miðvís kvinna. Tá ið hon fylti 90 ár gjørdi hon av at halda veitslu á Hafnia. Síðan skuldi hon fara á Ellisheimið í Havn. Har hevur hon tískil verið í átta ár. Her dámdi henni ótrúliga væl, og altíð tók hon til, hvussu gott hon hevði tað á ellisheiminum. Vit eru mong, sum fara at minnast Hjørdis við størstu virðing. ó. Hjørdis var ein megnarkvinna Hjørdis saman við børnunum v.f.: Pætur, Elma, Beinta, Eydna, Malan og Jógvan Páll Diamantbrúðleyp og 80 ára føðingardagur Hósdagin 29. januar hava Hansy og Franklin Michaelsen diamant brúd­ leyp, og 14. februar verður Hansy 80 ár. Dagarnir verða hátíðarhildnir í KFUM & K í Klaksvík, leygardagin 14. februar frá kl. 18 ­ 22. Øll eru hjartaliga vælkomin. Vinarliga sigi frá á tlf. 212557 ella 583317 áðrenn 7. februar. Gullbrúdleyp hjá Fríðhild og Símun Abrahamsen, Fuglafjørđur Fríggjadagin 20. febru ar hava vit, Frí ð hild og Símun, verið gift í 50 ár. Tað hevði glett okk um, um familja, vinir og kenn ingar komu at feira gull brúd­ leyps dagin saman við okk um. Dagurin verð ur hildin í Skóta­ hús inum við Løkin í Runa vik fríggja­ dag in 20. februar kl. 18.00. Um tit ynskja at halda dagin saman við okkum, eru tit vælkomin at melda tykkum til á tlf. 212252 ella 225577 í seinasta lagi fríggjadagin 13. februar. Gullbrúdleyp Fríggjadagin 30. januar hava Marjun & Óla Jåkup V. Jacobsen, Syðrugøtu, gullbrúdleyp, Dagurin verður hildin saman við familjuni. Diamantbrúdleyp 26. januar hava Hanna J. og Hans Marius Nielsen, Saltangará, diamant­ brúdleyp. Dagurin verður hildin 25. saman við familjuni. www.gevidblod.fo Felagið Blóðgevi Blóðbankin á Landssjúkrahúsinum J.C. Svabos gøta 43 100 Tórshavn Telefon: 30 45 22 Teldupostur: bbank@lsh.fo Blóðgevarar í Suðuroy Rannsóknarstovan á Suðuroyar Sjúkrahúsi Sjúkrahúsbrekka 19 800 Tvøroyri Telefon: 34 32 70 Teldupostadressa: lab@ssh.fo Klaksvíkar Blóðdonorlið Rannsóknarstovan á Klaksvíkar Sjúkrahúsi Sniðgøta 1 700 Klaksvík Telefon: 45 45 45 Teldupostadressa: labblod@ks.fo