Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-22, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. januar 2015síða 38

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 23. januar 2015 sosialurin 9 38 Mikukvøldið spældu HB og Víkingur venjingardyst í Gundadali. Aftaná 25 minuttir fer Hans Jørgen Djurhuus í eina takling við Poul Ingason ítróttur Tróndur Arge H ans Jørgen fær gult kort, meðan Poul í øðini skumpar ella slær Hans Jørgen, ið svarar aftur við at sláa eftir HB spælarum, sum aftur sparka eftir Hans Jørgen. Slagið hjá Hans Jørgen rakar Poul Ingason á nøsina, sum seinni verður staðfest at vera brotin. Venjingardysturin verður av­ blástur av Ransini N. Djurhuus, sum er dómari. Løgreglan hevur av ein­ting­um tikið mál upp, meðan Fót­bólts­sambandið ikki hevur tikið støðu til, um nakað verður gjørt við málið, tí talan er um venjingardyst. HB og Víkingur hava tikið frá­ støðu frá hendingin, sum hevur fing­ ið nógva umtalu í fjølmiðlunum. trondur@sosialurin.fo umberingin Sigfríður Clementsen, Venjari hjá Víkingi – Vit taka fulla frástøðu frá, at ein spælari hjá okkum slær ein mót­støðu­mann, men at hin nú skal spæla ósekur, er bara ovboðið. Okkara spælari var ikki tann fyrsti at sláa, og har vóru bæði sløg og spørk frá mót­spælaranum, so hann skal ikki látast einki at hava gjørt, sum hann nú ger. At so myndir koma út av eini brotnari nøs, fær hetta bara at fara púrasta í sjálvsving. Hans Jørgen sá heldur ikki ov penur út, men fyri tað fara vit ikki at senda myndir út um allar geilar av tí. Hetta er bara ov langt úti. Ransin N. Djurhuus, Dómari í dystinum – Tá Poul eftir seinnu taklingina reist­ist aftur, tók hann og skumpaði Hans Jørgen, sum síðani smekkaði til og gav hinum ein frammaná, Hetta førdi so við sær, at Poul stakk upp at bløða og fólk máttu koma inn at hyggja at honum, og tá gjørdi eg bara skjótt av og blásti dystin av. Eg havi dømt í 16 ár, men ongantíð upplivað slíkt, og so­vorðið ætli eg mær ikki at standa modell til. So eg floytaði bara av. Eg havi góðtikið umberingina Poul Ingason hevur fingið eina umbering frá Hans Jørgen Djurhuus, ið hann hevur góðtikið. – Hatta er tað, sum kann henda í fótbólti. Eg havi góðtikið umberingina og vit eru komnir víðari frá hendingini, sigur Poul Ingason. Poul Ingason er sjúkrameldaður í eina viku við brotnari nøs. Hann hevur fingið eina umbering frá Hans Jørgen Djurhuus, sum tvøramaðurin hevur góðtikið. Teir eru ikki heilt á einum máli um júst hvussu tingini fóru fram, men teir eru báðir samdir um at koma víðari. – Eg havi tosað við Hans Jørgen og fingið eina um­ bering. Hana havi eg góðtikið. Hetta er tað, sum kann henda í einum fótbóltsdysti, sigur HB spælarin, Poul Ingason, sum í løtuni er sjúkrameldaður. Ósemjan teirra millum tykist vera, um Poul skumpaði Hans Jørgen, ella talan var um slag frá unga tvøramanninum, áðrenn Hans Jørgen sló aftur. – Eg vil kalla tað eitt skump. Eg fekk eina takling og bleiv óður, og skumpaði Hans Jørgen í bringuna, sigur Poul Ingason, sum viðgongur, at hann í løtuni aftaná slagið sparkaði út eftir Hans Jørgen, men veit ikki um hann rakti hann, tí fleiri spæl­arar komu í millum. Tað gjørdist Poul bein­an­vegin greitt, at h a n n h e l s t hevði brot­ið nøs­ina. – Eg fór at bløða alt fyri eitt í nøsini og í munninum. Eg er fyribils sjúkrameldaður í eina viku, og læknin segði, at eg ikki skal spæla fótbólt í tvær vikur fyribils, greiðir Poul Ingason frá. Poul skal í dag til læknan. Tá verður stað­fest um nakað annað brot er í andlitinum. 19 ára gamli framherjin er nú komin yvir hendingina. – Eg eri komin yvir hendingina og eri ikki óður meir. Tað er kanska gjørt í so nógv burtur úr hendingini, men nú er tað yvirstaðið, sigur Poul Ingason og leggur at enda afturat; – Eg havi góðtikið umberingina og geri ikki meira við málið. Fyri mítt viðkomandi er hetta nú farið, sigur Poul Ingason. trondur@sosialurin.fo Poul Ingason, staddur í Suðuroy, góðtekur umberingina frá Hans Jørgen Djurhuus Mynd: Áki Bertholdsen