hósdagur 22. januar 2015síða 31
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 23. januar 2015
sosialurin 9
31
Myndirnar
hava alt at siga
Seinastu fáu árini hevur fokus verið
á Føroyar í nógvum stórum altjóða
miðlum, og av tí sama eisini í smærri
miðlum runt í heiminum. Føroyar
hava fingið avbera góð skoðsmál í
ymisku miðlunum, og dentur hevur
serliga verið lagdur á náttúruna og
mentanina her heima.
– Í løtuni eru vit við á heimsins
listum yvir áhugaverd støð at vitja,
av tí at vit hava havt pressuum
røðu í fimm teimum størstu tíð
indamiðlunum í heiminum. Tað er
týdningarmikil máti at fáa fólk til
Føroyar uppá, sigur hon.
Fyrr vóru ferðafólkini, sum vitj
aðu, miðalaldrandi, men nú sær
ferðavinnan broyting á økinum, og
eftirspurningurin frá yngri fólki er
vaksandi. Tað er serliga matvinnan
og lekru vørurnar, sum gjørdar
verða her heima, sum lokka.
Tó heldur Guðrið Højgaard, at
ferðafólkið sum vitjar Føroyar,
ikki neyðturviliga kann bólkast í
aldursbólkar, men heldur eru tað
áhugamál, sum eru avgerandi, hvørt
Føroyar verða valdar, sum ferðamál.
Hetta eru áhugamál so sum fiskur,
mentanarlig tiltøk, túrar í náttúruni,
marathon, bindifestivalurin, tón
leikafestivalar og annað.
Visit Faroe Islands hevur eisini
nýtt komandi sólarmyrkingina sum
agn, við at varpa ljós á hini tilboðini
sum eru í landinum, tá áhugi er
vístur fyri sólarmyrkingini.
Guðrið Højgaard sigur, at hon
einaferð møtti einum pari úr Argen
tina í Mykinesi. Tey vóru bæði
lærarar á universiteti og høvdu
bert frí í eina viku. Tey høvdu
ætlað sær til Íslands, men komu
so fram á Føroyar, tá tey leitaðu
sær tilfar um Ísland. Tey valdu
so at vitja í Føroyum ístaðin. tey
flugu til Føroyar, steðgaðu í fimm
dagar og flugu síðani heima aftur
til Argentina, greiðir Guðrið Høj
gaard frá.
Tí eru myndir av landinum
av alstórum týdningi fyri ferða
vinnuna í Føroyum, sigur hon.
Flestu ferðafólkini sum koma
at vitja, hava hoyrt um Føroyar frá
vinum og kenningum, í fjølmiðlun
um ella í lýsing.
Guðrið greiðir frá at landsliðið
ger lítið fyri ferðavinnuna, hóast
heimasíðan hjá Visit Faroe Is
lands fær nógv fleiri vitjandi, tá
landsliðið spælir í ymisku lond
unum. Ferðavinnan kendi heldur
ikki vakstur í talinum av vitjandi
ferðafólki, eftir at sjónbandið um
hvalin, sum brast, fekk klikk úr øll
um heiminum. Tá vitja fólk heima
síðuna fyri kunning, og ikki tí tey
hava áhuga í at vitja landið.
– Tann effektin er yvirdrivin og
er ikki serliga stór, sigur hon.
Guðrið Højgaard, leiðari á Visit
Faroe Islands sigur, at orsøkirnar
til, at ferðafólk koma hendan
vegin, eru ymiskar, men myndir
av Føroyum viga sera tungt, tá
fólk velja okkum sum ferðamál
Soleiðis sær brúsuforhangið út