hósdagur 22. januar 2015síða 40
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 23. januar 2015
sosialurin 9
40
T
að er ein revsiverd brots
gerð at nokta fólki vatn at
drekka – tað er fyri einki.
Tað er gamalt og óskrivað
lóg ella kunngerð ella rundskriv, hóast tað
ikki stendur í nøkrum samgonguskjali.
Kortini eru matstovur, sum krevja
pengar fyri kranavatn. Ella rætt og slætt
ikki vilja skeinkja kranavatn, men bara
fløskuvatn, sum kostar tað sama sum
øl, tí okkurt fínt orð og nógv tøl standa
á lepanum á fløskuni.
Í Danmark, har sum alt er bíligari enn í
Føroyum, tað er almenn vitan í Føroyum,
kostar kalt kranavatn.
Húsarhaldini og virkini fáa
rokning frá kommununi ella
vatnverkinum fyri kalda
vatnið.
Og tí krevja nakrar mat
stovur pengar fyri kranavatn
aftur við matinum. Ófanta
ligur ósiður.
Men eitt er, at vatnið
fer niður. Eina ferð skal
tað útaftur.
Og tað er ein annar forbannaður
ósiður í nógvum londum, sum annars
kalla seg framkomin, at tú sleppur ikki
at pissa uttan at gjalda fyri tað.
Hevur tú ikki júst tann
myntin, sum skal í stál
portrið í pisshúsinum,
noyðist tú bara at
halda
tær,
tí
ongantíð er
stað í nánd,
har sum til ber at veksla pengar ella
sleppa av við landið.
Oftast eru tí einastu ráðini at fara á
eina matstovu og keypa okkurt har fyri
at kunna brúka hennara nátthús ókeypis.
Alt kostar.
Slík mannarættindi, orsaka fólka
rættindi, sum at kunna sleppa sær av við
vatnið ókeypis, tá á stendur, vera ikki vird
í londum, har fólk annars javnan skræða
seg um øll onnur fólkarættindi, sum
onnur ikki virða. Øðin um fólkarættindi,
sum skitið verður á, er so stór, at fólk míga
bæði í buksurnar og undir seg.
Fólkarættindi (javnrættindi eru bara
fyri kvinnur, mannarættindi eru fyri øll)
eru so nógv annað enn rætturin at spilla
onnur út. Tað er eisini rætturin at sleppa
av við spillvatnið – ókeypis.
Nevndi eg øl? Minnir meg um besta
ølstaðið í Keypmannahavn, Plan B, sum
sjálvandi er afturlatið. Har fekst tú greið
boð um ølið, tú ætlaði at keypa. Viðhvørt
vísindaligar frágreiðingar, fjórðings phd-
ritgerðir, um uppruna, innihald, smakk og
eftirsmakk.
Eina ferð, eg ætlaði at keypa eina øl úr
tí, sum eina ferð kallaðist DDR ella Eystur
týskland, fekk eg at vita, at hon smakkaði
sum diesel, brent gummi og pseudocola,
bæði meðan og aftaná. Og, ja, hon var
øðrvísi, tann ølin.
Skrivaði herfyri um eina jólaguds
tænastu, eg upplivdi í Wien jólaaftan í fjør.
Upplivdi, sigi eg, tí slíkar religiøsar
seansur eru ein serstøk uppliving og ikki
annað ella meira enn tað.
Eg fari ikki í kirkju jólaaftan fyri at
finna ævigan frið ella endaleysa sælu og
kroniska sálarbót.
Heldur ikki fyri at snara av breiða
asfalteraða vegnum inn á smølu eyr
gøtuna eftir fyrstu frákoyring, tí jaðarin
har er grønari enn tann svarti oljusmurdi
jaðarin.
Í mínum føri mentan, ikki religión.
Eg var tann einasti har í ukreinsku
kirkjuni, sum ikki var í meinigheitini, sum
ikki líkasum hoyrdi til. Kortini kendi eg
meg ikki óvælkomnan, eingin hugdi
ella hugsaði: hvat er hatta fyri ein lorta
turistur? Hvat ger hann her?
Okkurt er helst um hatta við tolsem
inum, toleransuni, hjá kirkjum. Hon er
har viðhvørt.
Ikki sum í vertshúsum í síðugøtunum,
har bara tey, sum búgva í síðugøtuni, hús
ast. Har kennir tú teg ikki altíð júst væl
komnan.
Tey hálsfevna teg ikki. Tey bjóða tær
ikki eina øl og siga vælkomin í okkara
oasu.
Men, ókei, tey tolerera teg. Bíligt øl og
tilboðssnapsur gera fólk tolsom.
