Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-22, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. januar 2015síða 36

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 23. januar 2015 sosialurin 9 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 36 Nýumvæld skrivstovuhøli (100 m2) til leigu í miðbýnum í Havn Góð, ljós og nýumvæld skrivstovuhøli til leigu mitt í Havn. Hølini eru miðhædd í húsum í Tungugøta 4. Hølini eru útgjørd til framkomið skrivstovuvirksemi. Hæddin fevnir um: Dur, stórt skrivstovuøki (6x10m) umframt eitt minni skrivstovuhøli, køk og eitt stórt wc-rúm. Áhugað kunnu venda sær til tel 22 77 21 Aðalfundur felagsins verður leygardagin 21. februar kl. 15 í MBF húsinum Skrá sambært lógum felagsins Parkinsonfelagið TroTabúgv Í trotabúnum Sp/f Carex, hjánavn: Ivy, Mortans­ stovubrekka 3, 100 Tórshavn, skrás.nr. 4730, SKS 3­126/2014, verður hildin skiftifundur hósdagin tann 19. februar 2015 kl. 10:45, í skiftirættunum, C. Pløyensgøta 1, Tórshavn, at royna fráboðaði krøv og møgulig onnur krøv og har búgvið væntandi verður endað eftir konkurslógarinnar § 143, stk. 1, av tí at peningur ikki er út yvir tað, ið fer til rindan av útreiðslum. FØROYA SKIFTIRÆTTUR, tann 19. januar 2015. PROKLAMA Øll, sum hava krøv í búnum eftir Julian Johannes Olsen, Úti á Bø 3, 475 Funningur, føddur tann 31.01.44, deyður tann 24.11.2014, verða við hesum biðin um innan 3 mánaðar frá kunngerð av hesi lýsing at boða frá og skjalprógva krøv síni fyri undirritaða skiftirætti. Tikið er ikki við skuld. Krøv skulu gerast upp pr. deyðsdagin, og sendast Fríðu Patursson, Frúutrøð 4, 100 Tórshavn, vísandi til sks.nr. 364/2014, saman við frumriti av teimum skjølum, sum krøvini eru grunda á. FØROYA SKIFTIRÆTTUR, tann 16. januar 2015. FISKIMÁLARÁÐIÐ STJÓRI TIL BÚNAÐARSTOVUNA Søkt verður eftir stjóra til Búnaðarstovuna. Starvið Uppgávan hjá stjóranum er at hava dagligu leiðsluna og ábyrgdina av Búnaðarstovuni, sum vegna Fiskimálaráðið umsitur málsøkið landbúnaður. Stjórin skal virka fyri, at økið verður væl umsitið og ment. Søkt verður eftir stjóra, sum skal  leiða og samskipa arbeiðið á Búnaðarstovuni  gera meginsetningar og greina raðfestingar fyri stovnin og virkisøkið  evna til ymiskt tilfar, ið Fiskimálaráðið hevur tørv á, eitt nú innan lógar- og kunngerðarsmíð  veita Fiskimálaráðnum ráðgeving í øllum málum innan landbúnaðarøkið  skipa mannagongdir á stovninum, ið tryggja eina góða borgaratænastu innan umsiting, ráðgeving, royndir, kunning o.a. Stjórin skal trygga, at játtanin til stovnin verður nýtt á fullgóðan hátt, og at virksemi stovnsins verður hildið á einum høgum fakligum støði. Førleikakrøv Umsøkjari skal hava útbúgving og arbeiðsroyndir, ið eru viðkomandi fyri starvið. Harumframt er tað ein fyrimunur, um umsøkjari hevur  leiðsluroyndir frá almenna ella privata arbeiðsmarknaðinum  góð leiðslu- og samstarvsevni, umframt mennandi leiðslustíl  vilja og evni at royna nýggjar leiðir  góðan málførleika Setanar- og lønartreytir Starvið er lønt ájavnt 37 lønarflokki sambært sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Tænastumannafelag Landsins, tó uttan at vera tænastumannastarv. Starvsøkið fevnir um Fiskimálaráðið og stovnar undir tí, umframt hini stjórnarráðini. Tænastustaðurin er Búnaðarstovan. Starvið verður lýst til setanar frá 1. apríl 2015 ella skjótast eftir henda dag. Umsókn Umsókn við prógvum, c.v. o.ø. skal sendast til: Fiskimálaráðið Yviri við Strond 15 Postboks 347 110 Tórshavn Ella fisk@fisk.fo Umsóknin skal vera Fiskimálaráðnum í hendi í seinasta lagi mánadagin 16. februar 2015. Umsøkjarar, sum ynskja fleiri upplýsingar, kunnu ringja til Rógva Reinert, aðalstjóra, á telefon 553211. Búnaðarstovan húsast frammi í Dali í Kollafirði. Í dag starvast 9 fólk á stovninum. Samlað fígging til rakstur er umleið 6,5 mió. kr. árliga. Uppgávur stovnsins eru millum annað eftirlit við festum, ymisk umsiting í samband við festi og umsiting av stuðulsjáttanum. Stovnurin stendur fyri gransking, royndum og kanningum, sum hava til endamáls at menna landbúnaðarøkið. Sí heimasíðu stovnsins: www.bst.fo Próvbóka- samskipari J. C. Svabos gøta 14 • Postrúm 272 110 Tórshavn • www.setur.fo Starv sum próvbókasamskipari á Set urs skriv- stov uni á Fróðskaparsetri Før oya verður her- við lýst leyst at søkja. Talan er um fulltíðarstarv. Starvið verður sett skjótast til ber. Starvsøki Umframt at vera próvbókasamskipari fevnir arb eið ið um vanligt skriv stovu arbeiði. Nógv sam skifti er við lesandi, undirvísarar, gransk- ar ar og onnur í fyrisiting Setursins. Starvslýsing Sæst á www.setur.fo Freist Umsóknarfreistin er hósdagin 5. februar 2015. Umsóknir skulu sendast til umsokn@setur.fo Nærri upplýsingar Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Hugin Skaalum, fíggj arleiðara, hugins@setur.fo, tlf. 292507. Upplýsingar um Fróð skapar set ur Føroya eru at finna á www. setur.fo