mánadagur 26. januar 2015síða 2
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 26. januar 2015 · Nr. 10
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Stovnaður: 1927
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Bjørn á Heygum
Tíðargrein síða 8
Vil
Kaj Leo
islamisera
Føroyar?
Annita á fríðriskmørk
Kjaks síða 12
Latið
266b fáa
frið
Sambært
løgtingsformanninum
og Norðlýsinum, so eru ov nógvir
av okkara politikarum valdir í mið
staðarøkinum. Ein beinleiðis orsøk
til hetta skal vera, at løgtingsval
lógin varð broytt soleiðis, at landið
í 2008 gjørdist eitt valdømi.
Valdømisskipanin hevur fingið
manga skorfleingju, síðani hon
varð broytt. Hon skuldi syrgja fyri,
at vit fingu meira landspolitikk og
ikki so nógvan lokalpolitikk. Hon
skuldi syrgja fyri, at vit fingu fleiri
konufólk á ting, og so gav hon øll
um føroyingum sama møguleika
at velja sær hvønn politikarara tað
skal vera.
Okkurt av hesum kriterium
hevur hildið. Vit hava fingið fleiri
kvinnur á ting, og vit sleppa øll at
velja akkurát tann politikara, vit
vilja, líka mikið hvar hann býr.
Men tá tað kemur til at føra
landspolitikk heldur enn lokalpoli
tikk, so er tann broytingin trupul at
fáa eyga á.
Og tá sagt verður, at miðstaðar
økið er ov væl umboðað, so er tað
ein sannleiki við modifikatiónum.
Hann er í øllum føru ikki væl eft
irkannaður.
Á tingi í dag eru 11 tingfólk, sum
búgva í Tórshavnar kommunu.
Áðrenn vallógin varð broytt, vóru
8 umdømisvald tingfólk í Suður
streymoy.
Av teimum fimm eykavaldu ting
fólkunum, sum vórðu vald á hvørj
um vali frá 1978 til 2004 fullu ofta
fleiri í Suðurstreymoy – onkuntíð
trý, og tí var tað vanligt, at Havnin
hevði 11 tingfólk av 32. Tað er 34
prosent. Tey 11 »havnartingfólkini« í
dag eru bara 30,6 prosent av teimum
33 á tingi. So Havnin er verri um
boðað á tingi í dag í mun til eitt nú
løgtingsvalið í 1994 ella í 1998.
Løgtingsformaðurin vísti eisini
í samrøðuni við Norðlýsið á, at
tað er so strævið, nú landið er eitt
valdømi, tí nú skulu tingfólk berjast
innanhýsis fyri at verða vald.
Hetta er ein løgin hugburður, tí
fólkið velur tey umboð, fólkið vil
hava. Hvussu flokkarnir skipa seg
innanhýsis ráða teir bara sjálvir.
Føroysku flokkarnir eru kendir fyri
at vera illa skipaðir. Organisatoriska
arbeiðið er illa skipað, og skilið er
hareftir.
Um flokkarnir skipa sína upp
stilling, so er valdømið eingin trup
ulleiki. Tað er líka lítil orsøk til at
forfordeila tingsessir út á bygd, sum
til Havnar. Tingfólk eru fólksins
tænarar, og ikki øvugt.
Politiska egoisman og sjálvdrátt
urin hjá politikarum byrjaði langt
áðrenn 2008. Hesa egoismu átti løg
tingið at endurskoðað áðrenn val
skipanin verður endurskoðað.
Lóggeva valdið úr havn
– Tað er irriterandi, tá SEV
slóknar, men tað smakkar
av populistiskari opportun
ismu í einum valári, tá lands
stýrismaðurin leypir fram á
gólv og krevur, at SEV skal
tryggja seg ímóti øllum brek
um og óvæntaðum hendingum
í allar ævir.
– Hevur hann sett líknandi
krøv til Strandferðsluna,
sum han sjálvur varð
ar av?
Soleiðis skrivar Magni Arge,
fyrrverandi stjóri í Atlantsflog á
Facebook.
– Kanska landsstýrismaðurin
gloymdi hatta við regluseminum
hjá Strandferðsluni, áðrenn hann
fór í blekkhúsið. Men stemmufisk
arí kann tað ikki vera, tí Johan
Dahl hevur fleiri ferðir boðað frá,
at hann ikki stillar uppaftur til
løgtingsvalið!
– Av tí at Brandur Sandoy
enn er óspiltur av altvaldandi
meiningsberandi elituni, so
kundi hann frambera sín ótta
og sína mótstøðu ímóti at
bjóða flóttafólki til Føroya.
Tað sigur Bjørn á Heyum,
advokatur og fyrrverandi
løgtingsmaður
fyri
Sam
bandsflokkin.
– Sigast má, at Brandur
Sandoy er bæði erligur og
djarvur, tá hann framber
eina forbodna meining í
nútíðar sjálvrættvísissamfel
agnum. Hann sigur bart út,
at vit skulu ikki taka ímóti
flóttafólki, tá hetta eftir
hansara tykki er skaðiligt
og ikki gagnar føroyska
samfelagnum.
Forkláringin er ivaleyst
er, at hann er “óspiltur”, og
stundir hava enn ikki verið
at indoktrinerað hann av
tí altvaldandi meiningsber
andi elituni, skrivar Bjørn á
Heygum millum annað í
tíðargrein í blaðnum
í dag.
Politiska egoisman er
eldri ein tað eina valdømið
Petur Skeel
Jacobsen
greiðir frá
um veðrið
Mánadagin seinnapart:
Strúkur í vindi upp í hvassan vind
av útsynningi og yvirhøvur turt,
men um kvøldið møguliga regn.
Hitin millum 4 og 7 stig.
mikudagin
mánadagin
týsdagin
12-17 m/s
10-15 m/s
10-15 m/s
12-17 m/s
10-15 m/s
10-15 m/s
Týsdagin:
Stívt andøvsgul upp í hvassan
vind av útsynningi og stundum
regn. Hitin millum 3 og 6 stig.
Mikudagin:
Stívt andøvsgul upp í hvassan
vind av útsynningi og ælingur.
Hitin millum 2 og 5 stig.
Hósdagin
og fríggjadagin:
Hósdagin upp í hvassan vind av
norði, fríggjadagin upp í skrið av
landnyrðingi. Ælingur, partvís kavi
og hitalagið millum 0 og +4 stig.
Hava ikki indoktrinerað
Brand Sandoy enn
Enn er hann
óspiltur og kann tí
siga sína politiskt
ókorrektu meinging
Hvussu við Strandferðsluni?