mánadagur 26. januar 2015síða 4
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 26. januar 2015 · Nr. 10
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Áki Bertholdsen
– Eg fór úr einum starvi sum
maskinmeistari í Noregi til
at taka við einum starvi sum
bóndi í Saksun. So ein og
hvør kann siga sær sjálvum,
at tað var ikki fyri pengarnar,
at eg valdi bóndalívið.
Tað sigur Jóhan Jógvan
son, bóndi í Dúvugørðum í
Saksun.
Nei, tað eru ikki peng
arnir, sum dríva verkið hjá
unga bóndanum í Saksun.
Tað er hugurin og ein turka
trúgv upp á, at tað ber til at
fáa lønandi vinnu burtur
úr, sum fekk hann at sleppa
tryggu tilveruni sum mask
inmeistari í føstum starvi,
fyri at eina óvissa tilveru
sum bóndi í Saksun.
Sjálvur er hann upp
vaksin á garðinum og fekk
rættiliga tíðliga áhuga fyri
arbeiðnum á garðinum.
Men tað lá kortini ikki
í kortunum at hann skuldi
taka við garðinum, tí hann
fór í maskinlæru og sigldi
sum maskinmeistari í norsku
alivinnuni.
– So at tað var ikki fyri
pengarnar, at eg legðist upp
og fór á landbúnaðarskúla
og festi Dúgvugarðar í 2011,
fortaldi hann á búnaðar
stevnuni, sum Gamla Segl
húsið í Klaksvík skipaði fyri
leygardagin.
Sá eina framtíð
Jóhan Jógvanson sigur, at
garðurin hevði verið rikin
sum garðar flest, men út
gerð og amboð vóru slitin.
Nýíløgurnar
høvdu
ikki
verið tær stóru, so arbeiðs
umstøðurnar vóru ikki tær
bestu.
Hinvegin var heldur eing
in skuld í garðinum, so tað
var ein stórur fyrimunur.
Men hann sigur, at hann
sá eina framtíð fyri sær í
garðinum og tí hevur hann
tikið hetta á seg.
– Tíðarrákið, har hvør
hevur nóg mikið í sjálvum
sær, merkti eisini virksemið
á
garðinum,
tí
mangan
stóðu bóndafólkini nokk so
einsamøll við nógvum arb
eiði, sum var vanligt á einum
garði, eitt nú at seyma pylsur,
elta ganratálg o.s.fr.
Men tað er heldur ikki
akkurát hesin parturin av
landbúnaðinum, hann hevði
áhuga fyri.
Versnandi umstøður
Inntøkugrundarlagið á garð
inum er ikki øðrvísi enn á
øðrum gørðum, men tey
hava tann fyrimun, at gomlu
húsini í Dúvugørðum eru
stórt ferðamál og tað er eitt
gott íkast til raksturin. Tey
leiga eisini fiskirættindi til
sílafiskarar.
– Vit hava eini 5.000-6.000
ferðafólk um árið í Dúvu
gørðum og tað er eitt týðandi
íkast til raksturin, Gjørdu vit
okkum ómak, eri eg sann
førdur um, at vit kundu liva
av ferðavinnu burtur av.
Men hugurin liggur meiri
í sjálvum landbúnaðinum,
leggur hann afturat.
Men hann sigur eisini,
at inntøkugrundarlagið av
seyðahaldi eru alsamt versn
aður í nógv ár.
Skinn og ull slepst illa av
við. Avroð hava fólk heldur
ikki áhugað fyri longur, tí
bóndin í Dúvugørðum hevur
kanska selt eini fýra, fimm
avroð tilsamans, hesi árini,
hann hevur havt garðin.
Pylsur og aðra framleiðslu
slepst av við, men hann held
ur, at tað er helst tí at útboð
ið er minkað.
Samfelagið broytist og
fólk tíma ikki longur at
koyra langar teinar fyri at
fáa viðskera og onkur hevur
sagt, at innløgumaðurin er
ein doyggjandi rasa.
Jóhan Jógvanson heldur,
at tað verður neyðugt at
fáa eitt millumlið ímillum
bóndan og endabrúkaran.
Tað skal vera eitt millumlið,
sum keypir rávøru frá bónd
unum, virkar hana og selir
handa í handlunum…
Eina arbeiðsmannaløn
eftir
Bóndin í Dúvugørðum sigur,
tá ið hann festi garðin, setti
hann sær sum mál, at eftir
sjey árum skuldi hann hava
eina arbeiðsmannaløn eftir,
tá ið allar útreiðslurnar vóru
farnar av.
Seyðhald er helst frægasti
mátin at brúka hagarnar til
matvøruframleiðslu. Tað er
ein støðug inntøka og tað er
framvegis høvuðsinntøku
keldan.
Men samstundis hevur
hann bjóðað maskintænast
ur av ymsum slagi fram fyri
at bøta um raksturin og í tí
sambandi hevur hann ballað
gras, grivið og gjørt annað
maskinarbeiði fyri fólk.
Men eisini ein partur av
bønum á garðinum varð slig
in og ballaður, og grasið selt,
fyrst og fremst til rossafólk
ið.
– Maskinur og útgerð eru
dýr og tað er sjálvsagt at
samstarva um tað, tí orkan er
nógv størri enn tørvurin, so
tað er meiningsleyst, at hvør
jarðarbrúkari
hevur
sína
maskinpark, heldur hann
Men Jóhan Jógvanson
sigur, at skal lønandi rakstur
fáast í seyðhald, er neyðugt
at garðarnir eru so stórur, at
teir bera minst 600 ær.
Sostatt helt hann, at tað
var ein fyritreyt at fáa lagt
afturat garðinum.
Tí kundi tað ikki verið
betri, tá ið bóndin, sum hevði
grannafesti, fortaldi, at hann
ætlaði at gevast.
– Eg lá framvið at keypa
festibrævið. og fráfarandi
festarin vísti mær sera stóra
vælvild, sigur hann, og so
statt fekk hann garðin.
Hann sær fyri sær, at
framyvir verða nógvir garðar
leysir. Hetta eru garðar, sum
eru ov smáir til at skapa eina
inntøku, men ov stórur til at
hava til ítriv, sigur hann.
– Skulu vit av álvara hava
vinnuligt seyðahald í Føroy
um, er einasta gongda leið at
leggja garðar saman.
– Sjálvt á Dúvugørðum,
har møguleikarnar fyri hjá
inntøkum vóru góðar, var
neyðugt at veksa munandi
um garðin fyri at fáa tað at
bera til.
Síðani hevur hann fingið
ein grannagarð afturat, so
leiðis at nú hevur hann til
samans ein garð upp á 25
merkur, umframt eina hálv
mørk í ogn, og tað er nógv
størsti garður í landinum.
Samstundis er hann kom
in upp á 710 ær og nú fer
Tað eru ikki
pengarnir sum
dríva verkið
virkisfýsni
Nú hevur Jóhan Jógvanson keypt festibrævið til tveir garðar afturat.
Sostatt hevur hann nú góðar 25 merkur í fjørð og er sostatt størsti
bóndi í landinum. Kortið vísir, hvussu hagarnir liggja