hósdagur 22. januar 2015síða 37
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 23. januar 2015
sosialurin 9
37
Íslendskur
lestrarstuðul
Íslendska Mentamálaráðið bjóðar føroyingum at søkja stuðul (130.000 ísl.
kr. um mánaðin í 8 mánaðir) til lestur í íslendskum máli og bókmentum á
Háskóla Íslands lestrarárið 2015/2016.
Upphæddin røkkur til vistarhald. Studentunum verður útvegað innivist á
studentagarði, og húsaleigan verður goldin av studninginum.
Námið byrjar 1. september 2015 og endar 30. apríl 2016.
Studningshavar í verandi skúlaári kunnu søkja um framhaldsstudning fyri
næsta skúlaár innan 1. februar 2015
Umsóknarfreistin er 1. februar 2015.
Umsóknarblað og meira kunning fæst á www.setur.fo ella við at venda
sær til Setursskrivstovuna á tlf 352500.
Umsóknir skulu sendast til:
Stofnun Árna Magnússonar í íslendskum fræðum,
Stofu Sigurðar Nordals,
Posthólf 1220,
IS-121 Ísland
Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin
Fróðskaparsetur Føroya er eitt universitet, har gransking og undirvísing eru kjarnin í virkseminum.
Endamálið hjá Fróðskaparsetri Føroya er sambært løgtingslóg at inna gransking, geva frálæru á hægsta
stigi og breiða út kunnleika um vísindalig úrslit og háttaløg.
J. C. Svabos gøta 14 • Postrúm 2724 • 110 Tórshavn • www.setur.fo
Hoyvíksvegur 53 · FO-100 Tórshavn
Tórshavn 351220 · lm@lm.fo · www.lm.fo
LM Electric er Føroya størsti el-
innleggjari. Tú kemur at arbeiða í
eini fyritøku við nógvum ymiskum
uppgávum. Hetta gevur tær eina
fjølbroytta og áhugaverda útbúgving
sum elektrikari. Vit hava umleið 40
fólk í starvi, og uppgávurnar eru bæði
mennandi og sera fjølbroyttar.
Hjá LM Electric er góðska og
dygdargott handverk altíð ein
sjálvfylgja. Sum lærlingur lærir tú
týdningin av hesum, og tú fært góðan
stuðul frá leiðslu og nógvum royndum
starvsfeløgum.
Vit vænta
At tú hevur áhuga fyri økinum og ert
hugagóður til hetta arbeiði. Hevur
tú praktiskar royndir frá handaligum
arbeiði, er tað ein fyrimunur. Annars
vænta vit at tú:
• Ert álítandi og tekur ábyrgd av
tínum arbeiði.
• Hevur góð samstarvsevnir.
• Ert arbeiðssamur, røkin og
fyrikomandi.
Vit bjóða
Vit kunnu bjóða eitt áhugavert
arbeiðspláss í alsamari menning, og
sum saman við undirvísing á Tekniska
skúla gevur ein haldgóða útbúgving.
Vit hava eitt gott arbeiðsumhvørvi,
har tú fært møguleika fyri at seta títt
persónliga merki á arbeiðið.
Meiri fæst at vita
um starvið við at venda sær til
Hjalgrím á Heygum (hjalgrim@lm.fo) á
telefon 35 12 20.
Umsókn
saman við avritum av próvskjølum
og upplýsingum um arbeiðsroyndir,
útbúgving v.m. skulu vera Pf. LM
Electric, postboks 3100, 110 Tórshavn,
í hendi í seinasta lagi 9. februar 2015.
Elektrikaralærlingar
Søkt verður eftir lærlingum at byrja skjótast gjørligt