Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-26, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. januar 2015síða 5

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 26. januar 2015 · Nr. 10 tað so smátt at líkjast, sigur hann. Hann sigur, at eitt, hann legði stóran dent á, var at um­skipa arbeiðið fyri at lætta um arbeiðsgongdina. – Sjálvt um fjallfólk eru und­ir­lønt so tað munar, er tað framvegis ein av stóru út­reiðsl­un­um hjá gørðunum, sig­ur hann. Tí legði hann arb­eiðs­ gongd­ina um og eitt, hann hev­ur gjørt, er at útseta arb­eiða arbeiðið á rættini til dag­in eftir, so at fjallfólkið verð­ur brúkt at reka í mest møgu­lig­an mun. Jóhan Jógvanstovu sig­ur, at ein af stóru av­bjóð­ing­un­ um verður at fáa tíðina at strekkja til og sostatt skal eitt stórt arbeiðið gerast hetta næsta árið at leggja manna­gongdir um fyri at gera tað høgligari. Fult álit – At vit hava lagt so nógv fyri og hava keypt tvey festibrøv aft­ur­at, er sjálvsagt tí, at vit hava fult álit á, at hetta ber til. Nú verður dentur lagdur á at skipa seyðahaldið á teimum trimum gørðunum, og eitt lið í tí verður at stika und­ir­hagan av, býta hann sund­ur í traðir og skipa beit­ ið. – Garðarnir eru granna­ garð­ar, men ein stórur fyri­ mun­ur er, at tey hava ein stór­an part av Saks­una­dali, við ham­ara báð­um síð­um, sum fyri ein stór­an part er seyða­tætt­ur. Sam­stundis hava tey sam­starvað við Lands­verk um at flyta eitt rullu­portur, so at tey fáa stika tvørt­ur um dalin. – So tað kann stikast rætti­liga bíligari fyri at fáa eitt øki upp á 370 hektarar í øll­um undirhaganum. –­ Tað er ein ógvuliga stór­ ur fyrimunur í rakstri, tí tað ber til at reka fjøllini nógv skjót­ari enn áður og und­ir­ hag­an ber næstan til at reka ógvu­liga fámentir. Ein trupulleiki Jóhan Jógvanson hevur ikki nakra greiða meining um, ant­in almenna jørðin skal ein­skilj­ast. – Men hann heldur, at tann stóri trupulleikin er í regl­unum, Bún­að­ar­grunn­ ur­in og Búnaðarstovan hava at arbeiða eftir Fella inntøkurar fyri mista jørð og bygningar aft­ ur til garðin, kann tað vera tað sama, hvør eigur jørð­ina, men nú fer hann í Bún­að­ar­ grunn­in. - Eg dugi illa at hugsa mær, at tað ber til, at bøndur kunnu keypa jørðina fyri marknaðarprís, tí tað hongur ikki saman. Annars heldur Jóhan Jógvanson, at tann allarstørsti trupulleikin er, at bøndurnir sjálvir ikki fara at barrikadurnar og tala at, tá ið búnaðarviðurskifti eru til viðgerar. Tí heldur hann, at allir bøndur eiga at melda seg í Bóndafelagið, so at tað kann verða eitt sterkt talirør hjá teimum, sum fáast við landbúnað. virkisfýsni – Tað er ein turkatrúgv upp á, at tað ber til, sum fekk Jóhan Jógvanson at sleppa eini tryggu tilveru sum maskinmeistari í føstum starvi, fyri at eina óvissa tilveru sum bóndi í Saksun Innløgumaðurin er ein doyggjandi rasa – Tað er í fínasta slag, at myndugleikarnir seta krøv til okkum, sum eru í landbúnaðinum, fyri at bøta um matvørutrygdina. Tað heldur Jóhan Jógvanson í Saksun, sum nú er størsti bóndi í landinum. Sjálvur selur hann rættiliga nógv av síni framleiðsu til handlar og fyritøkur, so nýggju reglurnar, sum koma í gildi nú í summar, fáa rættiliga stóra ávirkan á hann. – Eg haldi, at broytingarnar í matvørulógini eru fínasta slag, staðfestir hann. Hann heldur samstundis, at krøvini til hjallarnar eru ikki órímilig. – Vit skulu minnast til, at matvørulógin snýr seg bara um kjøt, sum verður selt handlum og fyritøkum,og tað er ikki bara negativt, at krøv verða sett til tað, ið selt verður. Bóndin í Saksun sigur, at í fyrru atløgu kann tað minka um útboðið av kjøti og tað fer at føra til, at prísurin fer upp. Í aðru atløgu kann tað verða eitt amboð til at skilmarka, hvør landbúnaður er vinniligur, og hvar er ítriv. Hinvegin vísir hann á vansan við, at tað bara er eitt sláturhús á meginlandinum. – Vit hava onga trygd fyri, at tað er opið næsta ár ogg tí er tað ein spurningur um ikki bøndur skuldi farið saman í eitt samtak um eitt sláturhús, ella farið upp í sláturhúsið sum er, fyri at veita trygd fyri, at tað verður verandi, tí tann trygdin er neyðugt, skulu lunnar leggjast undir vinniligt seyðahald, sigur hann. Annars heldur hann, at tey, sum fáast við seyð, eru púra dottin niður ímillum, tá ið landbúnaðurin er til viðgerar, tí alt snýr seg bara um neyt og mjólk. – Tað er eingin sum krevur, at ein handil skal selja mjólk, fyri at verða roknaður sum vinnuligur, heldur hann fyri. – Politikarar skilja ikki, at endamálið við landbúnaðinum er at framleiða nøkur virð. Men tað kann vera so ymiskt, hvat tey virðini eru. Landbúnaðurin er tann einasta vinnan, sum av álvara kann verða við til at tálma innflutninginum, tí vit kunnu virka, hóast at kalla einki verður innflutt yvirhøvur. Hann heldur, at tað manglar bara at bretta upp um armar og fara ígongd. Men hann heldur, at skilnaður eigur at verða gjørdur ímillum vinnuligan landbúnað og ítrivslandbúnað, men tað skal ikki vera ítrivslandbíunaðurin, sum setir dagsskránna. – Alt gott um ítrivslandbúnað, tí tað skal sanniliga eisini vera pláss fyri tí, men tað skal ikki vera hann, sum leggur støðið. – Eitt nú kunnu krøv setast til umsetning fyri at verða roknaður sum vinnuligur, men so má leggjast upp fyri hjá teimum, sum byggja seg upp. Hann heldur eisini, at tað er neyðugt við íverksetarastuðuli til vinnuligan landbúnað. Hann heldur eisini, at hugburðurin til veltistuðulin má broytast. – Sum skipanin er nú, skal tørvurin á grasi ávísast. Men grasið skal helst í eina kúgv, fyri at fáa stuðul. Tað rætta er, at veltistuðulin er púra óheftur og skal ikki skilja ímillum, um veltast skal til neyt, seyð, eplir, ella bananir. – Tey, sum hava eina burðardygga ætlan, eiga at verða á jøvnum føti, tí er lendið fyrst velt, verður tað verandi eitt tilfeingi tey næstu 1000 árini, sigur Jóhan Jógvanson. Fínasta slag at krøv verða sett