Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-22, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. januar 2015síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 23. januar 2015 sosialurin 9 29 politikkur Árni Gregersen H óast kanningar vísa,a t færrri og færri før­oy­ ing­ar leggja seg undir solar­ium, so hevur lands­ stýrismaðurin við heilsumálum, Karsten Hansen, Miðflokkurin, lagt fram uppskot um, at tað gerst ólógligt hjá ungum at taka sól frá elektriskum keldur. Øll tilmælir og ávísingar í heilsu­ ætlanum í Føroyum eins og í granna­ londum okkara, mæla frá, at ung fólk leggja seg undir elektriskar sólir. Í Føroyum verður sagt, at solarium helst er orsøkin til ein triðing av øllum krabbameinstilburðum. Tilmæli um betri heilsu hevur 58 ávísingar, ahr eitt av teimum er at sleppa ungum undan at brúka solari­umsól. Tvey sløg av húðkrabba Tað finnast tvey sløg av húð­krabba­ meini. Sólarljós og solarium er vanligasta orsøkin til húð- og móður­ merkjakrabba. Ein kanning vísir, at solari­um­ nýtsla áðrenn 35-ára ald­ur økir um vandan at fáa móður­merkja­krabba­ mein við 75 prosentum. Ein svensk-norsk kanning, sum hevur fylgt fleiri enn 100.000 kvinnum í fleiri ár, vísir, at tær kvinnurnar, sum tóku solarium eina ella fleiri ferðir um mánaðin, tá tær vóru 20- 29 ár, vóru í 2-3 ferðir størri vanda fyri at fáa móðurmerkjakrabbamein, enn kvinnur, sum ongantíð brúktu solariumsól. Alt fleiri hava fingið staðfest húðkrabba seinastu árini frá 1995 til 2013. Í 2013 vóru 52 tilburðir staðfestir og tað er fyrstu ferð, at talið er farið uppum 50 tilburðir. Tað vísir seg, at fleiri verða rakt av húðkrabba enna av móður­merkja­ krabbba, men hagtølini vísa, at hesi seinastu árini haav verið milluð 10 og 16 tilfelli av móðurmerkjakrabba. Vanarnir Staðfestu tølini av húðkrabba­til­ burðum er hækkandi, hóast ein Gallup-kanning klárt vísir, at føroy­ ingar leggja seg minni og minni undir elektriskar sólir. Gallup hevur kannað solarium­ nýtsluna hjá føroyingum í 2007, 2010, 2011 og 2013. Sambært kanningunum eru solariumsól vanarnir hjá fólki broyttir í hesum tíðarskeiði. Kanningarnar vísa, at í tíðar­skeið­ in­um 2007 – 2013 er talið av teimum, sum siga seg taka solariumsól, minkað úr 18 prosentum niður í 10 prosent. Tølini er lækkandi, men kanningin vísir eisini, at tað serliga eru tey ungu, sum taka sól. Nærum ein fjóðringur av øllum ungum millum 15 og 24 ár hava brúnka sær húðina á solarium beinkj­ um hesi árini, kanningin fevnir um. Verður hugt at føroyingum saml­ að, so vísir tað seg, at 27 prosent av kvinnunum tóku sól í 2007, men bert 14 prosent í 2013. Menn taka minni sól. Talið av monnum var 11 prosent í 2007, men í 2013 var tað minkað niður í seks prosent. Kanningin vísir eisini, at eldri fólk gerast, minni brúka tey kunstigu sólirnar. Kvinnurnar eru tó dupult so nógvar í tali, sum mennirnir. Vert er at leggja til merkis, at tey flestu ikki taka sól so oftani. Tey flestu siga, at tað hendir einaferð um mánaðin ella einaferð um hálvárið. Aldursmark Vísindaligar kanningar vísa, at árinið av solarium er størst á ungfólk. Tí verður í lógarupppskotinum frá Karsten Hansen, landsstýrismanni við heilsumálum, mælt til, at eitt aldursmark verður ásett. – Við støði í granskingarúrslitum á økinum, teimum heilsufakligu tilmælunum hesum viðvíkjandi og tilmælinum frá solariumvinnuni um sólvanar verður tað við hesum lógaruppskotið skotið upp, at ikki er loyvt at selja solariumsól til persónar yngri enn 18 ár. – Solariumlógin fer eftir ætlan at hava við sær, at børn og ung ikki byrja at taka solariumsól – ella í øðrum lagi, at aldurin fyri, nærtey byrja at taka solariumsól, verður útsettur, sigur landsstýrismaðurin. 