mánadagur 26. januar 2015síða 3
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 26. januar 2015 · Nr. 10
úr norðurlandaráðnum
Árni Gregersem
Ongir fundir eru í Løgtingin
um í løtuni.
Orsøkin
er
fyrst
og
fremst, at allar nevndir hjá
Norðurlanda Ráðnum eru
samlaðar til fundar á Álandi
hesa vikuni.
Í dag er ein ráðstevna um
sjálvstýrandi økini í Norður
londum við serligum atliti
at teimuym royndum við
sjálvstýri, sum eru fingnar
til vega í Føroyum, Álandi og
Grønlandi.
Samar vilja fegnir sleppa
inn í Norðurlanda Ráðið eis
ini. Við núverandi støðu hava
samar í Noreg, Svøríki og
Finnlandi talurætt í ráðnum
umframt at teir kunnu seta
fram uppskot, men tey vilja
fegin hava sama slag av lima
skapi, sum hin trý sjálvstýr
andi økini hava.
Skal hetta koma ígjøgn
um, so krevur tað, at Noreg,
Svøríki og Finnland geva
samum part av teirra um-
boðan í ráðnum.
Friðarætlan
Á ráðstenuni í dag spyr
Álendski Friaðrstovnurin um
sjálvstýrini í Norðurlondum
kunnu síggjast sum eitt stig
á leið í friðarhøpi.
Fleiri tingfólk og gransk
arar úr Norðurlondum hava
orðið á ráðstevnuni. Gransk
ararnir greiða frá, hvussu
menningin hevur verið av
teimum trimum sjálvstýris
økjunum í Norðurlondum:
Føroyar,
Grønlandi
og
Álandi, serliga sæð í einum
friðarperspektivi.
Ætlanin er, at alt sum
kemur fram á ráðstevnunui
seinni verður útgivið alment.
Samarnir inn
Í 1970 fekk Áland limaskap í
Norðurlanda Ráðnum og nú
er so aftur uppá tal, at sam
arnir skulu sleppa við.
Tað er soleiðis, at Noreg,
Danmark, Svøríki og Finn
land hava hvør sínar 20 limir
í Norðurlanda Ráðnum, men
Danmark hevur latið Føroy
um tveir sessir og Grønlandi
tveir. Finnland hevur á sama
hátt latið Álandi tveir sessir.
Ísland hevur sjey sessir í ráð
num. Tað vil siga, at í ráðnum
sita 87 valdir limir.
Føroysku
umboðini
í
ráðnum eru Helgi Abraham
sen, Sambandsflokkurin, og
Høgni Hoydal, Tjóðveldi.
Nú hevur so SPR, sum er
ein samstarvsfelagsskapur
av samum í Noreg, Svøríki og
Finnlandi, søkt um limaskap
í ráðnum.
Formansskapurin
skal
viðgera spurningin eins og
onkur av nevndunum og
størsti spurningurin er helst
um tey trý londini, har samar
búgva, skulu lata sessir til
samiska umboðan í Ráðnum.
Norðurlanda Ráðið hevur fund í Mariehamn á Álandi í hesi vikuni
Russisku myndugleiakrnir boðaðu í vikuni frá, at
skrivstovan hjá Norðurlanda Ráðnum í Sankta
Pætursborg er at rokna, sum ein njósnaraskrivstova
Skilagóðar samrøður millum ES, Norðurlond,
baltisku londini og Russland neyðugar
Samar vilja sleppa uppí
Norðurlanda Ráðið
á jøvnum føti við okkum
Eirikur Lindenskov
Fyrsti løgmaður umboðandi
Fólkaflokkin
var
Hákun
Djurhuus.
Tað var tá hann skipaði
sjálvstýrislandsstýrið í 1963.
Hetta landsstýrið sat tað
valskeiðið at enda, til Petur
Mohr Dam tók við aftur sum
løgmaður í 1967.
Tað skuldu ganga 22 ár, til
Fólkaflokkurin aftur skipaði
landsstýri. Tað var í 1989, tá
Jógvan Sundstein gjørdist
løgmaður. Hann sat í tvey ár.
Í fullveldislandsstýrinum
í 1998 gjørdist Anfinn Kalls
berg
løgmaður.
Hendan
samgongan helt fram aftan
á valið í 2002, men slitnaði
í 2004. Síðani hevur Fólka
flokkurin ikki havt løgmann.
Óttin fyri, hvat Russland
hevur í kvittanum, merk
ist væl í pørtum av Norð
urlanda Ráðnum eins og í
baltisku londunum.
Eisini í ES er stórur ivi
um, hvat verður næsta stig
hjá stóra grannanum fyri
eystan.
Hetta var forkláringin
uppá, at umboð fyri Norð
urlanda Ráðið og Blatisk
Samling
hittu
tingfólk,
umboðandi somu lond í ES.
Á fundinum samdust
tey øll um, at neyðugt er
við meira upplýsing teirra
millum, seroliga tá ið tað
snýr seg um viðurskiftir,
sum hava við Russland at
gera.
Tey sum hittust vóru
eisini samd um, at tað
hevur alstóran týdning,
at londini tosa við einari
rødd, tá ið tað snýr seg um
viðurskiftini við Russland.
Propaganga kríggj
Serliga baltisku londini
søgdu seg ræðast, tá ið
russiska propagandamask
inan fer í gongd. Tey óttast
eisini fyri, hvat næsta stig
verður hjá Russlandi eftir
tað, sum er hent í Ukraina.
Á fundinum var semja
um, at neyðgt er við sam
skifti á hægri støði, fyrist
og fremst sjálvandi við
londini, sum eru grannar
hjá Russlandi, men so
sanniliga eisini við Russ
land.
Óttast propagandaálop
frá russisku stjórini
Russar kalla
umboð fyri
Norðurlond njósnarar