Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-22, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. januar 2015síða 30

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 23. januar 2015 sosialurin 9 30 Annika Kunoy Im Í einum filmi á Youtube greiðir par­ið frá, hvussu ferðin kom í lag. – Eg plagdi at síggja Før­oy­ar einsamallar har í Norð­ur­at­lants­hav­ in­um, tá eg var í baðirúminum. – Eg helt tað vera hugtakandi at síggja, og til endans hugsaði eg at hetta landið hevði verið áhugavert at vitjað. Eftir at hava hugt at hesum lítla oyggja­landi í norðuratlantshavinum í nøk­ur ár, leggur parið eina ferð til Før­oya til rættis. Á veg til Føroya steðga tey í Ís­landi, og har koma møta tey Cindy Lou og Whit, sum eru úr Alaska. Eftir at hava tosað eitt sindur saman, vísir tað seg, at Cindy Lou og Whit eisini eru á veg til Føroya at ferðast. Gjáargarður Tað vísir seg eisini, at hesi bæði amerik­onsku pørini skulu gista á Gjá­ar­garði. Ein morgunin sita tey so og hugna sær við morgunmatarborðið við Gjógv. – Á mínum ferðum plagi eg altíð at spyrja ferðafólkini, eg møti, hví tey hava valt at vitja landið vit eru í, greið­ ir Sherman frá. Við borðið í Gjáargarði fellur prát­ið síðani natúrliga á, hví Cindy Lou og Whit eru komin úr Alaska til Føroya. – Eg havi sagt søguna um brúsu­ for­hangið nakrar ferðir, tí tað er ein stutt­lig søga. Men meðan vit sita har, byrja tey brádliga at greiða frá, at tey eru komin til Føroya, tí tey hava funnið landið á einum brúsu­for­hang­ ið. Tað var heilt undrunarvert, greiðir Sher­man frá. Uttan at vit vita tað Stjórin á Gjáargarði, Eirik Suni Dani­el­ sen, hoyrdi sjálvandi søguna, sum hesi bæði amerikonsku pørini, annað úr California og annað úr Alaska, høvdu at siga. At brúsuforhangið hevði ført fýra gest­ir til hansara morgunmatarborð. – Tað er stuttligt at tvey pør, óheft av hvørjum øðrum, finna útav at tey eru her av somu grund, sigur Eirik Suni Danielsen, eigari av Gjáargarði. – Tað er somuleiðis serstakt at tey fara í brúsu hvønn morgun og hava Før­oy­ar í eygnahædd, og at tey síðani koma til ta niðurstøðu, at Føroyar er eitt land, sum tey burdu vitjað, leggur hann afturat. Nakað eftir at Cindy Lou og Whit úr Alaska vóru heim aftur komin úr Før­oy­um, sendu tey eina gávu til Gjá­ar. Eirik Suni og hini á Gjáargarði fingu tá eitt brúsuforhang við einum heims­korti á, sum tey bæði pørini høvdu heima hjá sær sjálvum í USA. – Her er ein fram­ leiðsla to­talt uttanfyri Før­oy­ar, sum markn­ að­ir­førir landið uttan at vit vita av tí, sig­ur Eirik Suni flennandi. Pørini siga, at tey høvdu eina góða ferð í Føroyum, og teimum dámdu væl frísku luftina, friðin og hvíldina. Góði Eirik Kona mín, Cindy Lou, og eg, vóru gestir á Gjáargarði í juli. Meðan vit vóru har, hittu vit tveir aðrar gestir, Sher­man og Evu. Sherman nevndi fyri tær, at hann var áhugaður í Føroyum, orsakað av sínum brúsu­for­hangi. Eg varð eisini vorðin áhug­aður í Føroyum, tí eg havi eitt sama slag brúsuforhang. Sonur mín for­taldi mær nýliga, at hann hevði eis­ini fingið áhuga fyri Tórshavn or­sak­að av sínum brúsuforhangi. Á brúsuforhanginum, vit hava, er eitt heimskort. Á brúsforhanginum hjá Sherman standa Føroyar nevnd­ar. Á forhanginum hjá mær og son­inum stendur høvuðstaðurin, Tórs­havn, nevndur. Tá ið vit vaska okk­um um ryggin, eru Føroyar í eygna­hædd. Hvørja ferð, vit eru und­ir brúsuni, síggja vit Føroyar og hugsa um tær. Tá ið vit googlaðu Føroyar, sóu vit, at tað var eitt óvanliga vakurt land. Tá ið vit fóru til Íslands, fingu mynd­irnar, vit høvdu sæð á inter­net­inum, okkum til eisini at koma til Føroyar. Tað er søgan um, hvussu eitt brúsu­forhang fekk okkum at koma til Føroyar. Sonur mín vil eisini sleppa til Føroyar. Cindy Lou og eg vilja hava tykk­um at fáa tykkum, tykkara egna brúsu­forhang. Tað er ein gáva. Vit vóna at tú skilir, hvussu støða Før­oya á heimskortinum vakti okkara áhuga fyri landi tykkara. Vit hava notið okkara vitjan í Før­oy­um og á Gjáargarði. Vit vilja feg­in koma aftur og fara eisini at mæla øðrum til vitja Føroyar Whit Aillaud, Cindy Louy Aillaud Brúsufor­ hangið fekk tey til Føroya Parið Sherman og Eva úr Kaliforna hava í áravís hava havt eitt brúsuforhang við einum heimskorti á. Einsamallu oyggjarnar í Atlantshavi vaktu áhuga og endin var, at tey komu til Føroya at vitja. Beinleiðis orsøkin var brúsuforhangið.