18 ára aldursmark fyri at taka sól er longu ásett í nógvum londum. Í norðurlondum er 18-ára aldursmark í Íslandi, Noreg og Finnlandi. Sama ger seg galdandi í Stóra Bretlandi og Týsklandi. Myndugleikarnir í Føroyum vita ikki, hvussu nógv støð eru sum selja solariumsól. Onki eftirlit er heldur við rørunum, sum verða brúkt til hetta endamál. – Landsstýrismaðurin hevur ta áskoðan, at tað er av alstórum týdningi at seta neyðug tiltøk í verk til tess at fyribyrgja, at fólk fáa slíkar herviligar – og í ávísum førum deyðiligar – sjúkur so sum móður­ merkjakrabbamein. – Av tí, at royndir vísa, at virknasti og harvið eisini skilabesti hátturin at røkka endamálinum um at lækka talið av krabbameinstilburðum, or­ sakað av solariumsól, er við at lóggeva á økinum, sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður við heilsumálum. Uppskotið fær 1.viðgerð í Løg­ tinginum fyrst í komandi mánaða. Solarium verður bannað Uppskot er lagt fyri tingið, sum fer at herða reglurnar í sambandi við solarium – ung undir 18 ár skulu als ikki sleppa at taka sól Ung undir 18 ár Studentaskúlanæmingar útsettu verkfallið S tudentaskúlanæmingarnir í Hoydølum hava avgjørt at útseta verfallið, sum skuldi vera mikudagin, fyribils í 14 dagar – til 5. februar. Eftir ætlanini skuldu teir fara í verkfall 15. januar, um einki svar var komið gjøgnum landsstýrið frá danska skuladirektoratinum upp á spurningin, um próvtøkan í summar kann fara fram á før­oyskum. Mánadagin hevið málbólkur skúlans, har Mads Ingi Jensen er formaður, fund við nýggja lands­ stýris­mannin í skúlamálum, Finnboga Isaksen, har hann mælti til at útseta tíðarfreistina eina tíð. Landsstýrismaðurin segði orsøkina til hetta tilmæli hansara vera, at nýggja landsstýrið ongan fund hevði havt, tí Atli Dam, løg­maður, var burturstaddur. Fyrsti lands­ stýris­fundur verður væntandi um viku­skiftið. Finnbogi Isaksen segði, at hann hevði ikki fingið tey skjøl, sum landsstýrið hevði í spurninginum, og tí kundi hann einki siga beinleiðis. Hann gav tó lyfti um, at hann sum landsstýrismaður vildi skunda undir viðgerðina av málinum, so­ leiðis, at næmingarnir kunnu fáa svar innnan fjúrtan dagar. Tí er spurningurin um at fara í verkfall útsettur í eina tíð fyribils. Mads Ingi Jensen sigur í viðtali við Sosialin, at málbólkurin nak­ að fyri jól hevði fund við Atla Dam, løgmann, og táverandi lands­stýrismannin í skúlamálum, Asbjørn Joensen. Frammanundan hevði landsstýrið fingið skriv frá skúlanum í Hoydølum, har heitt varð á mundugleikarnar um at geva svar, hvørt próvtøkan í summmar kann fara fram á føroyskum. Í fjør fór próvtøkan fram á føroyskum í øllum lærugreinum uttan einari, sum var samfelagsfrøði. Atli Dam og Asbjørn Joensen upp­lýstu tá fyri málbólkinum, at væntandi fingu teir svar upp á spurningin frá direktoratinum sein­ ast í árinum ella fyrst í 1975. – Tað var út frá hesum upp­ lýsingum, at tíðarfreistin varð sett, sigur Mads Ingi Jensen. – Avgjørt varð at áseta freistina til 15. januar. Kom einki svar innan ta tíð, skuldu næmingarnar í verfall í ein dag. Mads Ingi Jensen sigur, at tað er umráðandi, at svar kemur so skjótt sum gjørligt, so arbeiðast kann víðari við spurninginum. – Seinasta ár kom einki svar, fyrr enn próvtøkan varð byrjað. Tað vilja vit helst sleppa undan í ár, sigur hann. Málbólkurin sum arbeiðir við spurninginum var skipaður eftir summarfríðtíðina í fjør. Seinni varð hann góðkendur av Næm­ ingarfelagnum. Í bólkinum sita umframt Mads Inga Jensen: Jógvan Jespersen, Andrass Skaalum, Eyðfinn Finsson og Tummas í Dali. afturhvarv 15. januar 1975: 15. januar í 1975 høvdu studentaskúlanæmingar í Hoydølum boðað frá verkfalli, um teir ikki sluppu til próvtøku á føroyskum Mads Ingi Jensen