mánadagur 26. januar 2015síða 8
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 26. januar 2015 · Nr. 10
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðargrein
Flóttafólkainnbjóðingin
hjá løgmanni
Rørandi samkensla
Tað var ikki sørt rørandi, at síggja
løgmann gamlaárskvøld í sjón
varpinum, har hann við tár á kinn
royndi at føra seg fram á altjóða
flóttafólkapallinum, sum ein ann
ar messias í hesi støðugt herdu
kappingini millum vesturlendskar
naivar statsleiðarar um hvør kann
vera fremstur at sýna størstu sam
kenslu, hjartalag og kærleika móti
hesum neyðars flóttafólkum, – og
annars bjarga verðini!!
Talan er ikki um at senda neyð
hjálp, so tað munar har tey nú eru
stødd, ella at gera tey meira sjálv
bjargin í egnum umhvørvi, ella fyri
tann skuld at stuðla teimum at
sleppa heimaftur til sítt egna land.
Nei, – tað sum tað snýr seg um
fyri Kaj Leo Holm Johannesen og
hansara javnlíkar, er at sýna nøkr
um heilt fáum burtur úr rúgvuni
eitt heilt serligt og meira sjónligt
gestablídni, nevniliga nógv eftir
spurda ferðaseðilin til vestur
lendska paradísið, sum so kann
brúkast sum reklama fyri egna
humanitera vælvild – fyri pengar
nar hjá øðrum!
Øll vita vit at hetta er reinur
sjónleikur og symbolpolitikkur,
tá hvørki Kaj Leo ella nakar ann
ar kemur at loysa nakran flótta
fólkstrupulleika við at taka 20 – 60
familjur ella á leið 200 flóttafólk
hvørt ár næstu komandi ættarliðini
til Føroyar burturúr einum ótelj
andi skara av milliónum og aftur
milliónum, sum líða neyð og vera
forfylgd úti í heimi.
Men í hesum lítla fámenta og
viðbrekna oyggjasamfelag kemur
ein slík standandi innbjóðing frá
løgmanni til ein floym av fólki við
aðrari mentan øðrum átrúnaði og
heilt øðrum grundvirðum at gera
mun so tað forslær, ja, kanska tað
kann koma at kollvelta og broyta
samfelagið til nakað, sum vit als
ikki kenna aftur eftir bert fáum
árum.
Tolsemi røkkur bert til
tey rættrúgvandi
Tað er annars ein sannroynd, at
ongin skal váða sær at muta ímóti
hesum serliga formi fyri næstra
kærleika hjá Kaj Leo Holm Johanne
sen og hansara líkum. Ein útvaldur
bólkur av rættrúgvandi filantropum
hevur nevniliga tikið sær einkarætt
uppá definera einastu røttu og
hóskandi meiningina, tá tað snýr
seg um flóttafólk.
Aðrar
sokallaðar
ódámligar
meiningar, - fyrivarni, ávaringar og
skilvísar frágreiðingar um vandan
við hesi “kultur-konfrontatión”
– verða av humaniteru elituni
uttan undantak kolldømt sum
fremmandahatur, facisma og ikki
minst racisma.
Tiltikna tolsemi hjá hesum
útvalda skara av rætttrúgvandi
meiningsskaparum í vesturlendsku
fjølmiðlunum
røkkur
nevnliga
aldrin longur enn til, at ert tú
ikki samdur í teirra definitión av
tolsemi, – so er tolsemi eisini uppi!
Tolsemi røkkir altíð til fjarskotin
lond, – men sjáldan til grannan!
Politiskt korrektar
meiningar
Aðrar meiningar enn tann polit
iskt korrekta verða altíð og uttan
undantak skírdur av teimum sjálv
tilnevndu humanistunum fyri at
vera víðgongdar, intolerantar og
ikki minst merktar av hatri til øll
fremmandafólk.
Tað er sjálvsagt, at onki sakligt
ella konstruktivt orðaskifti um
henda
spurning
kann
spretta
burturúr einum slíkum einsrætt
aðum meiningsumhvørvi merkt av
frelstum sjálvrættvísi og djúpari
vanvirðing fyri teimum, sum hugsa
øðrvísi enn ráðandi solidarska
stættin av humanistiskum trúboð
arum.
Tá granskað verður í føroyska
orðaskiftinum um hetta evni eftir
famøsu nýggjársrøðuna hjá løg
manni, so sæst eisini, at júst hesin
sami ráðandi hugburður verður
endurspeglaður í føroyska sam
felagnum.
Tey flestu, sum hava nøkur fyri
varni og nakrar meiningar,sum ikki
hóska inn í almennu definitiónina
hjá teimum, sum hava tikið sær
einkarætt til tolsemi og solidaritetin
í samfelagnum, – halda seg aftur
í orðaskiftinum, heilt einfalt tí
tey hætta sær ikki, at verða løgd
undir at verða skírd mannvond,
samvitskuleys og facistar.
