mánadagur 26. januar 2015síða 6
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 26. januar 2015 · Nr. 10
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Í seinastu viku vóru sam
ráðingar í London millum
strandalondini um norð
havssild og svartkjaft.
Hóast
fleiri
royndir
vórðu gjørdar, eydnaðist tað
ikki londunum at semjast
um eitt nýtt býti av hesum
báðum stovnum.
– Semja var tó um øll
onnur viðurskifti, eitt nú
heildarkvoturnar av norð
havssild og svartkjafti fyri
2015.
Fiskimálaráðið veit at
siga, at einki røktist yvir
høvur fyri at gera semju um
norðhavssild.
– Tískil tóku Føroyar
sum formansland - eftir at
hava ráðført seg við hini
londini – avgerð um at enda
samráðingarnar
um
eitt
nýtt býti av norðhavssild
fyri 2015. Samstundis varð
formansskapurin
lat
in yvir til Noregs, sum er
formansland fyri samráð
ingarnar fyri 2016.
Strandalondini fara so
statt at áseta sær einsæris
kvotur av norðhavssild fyri
2015 við ongari semju sum
grundarlagi.
Enn ein roynd
Samráðingarnar um svart
kjaft fyri 2015 vórðu eisini
niðurlagdar í seinastu viku,
men verða ætlandi tiknar
upp aftur í februar mánaði.
Fiskimálaráðið sigur, at
Føroyar sum formansland tá
fara at gera enn eina roynd
at býta svartkjaftastovnin
av nýggjum millum strand
arlondini.
– Einki røkist
fyri einari semju
um býtið av
norðhavssild,
og tí fara
strandalondini
nú at áseta
sær sínar egnu
kvotur, sigur
Fiskimálaráðið
Strandalond fara nú at seta
sær sínar egnu sildakvotur
Týskvøldið 27. januar klokkan 19.30 skipar Vina
felagið Føroyar – Ísrael fyri Holocaustminningarløtu
í Østrøm í Havn. Leiðarin í deildini fyri vinafeløg í
Keren Hayesod, Shmulik Fried, sum fer at halda
fyrilestur. Á skránni verður eisini sangur, filmur og
drekkamuður, og øll eru hjartaliga vælkomin.
Runavíkar kommuna hevur
nú lýst til leigu framleiðslu
bygningin, sum kommunan
eigur á havnalagnum hjá
Runavíkar havn.
Bygningurin hevur áð
ur verið brúktur til eitt nú
landingarmiðstøð, miðstøð
hjá útgerðarfelag og flutn
ingsstøð hjá farmaskip-
um.
– Ognin verður í løtuni
høvuðsumvæld eftir stóran
vindskaða, men um mán
aðarskiftið
februar/mars
ætla vit at leiga hana út til
eitt hvørt sjóvegis relaterað
virksemi.
Tað
sigur
Runavíkar
kommuna.
Lagt verður aftrat, at
bygningurin stendur stutt
frá atløgusíðu, har dýpið er
frá 8 til 11 metrar.
–
Tað
er
avgjørdur
fyrimunur, um eitt nýtt
leigumál verður knýtt at
flutningi til og frá bryggju
kantinum við Runavíkar
havn, sigur kommunan.
Sørvágs kommuna
fyllir 100 ár í ár. Tí
verður skipað fyri
fleiri tiltøkum. Í síðstu
viku bjóðaði komm
unan skúlabørnun
um og avvarðandi til
eitt spennandi tiltak í
skúlanum
Tá eingin semja
fekk um býtið av
norðhavssild, lótu
Føroyar formansskapin
frá sær til Noreg,
sum er formansland
fyri samráðingarnar
um sild í 2016
Í sínari tíð hevði Landingarmiðstøðin
Beta og reiðaravirksemi aftan fyri Beta-
skipini sítt virksemi í hesum bygningi
Á sama hátt og
um somu tíð
Eins og undanfarin ár
hevur Havstovan aftur
í ár gjørt eina ætlan
fyri kanningarnar hjá
Magnusi Heinasyni
fyri árið 2015.
Talan er fyri tað mesta
um afturvendandi
túrar, sum verða gjørdir
á sama hátt og um
somu tíð á hvørjum ári.
Eftir hvønn túr verður
ein túrafrágreiðing
skrivað, og hon
verður eisini løgd
út á heimasíðuna
hjá Havstovuni.
Á heimasíðuni
www.hav.fo sæst
kanningarætlanin hjá
Magnusi Heinasyni
fyri 2015.
vilmund@sosialurin.fo
– Tá ognin er høvuðsumvæld eftir
stormskaða, verður hon leigað út
til “sjóvegis relaterað virksemi”,
sigur Runavíkar kommuna
Leigar út
vinnubygning