mánadagur 26. januar 2015síða 11
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 26. januar 2015 · Nr. 10
altjóða Holocaustdagurin
í Auschwitz
Verður ikki al
mennur flaggdagur
Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, gjørdi greitt,
at talan ikki verður um at skipa altjóða Holo
caustdagin sum almennan flaggdag í Føroyum
Danjal av Rana
15. august 2014 setti Bjarni
Djurholm
Bjørn
Kalsø,
landsstýrismanni í menta
málum, og Kaj Leo Holm
Johannesen, løgmanni, ein
skrivligan
fyrispurning,
um at skipa 27. januar, tað
er
altjóða
minnisdagur
fyri Holocaust, sum al
mennan flaggdag í Føroy
um.
Bjarni Djurholm vísti
á, at løgmaður bæði á
vári í 2013 og í 2014 hevði
boðað frá, at almennur
Holocaust-dagur
skuldi
setast í gildi í Føroyum.
21. oktobur svaraðu teir
báðir so tingmanninum hjá
Fólkaflokkinum. Hvørgin
teirra tók undir við, at
skipa dagin sum almenn
an flaggdag. Víst var á, at
hetta er ikki vanligt aðra
staðni, enntá ikki í Ísrael.
Einasta land, ið hevur
skipað dagin sum almenn
an flaggdag, er Týskland.
Tó so, dagurin verður
hildin sum minnisdagur,
og bæði Bjørn Kalsø og løg
maður hildu, at almennu
myndugleikarnir
kundu
gjørt meiri burtur úr deg
num.
– Mín persónliga áskoð
an er, at vit eiga at gera
27. januar til ein altjóða
minningardag um Holo
caust, har vit í Føroyum í
breiðastu merking minnist
fólkadráp kring heimin.
Hetta tryggjar, at okkara
komandi ættarlið kenna
og læra av søguni, segði
løgmaður.
Bjørn
Kalsø
legði
í
sínum svari til Bjarna
Djurholm dent á, at góðir
møguleikar eru at kunna
um lagnuna hjá jødunum,
við støði í verandi undir
vísingartilfari.
– Endamálið við at gera
27. januar til minningardag
er gott, og boðskapinum
um at forða fyri fólkadrápi
kann eg sjálvandi taka
undir við. Vit eru gjøgnum
fjølmiðlarnar nærum dag
og dagliga vitni til, at fólka
dráp verða framd, og tað
er tíverri ikki so einfalt at
steðga hesum. Vit kunnu
tó
gjøgnum
upplýsing
ávara móti hugburði og
atburði, sum kunnu føra
til fólkadráp, segði Bjørn
Kalsø millum annað í svar
inum.
Bjørn Kalsø vísir á,
at Holocaust verður við
gjørt í ymsum lærugrein
um í skúlanum, og at longu
í 1. flokki fáa børnini undir
vísing um mannarættindi
og etiskar spurningar. Til
far um Holocaust er eisini
at finna á undirvísingar
portalinum
Snar,
eins
og at fleiri bøkur, filmar,
plakatir og líknandi er til
taks hjá lærarum. Nám,
sum er stovnur undir
Mentamálaráðnum, hevur
eisini bjóðað skeið í evn
inum Holocaust.
– Fyri at dagurin veru
liga skal festa røtur, er
neyðugt, at fyrireikingar
verða gjørdar saman við
kommunum,
skúlum,
øðrum viðkomandi stovn
um og fjølmiðlum. Eg fari
tí í fyrsta umfari at taka
spurningin upp í lands
stýrinum og eftir tað taka
støðu til, hvussu dagurin
kann gerast meira sjón
ligur merkisdagur í Føroy
um, segði Bjørn Kalsø.
danjal@sosialurin.fo
um Holocaust og onnur
fólkamorð.
Samstundis heitti ST á øll
lond um at seta dagin í gildi
sum almennan minningar
dag, soleiðis at komandi
ættarlið kunnu læra av søg
uni og forða fyri, at fólka
morð aftur verða framd.
Tá
2.
veraldarbardagi
var av, høvdu nazistarnir
dripið yvir seks milliónir
jødar í ghettounum, í hóp
drápum,
í
arbeiðslegum
og í týningarlegum sum
Auschwitz-Birkenau. Heili 2,5
milliónir jødar vóru dripnir í
tíðarskeiðnum frá apríl til
novembur 1942. Hetta var
beint eftir Wannsee-fundin,
ið var hildin í januar 1942,
har endaliga loysnin upp
á jødiska trupulleikan var
góðkend.
Altjóða Holocaustdagurin
verður hildin til minnis um
ofrini
fyri
hóptýningar
politikkinum
hjá
nazist
unum. Hetta vóru væl til
rættaløgd, skipað dráp av
jødum og øðrum minnilutum,
so sum romafólki, menn
ingartarnaðum, sálarsjúkum,
samkyndum, Jehova vitnum
og øðrum átrúnaðarligum
bólkum. Aðrir bólkar sum
slaviska fólkið í Póllandi
og
Sovjetsamveldinum,
sovjetskir
krígsfangar,
kommunistar
og
aðrir
politiskir
mótstøðumenn
móti nazismuni, vóru eisini
týndir í hópatali. Dagurin
gevur møguleikan at skapa
tilvitsku um hópoyðingar
politikkin og gevur høvi at
kjakast og hugsa um hvussu
og hví tílík brotsverk kunnu
henda á so stórum stigi.
danjal@sosialurin.fo
Auschwitz
Auschwitz-Birkenau, var ein fangalega samansett
av fleiri týningarlegum og arbeiðslegum, og rúmaði
hon upp á tað mesta 200.000 fangum. Týningarlegan
varð bygd við einum endamáli fyri eyga, at gera ein
enda á jødiska trupulleikanum í triðja ríkinum
Menn og kvinnur í hvør síni røð. Í bakgrundini sæst røðin av
teimum, sum vóru send beinleiðis í gasskamarið.