Í ukreinsku kirkjuni í Wien var einki
vín at skola breyðið niður við í altar
gongdini. Men kortini tolsemi.
Og eitt afturat, har var ókeypis at
gongd.
Fólkarættindi light
Kári Sólstein
Høgni Djurhuus
fekk Móðurmáls
viðurslønina
2012
Høgni
Djurhuus
Mynd: heinesen myndir
Yrki: Programfólk í Kvf, journalistur
Bústaður: Tórshavn
Hvat ætlaði tú at blíva, tá tú bleivst vaksin?
– Faktiskt geri eg tað, sum eg droymdi um. Men sjálvandi hevði
eg eisini dreingjadreymin um at sleppa flúgva. Tað man vera
fantastiskt.
Hvat burdi hitt kynið vitað um títt kyn?
– Anja og Kári trína inn í eina veitsluhøll. Anja sigur við Kára,
uttan at flyta varrarnar, hyggjandi beint fram, »Hygg, tey
bæði við vindeygað«. Kári dreygar alt høvdið og starir yvir
móti vindeyganum, og meðan hann ger hetta, fær hann ein
alboga inn í síðuna og hon teskar hart »Ikki hyggja!!« Tað, sum
kvinnur mugu skilja, er, at tað reint evolutionert er ein munur
á eygunum á kvinnum og monnum. Menn síggja beint fram,
hava tunnilssjón, meðan kvinnan sær víðvinklað, periferiskt.
Tí kann kvinnan beinanvegin skanna alt veitsluhølið uttan
at flyta høvdið, meðan maðurin má flyta høvdið til vinstru
og høgru, fyri at skanna hølið. Hetta er tann einfalda fysiska
grundin til, at menn oftani verða tiknir í at gløða eftir dámum.
Men kanningar vísa, at kvinnur eru minst líka ringar, um ikki
verri, at gløða eftir mannfólki. Tær hava bara ein fysiskan
fyrimun við at krógva sína gløðing. Hvat burdu børn vitað um
tað at vera vaksin: At man ikki er ordliga vaksin, fyrr enn man
byrjar at fáa gullfarvaða dupultdekkaran frá Anthon Berg í
føðingardagsgávu.
Hvat var seinasti dreymurin, tú gjørdi til veruleika?
– Tá ið eg fór út í garaguna og gjørdi eina vøggu til sonin.
Sjálvur haldi eg, at tað eydnaðist ordiliga væl. Og tað var við
sorgblídni, tá ið ein mátti ásanna, at hann var vaksin úr henni
og mátti fáa størri song.
Hvat er títt besta heimaráð?
– Fyri at forða fyri, at tað ikki støvar um alt húsið, tá ið borað
verður í ein betong- ella gipsvegg: Sproyta barberskúm á
staðið, tú skalt bora; og skúmið tekur støvið. Vaska av aftur
við einum vátum lappa. Til ber eisini at klebra ein gulan Post-It
lepa á veggin, beint undir har tú skalt bora. Folda gula lepan til
ein takrennu og støvið savnast har.
Hvat hevði gjørt heimin til eitt betri stað?
– Um fólk góvust við at brokka seg og grenja um ALT, uttan at
seta seg inn í umstøðurnar ella evnið.
Nær vart tú seinast veruliga ovfarin?
– Nú hevur man verið við trolið á bankanum, góðar 70 fjórð
ingar úr Høvdanum, og roynt bæði inni á grynnuni og úti á
kantinum. Tað, sum gjørdi meg ovfarnan, var, at hesin so nógv
umtalaði banki í veruleikanum er rættliga lítil – og ikki minst,
at eg ikki fekk sjóverk.
Tað seinasta, tú hevur lært, er at: tá ið tú grillar røst riv?
– Fyll annan bakkan í grillini við koli. Hav øll spjell víðopin, legg
rivini í ein bakka og grilla so leingi við indirektaðum lágum hita.
Tey verða alvorliga broyskin og vælsmakkandi, skal eg heilsa
og siga.
Tann støðuga ringa samvitskan snýr seg um, at tú?
– Her kemur klassikarin, at ein etur ov nógv og rørir seg alt ov
lítið. Men havi lisið onkustaðni, at tað nýggjasta er, at tað er
sunnari at verða fat-and-fit, heldur enn slim-and-fit. Stik den.
Enda setningin: Føroyingar áttu at verið betri við Kringvarpið. Tí
líkamikið hvat tey siga, so hevði Føroyar verið eitt fátækari land
uttan KVF. Eitt er vist: dagarnir hjá Facebook høvdi verið taldir,
um onki Kringvarp var. Í veruleikanum er tað soleiðis, at innast
inni elska øll KVF ...sjálvt tey, sum elska at hata tað.
baksíðan