hósdagur 22. januar 2015síða 39
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 23. januar 2015
sosialurin 9
39
góðtikin
Heðin Askham, venjari hjá HB
– Eg havi ikki upplivað nakað líknandi á einum fótbóltsvølli
fyrr. Hans Jørgen gjørdi eina heldur harðliga takling móti
Poul Ingason, hetta var møguliga tann næsta í dystinum.
Poul gjørdist illur og fór móti Hans Jørgen, sum ikki ger
mætari enn at geva honum nevan á nøsina. Har má hava
verið okkurt teirra millum. Øðrvísi kann støðan ikki fatast.
Eg skilji ikki hvussu slíkt kann henda. Eg eri snøgt sagt
skelkaður. (Portal.fo)
Finnbogi Arge, formaður í HB
– FSF, limafeløgini, UEFA og FIFA leggja stóran dent
á, at fótbólturin skal byggja vinarskap og sameina
fólk, so hendingarnar mikukvøldið vóru als ikki í tráð
við fótbóltsandan. Fyrst og fremst má tað vera upp til
avvarðandi felag at taka sær av slíkum hendinum, og tað
vænti eg, at Víkingur ger í hesum føri. Út frá tí eg sá, so er
ikki grundarlag hjá okkum ella nøkrum øðrum at revsa Poul
Ingason fyri nakað. Eg vænti ikki, at vit í HB fara víðari við
málinum, hvørki til FSF ella løgregluna.
Nevndin í Víkingi
– Vísandi til venjingardystin millum HB og Víking, har tað
kom til ilnar millum leikarar hjá feløgunum báðum, vil
Víkingur hervið boða frá, at felagið staðiliga tekur frástøðu
frá harðskapi í ítrótti og í síni heild. Nevnd felagsins hevur
viðgjørt ítøkiliga málið. Niðurstøður og avleiðingar verða
ikki kunngjørdar í fjølmiðlunum, og felagið hevur ikki aðrar
almennar viðmerkingar til málið.
Hans Jørgen Djurhuus er keddur av støðuni, sum íkom
millum hann og Poul Ingason. – Eg eri keddur av støðuni.
Tað var als ikki meiningin at bróta nøsina á honum, og eg
havi biðið um umbering, sigur Hans Jørgen Djurhuus
Tróndur Arge
H
ans Jørgen Djurhuus
hevur
biðið
Poul
Ingason um umbering
fyri hendingina í venj
ingardystinum mikukvøldið.
– Eg ringdi til Poul Ingason dagin
eftir og havi biðið um umbering.
Eg eri ótrúliga keddur av, at hann
hevur brotið nøsina. Tað var als ikki
meiningin, sigur Hans Jørgen, sum
síðani hendingina hevur verið fyri
nógvum atfinningum.
Miðvallarin, sum í 2015 kom á
landsliðið á fyrta sinni sum 35 ára
gamal, hevur mangan verið skírdur
at verða ein harður spælari, ið ikki
er bangin fyri at gera eina ordans
takling. Soleiðis var eisini í venjingar
dystinum millum HB og Víking miku
kvøldið.
– Vit spældu yvirfyri hvørjum
øðrum og høvdu havt nakrar nær
dystir. Vit spæla báðir hart og so
geri eg eina takling, sum eg fái gult
kort fyri, sigur Hans Jørgen og heldur
fram;
– Tað hendir so skjótt, men eg fái
ein undir vangan og slái frá mær. Tað
var ikki við knýttum neva, og
eg havi aldrin sligið nakran
fyrr. Tað var bara ótrúliga
óheppið, at eg skuldi raka
Poul, so hann breyt nøsina.
Rakti eg lítið sindur øðr
visi, so tosaðu vit ikki
um hetta í dag, sigur
Hans Jørgen, sum
leggur dent á, at
talan ikki var um
eitt satt boksislag,
men heldur um at
hann slær frá sær.
Hans Jørgen greiðir eisini frá, at
hann eftir hendingina verður spark
aður, men tá koma spælararnir
ímillum.
– Alt hendi upp á eini trý sekund,
og so var tað yvirstaðið, sigur mið
vallarin hjá Víkingi.
Hans Jørgen Djurhuus og Poul
Ingason vóru millum annað í fleiri
hornatøkum í steypafinaluni, tá
Víkingur vann 1-0 á HB.
– Eg veit, at hetta sum hendi ikki
er rætt. Hvørki frá mær ella Poul.
Vit spæla báðir hart. Fyri meg er tað
avgerandi, at eg og Poul eru komnir
víðari, sigur Hans Jørgen Djurhuus.
Rennur ikki
undan umdøminum
Hans Jørgen Djurhuus hevur í fleiri ár
verið ein umtalaður fótbóltsspælari
við sínum harða stíli, har hann mang
an tveitir seg í taklingar og fær reyð
og gul kort. Hans Jørgen hevur mill
um annað fingið 120 gul kort og 22
reyð kort sambært Faroesoccer. Bara
í fjør fekk hann trý reyð kort.
– Eg eri ikki bangin fyri at fara í
eina takling. Kemur tú ein lítið sind
ur forseint, so sær tað ógvusligt út.
Eg renni ikki undan um
døminum, tí tað havi eg nokk uppi
borið, men eg havi ongantíð fingið
reytt kort fyri at sláa ella líknandi,
greiðir Hans Jørgen frá.
– Eg spæli hart, og eg toli eisini, at
onnur spæla hart, sigur Hans Jørgen,
sum heldur, at við tíðni er hann blivin
pilkaður út av dómarunum.
– Hetta er nokk ikki løtan, eg skal
taka synd í mær sjálvum, men tað
eru fleiri dømir um, at aðrir spælarar
sleppa at gera fleiri fríspørk, men so
skjótt eg geri eitt, so fái eg kort, sigur
Hans Jørgen.
Miðvallarin hjá Víkingi endur
tekur, at hann er harmur um støðuna.
At tað als ikki var meiningin, at Poul
Ingason skuldi fáa skaða av støðuni.
– Eg havi biðið Poul um umbering,
og hana góðtók hann. Fyri meg er tað
týdningarmiklasta, at eg og Poul eru
komnir víðari frá hendingini, sigur
Hans Jørgen at enda.
trondur@sosialurin.fo
Keddur av støðuni
Miðvallar stíðsmaðurin hjá
Víkingi, Hans Jørgen Djurhuus,
bað Poul um umbering longu
dagin eftir hendingina.
Mynd: Sigmar Mørkøre