Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-26, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. januar 2015síða 10

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 26. januar 2015 · Nr. 10 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Danjal av Rana Auschwitz-Birkenau, ið var ein fangalega samansett av fleiri týningarlegum og ar­ beiðs­legum, rúmaði upp á tað mesta 200.000 fang­um. Ein­ans fáar dagar áðr­enn reyði herurin náddi Ausch­ witz, høvdu nazistar­nir sent 58.000 fangar á eini gongu vestureftir, í frosti og kava, til aðrar týningarlegur, sam­ stundis sum týski her­urin flýddi undan russisku her­ megini. Týningarlegan Ausch­ witz-Birkenau varð bygd við ein­um endamáli fyri eyga, at gera ein enda á jødiska trupul­leikanum í triðja ríkinum, sambært SS-ovasta­ num Heinrich Himmler. Týnining í Auschwitz var væl skipað, og nógv av okkara felags kunnleika til týningarlegurnar, er frá umstøðunum í Auschwitz. Tok komu fullastaði við fang­ um, fyrst og fremst jødum, inn á tokstøðina. Síð­ani vóru tvær røðir gjørdar, ein við konu­fólkum, ein við mann­ fólkum. Læknar kann­aðu allar nýkomnu fangarnar og býttu teir í tveir bólkar. Megin­parturin av fangunum, oftast tey veiku, sjúku og gomlu, vóru send beinleiðis í deyðan í gasskømørunum, tey fáu frísku skuldu nýtast sum arbeiðsmegi. Nøkur fá end­aðu í klørnum á Dr. Josef Mengele, ið gjørdi ymiskar lækna­ligar royndir við fangunum. Í øðrum týn­ ingar­legum var eingin tílík fráskiljan, øll vóru send bein­ leiðis í deyðan. Fleiri enn 1,1 millión jødar, 70.000 polakkar, 25.000 roma og 15.000 krígsfangar vóru myrdir í Auschwitz- Birkenau. Við árunum gjørdist hesin dagurin miningardagur fyri Holocaust í fleiri og fleiri lond­um og 2005 samtykti ST ein­mælt, at 27. januar skuldi vera altjóða minningardagur altjóða Holocaustdagurin 27. januar eru 70 ár liðin síðani russiskir hermenn komu inn í týningarleguna Auschwitz-Birkenau í Póllandi. Tó at 7.000 yvirlivandi fangar vóru eftir í týningarleguni, so gjørdist tað skjótt eyðsæð, at stórir ræðuleikar vóru farnir framm har 1,1 mió jødar doyðu Fólkamorð alt ov vanligt í 20. øld Altjóða Holocaustdagurin er ikki einans til minnis um sjálvt Holocaust, men eisini um offur fyri fólkamorð í víðari merking. Hóast Holocaust verður mett at vera í einum flokki fyri seg, so hava nógv onnur fólkamorð verið gjøgnum tíðirnar. Sambært millum­tjóða­ sáttmálanum hjá ST um forðan og revsing av fólka­ morðs­brotsverkum, er eitt fólka­morð allýst sum gerðir, gjørdar við teirri ætlan at oyði­leggja, partvís ella full­ kom­iliga, ein tjóð­skapar­ bólk, ein etniskan bólk, eina rasu ella ein átrúnaðarligan bólk. Dúliga verður kjakast um, hvørt ávísar hendingar skulu lýsast sum fólkamorð ella ikki, men her eru nøkur dømi um vanliga viðurkend fólka­morð í 20. øld. Í 1904 lótu um 75.000 fólk lív í Namibia, tá týski her­ urin rak Herero og Nama fólkið út í oyðimørkina. Frà 1915 til 1923 lótu 1,5 milliónir armenar lív undir harðrenda stýrinum hjá turkum í Anatolia. Frá 1932 til 1933 lótu minst 5 milliónir ukrainar lív orsaka av hungursneyð, sum stjórnin hjá Josef Stalin við vilja setti í verk. Frá 1933 til 1945 lótu 6 milliónir jødar lív undir øðrum heimsbardaga. Í 1937-1938 lótu 450.000 kinesarar lív í Nanjing, tá japanski herurin leyp á í tí seinna sino-japanska kríg­ num. Í 1975 til 1979 tóku Reyðu Khmerarnir lívið av 1,7 milliónir kambodjanum. Í 1986 til 1989 tók Saddam Hussein lívið av 180.000 kurdum. Í 1990 lótu 800.000 tutsiar lív, eftir at hutufólkið í Rwanda brádliga vendi sær móti teimum. 31. mars 1995 lótu 8.500 bosniarar lív í blóðbaðnum í Srebrenica í Bosnia. Yvir 100.000 lótu lív í bosniska borgarakrígnum. Síðani 2003 eru umleið 300.000 fólk deyð í Darfur í Sudan. danjal@sosialurin.fo