Fjarskotin menniskja
kærleiki
Løgið kortini, at hesi somu fólk,
sum hava tikið sær patent uppá
at vera meira hjartagóð enn øll vit
onnur, – altíð eru mest ágrýtin tá
hesin menniskjakærleiki røkkur
til fremmandafólk og ikki kost
ar teimum sjálvum nakað, – ja,
rættuliga stórfingin, tá hann ikki
skal praktiserast í egnum nærum
hvørvi!
At vit hava fólk her á landi
sum líða neyð, sjúk og gomul, sum
ikki fáa ta hjálp teimum tørvar,
einsamallir uppihaldarar sum liva
undir fátækramarki og mugu fáa
hjálp frá »Í menniskjum góðum
tokki« – og sum vit fyrst og fremst
hava ábyrgd av sum land og tjóð, –
sýnist at koma í aðru røð, – og eru
ikki nevnd við einum orði í hesi
hjartanemandi nýggjársrøðu hjá
løgmanni.
Human arroganca
Typiskt fyri orðaskiftið í Føroyum
eins og aðrastaðni, so hava leið
andi politikarar, mentafólk og fjøl
miðlaumboð v.m. her eisini lyndi
til at harta tey, sum eru atfinn
ingarsom og sýna fyrivarni á hes
um øki.
Tey hava sjáldan nøkur verulig
argument fyri at opna dyrnar fyri
flóttum og innflytarum úr alskins
heraðshornum uppá víðan vegg,
men eru sum flest øll politisk
korrekt, – altíð fordømandi móti
annaðleiðishugsandi, – og halda
seg annars treytaleyst til alment
viðurkendu definitiónina av hvat
ein skal meina og halda um henda
spurning.
Humana arrogancan lúrir altíð
í bakgrundini. Við sínum positivu
útsøgnum um flóttar og innflytarar
roynir sinnalagsstýrandi elitan at
hevja seg sjálvan upp til at standa
fyri nøkrum betri og rættvísari enn
tað, sum øll hini »minni góðu« av
teirra landsmonnum umboða.
Óspiltar meiningar
Í hesum samanhangi er tað undr
unarvert, at nakar torir at standa
fram og bera fram ein vitnisburð,
sum ikki fylgir almenna viðurkenda
meiningsrákinum.
Sigast má, at Brandur Sandoy
er bæði erligur og djarvur, tá hann
framber eina forbodna meining í
nútíðar sjálvrættvísissamfelagnum.
Hann sigur bart út, at vit skulu ikki
taka ímóti flóttafólki, tá hetta eftir
hansara tykki er skaðiligt og ikki
gagnar føroyska samfelagnum.
Forkláringin er ivaleyst er, at
hann er »óspiltur«, og stundir hava
enn ikki verið at indoktrinerað hann
av tí altvaldandi meiningsberandi
elituni.
Islamiseringin
av Vestureuropa
Samb. ST- og EU-prognosur fer nú
verandi fólkatali í Týsklandi uppá
gott 80 millióner at tódna til umleið
60 milliónir í 2050, harav turkar
og aðrir muslimar verða ein alt
størri og størri partur, til teir vera í
reinum meiriluta umleið komandi
árhundraðskifti. Í Týsklandi vóru í
1960 undir 7.000 muslimar, – í dag
eru fýra milliónir!
Í nógvum týskum býum er
muslimski parturin av fólkinum
longu komin uppá 30-35 pct., og
samb.framrokningarnar vilja teir
fáa reinan muslimskan meiriluta
innan lutfalsliga stutta tíð! Sama
er galdandi fyri fleiri enskar og
franskar býir.
Í Frankaríki eru í dag seks milli
ónir muslimar, og í Hollandi er
muslimski parturin av fólkinum
vaksin til meira enn tað dupulta
síðani 1980.
Í Bruxelles og í nógvum øðrum
europeiskum stórbýum eru yvir
helmingurin av øllum nýføddum
børnum av muslimskum uppruna
At enda skal líka nevnast, at tað
í Birmingham nú eru fleiri moskéer
enn kirkjur.
Er tað hetta Kaj Leo Holm Jo
hannesen ynskir ella hvat?
Bjørn á Heygum
Aðrar meiningar enn tann politiskt korrekta verða altíð
og uttan undantak skírdar av teimum sjálvtilnevndu
humanistunum fyri at vera víðgongdar, intolerantar og
ikki minst merktar av hatri til øll fremmandafólk
At vit hava fólk her á landi sum líða neyð, sjúk og
gomul, sum ikki fáa ta hjálp teimum tørvar, einsamallir
uppihaldarar sum liva undir fátækramarki og mugu
fáa hjálp frá »Í menniskjum góðum tokki« – og sum
vit fyrst og fremst hava ábyrgd av sum land og tjóð, –
sýnist at koma í aðru røð, – og eru ikki nevnd við einum
orði í hesi hjartanemandi nýggjársrøðu hjá løgmanni