mánadagur 26. januar 2015síða 9
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 26. januar 2015 · Nr. 10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Eirikur Lindenskov
Í desember í fjør varð Menta
málaráðið kunnað um, at
ein mannligur lærari var
meldaður til løgregluna fyri
ónærisligan
atburð
móti
børnum.
Mentamálaráðið
valdi at sláa kalt vatn
í blóðið í fyrstu atløgu,
men í januar fingu tey í
Mentamálaráðnum boð um,
at málið enn verður kannað,
og tí er maðurin frítikin sína
ábyrgd á arbeiðsplássinum.
– Tað er bæði eitt starvs
fólkamál og eitt politimál,
men løgreglan ger allar kann
ingarnar, og tí kunnu vit
ikki siga nakað um ítøkiligu
ákærurnar, sigur Poul Geert
Hansen, aðalstjóri í Menta
málaráðnum.
Júst hvat málið snýr seg
um, vil Poul Geert Hansen tí
ikki upplýsa, men sum Miðla
húsið skilur er talan um, at
lærarin hevur sent ónæris
ligar myndir av sær sjálvum
til skúlabørn.
Vanlig mannagongd
Tað er einki óvanligt í, at ein
lærari verður frítikin starv
sítt, meðan slíkar kanningar
vera gjørdar. Hóast maðurin
hvørki er skuldsettur ella
dømdur enn, so er tað fyri at
verja hann og børnini á skúl
anum, at Mentamálaráðið
velur hesa loysn.
– Tað er púra vanlig
mannagongd, at ein slík støða
elvir til frítøku av arbeiðs
uppgávunum. Í hesum førum
er tað fyri at verja læraran,
sigur Poul Geert Hansen.
Skúlastjórin hjá læraran
um vil einki siga. Hann vísir
á, at hetta málið er so eymt,
at viðkomandi maður má
verjast, til málið fer víðari til
ákæruvaldið.
Løgreglan einki siga
Jón Klein Olsen, varapoliti
kommisserur í Føroyum, vil
ikki siga nakað um málið.
Einki kann sigast um eitt
eventuelt mál enn, tí løg
reglan er enn í gongd við
grundleggjandi
kanning
arnar. Og tær kanningarnar
kunnu bæði enda við, at løg
reglan sleppur málinum ella
at maðurin verður skuld
settur.
Jón Klein Olsen váttar
tó fyri Miðlahúsinum, at
løgreglan í hesum døgum ger
ymiskar forkanningar í mál,
sum hava seksuellan karak
ter, hóast hann ikki vil gera
viðmerkingar til hetta ítøki
liga málið.
eirikur@sosialurin.fo
Lærari kannaður fyri
ónærisligan atburð
Í desember fjør varð ein mannligur lærari í Føroyum meldaður til løgregluna fyri ónærisligan atburð móti
børnum. Hóast maðurin enn ikki er skuldsettur, so er hann frítikin fyri at røkja starvið sum lærari
Flogskiparar ávara
ímóti lasaraljósi
Eirikur Lindenskov
Flogskiparafelag
Føroya
heitir nú á øll, ið peika við
lasaraljós ímóti flogførum,
um at vísa meira ans og
gevast við slíkum.
– Hóast flogfarið ikki fær
skaða av tí, so órógvar ljósið,
um tað kemur í stýrihúsið.
Og fáa flogskiparnir ljósið í
eyguni er møguleiki fyri, at
teir missa sjónina í eina løtu.
Hetta sigur Johan Vágadal,
flogskipari og formaður í
Flogskiparafelag
Føroya,
sum eisini heitir á foreldur
at børnum við lasarapenni,
um at fortelja teimum um
vandan.
Lasaraljós kunnu verða
skaðilig fyri eyguni. Og fyri
ein flogskipara kann ein lítil
skaði fáa stóra avleiðing fyri
persónin. Tí um hann ikki
lýkur heilsukrøvini, verður
hann noyddur at gevast við
at arbeiða sum flogmaður.