Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-26, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. januar 2015síða 12

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 26. januar 2015 · Nr. 10 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kjak Latið 266b fáa frið Annita á Fríðriksmørk “AVTAKIÐ 266b!” siga tey fyri kortum so ídnu fortalararnir fyri 266b. Bara tað, at man gongur fremst í barrikadunum fyri onkrum, og so stutt eftir gongur líka frammalaga, men nú ímóti, fær mítt skep­ sis fram í ljósmála. Tá fari eg at ivast í rótini. Er tað bara okkurt opportunt, sum er uppi í tíðini, sum flákrar – fyrst fyri og so ímóti, ella er hetta væl funderað og væl sementerað sjónarmið. Men tali- og skrivifrælsið er yvir øllum. Og er man ein Charlie, so er man – siga nøkur - ímóti rasismuparagraffum og blasfemiparagraffum og annars øllum avmarkingum í framburðsfrælsinum. Nú skal orð fellast við orði, og vit skulu verða so fræls so fræls til at bera fram okkara sjónarmið. Eisini um vit vilja hótta, spotta og háða hvønn annan. Søgan sigur okkum annars, at húðalitur, tjóðareyðkenni, etniskur uppruni, trúgv og seksuell orientering eru eyðkenni, sum hava verið forfylgd enntá til deyðis. Eisini um okkara leiðir og eisini í nýggjari tíð, og verða tað enn tann dag í dag nógva staðni í heiminum. Tað eru ikki aðrir bólkar, sum liggja og banka uppá, og sum vilja sleppa uppí 266b. Heldur ikki tey reyðhærdu ella frøknutu, sum annars ofta verða tikin fram sum dømi av teimum, sum eru ímóti 266b. Og heldur ikki tey handikappaðu ella sálar­ veiku. Ongin av hesum bólkum verða av myndugleikunum hildin at verða ein bólkur, sum verður háðaður og spottaður. Og tey, sum hava feløg aftanfyri seg at arbeiða fyri teirra rættindum, hava heldur ikki ynskt at verða partur av 266b. Tað er heldur ikki so, at 266b verður broytt í tíð og ótíð, sum somu fortalarar halda uppá. Lógin er 76 ára gomul. Hesi 76 árini er lógin viðkað 4 ferðir. 266b sigur, at tað er ólóg­ ligt at hótta, spotta og háða hvønn annan. Upprunin frá 1939 hevði til endamáls at verja danskar jødar, sum vórðu forfylgdir. Vit góðtaka lógir, sum forbjóða fýsiskum harðskapi. Vit eru øll samd um, at tað er í lagi. Hóast tað eisini ger, at tey harðligu í nøkrum førum liggja í undirskógum og plan­ leggja harðskap.Hesir undir­ skógir rættvísgera tó ikki, at vit skulu frígeva fýsiskan harðskap og lata svørð høgg­ ast við svørði. Ella sjálv­ morðs­bumbu við sjálvmorðs­ bumbu. Heldur ikki haldi eg, at vit skulu góðtaka og frígera sálarligan ágang. Tað eru hóast alt nógv, sum ikki duga ella kunnu ella vilja fara í kjak við reorisk mótstøðufólk, sum hava tørv á at hótta, spotta og niðurgera aðrar bólkar. Eg kann gott góðtaka, at 266b er meira ein signallóg enn ein forðingarlóg. Og friður verið við tí. Men tað hevur so sanniliga eisini sítt signalvirði at taka lógina av. 266b og tolsemi eru mótsetningar Svar til Annitu á Fríðriksmørk og Leiv Persson Sjúrður Skaale Gangi út frá at Annita á Fríð­ riksmørk sipar til mín tá hon í grein týsdagin tosar um fólk, sum hava gingið fremst fyri 266b, og nú ganga fremst ímóti somu lóg. Nu haldi eg einki galið vera í at justera sína meining við­hvørt - men tað havi eg ikki gjørt í hesum føri. Fer hon at leita sær Annita, at eg longu 2010 segði við Dimma­ lætting, at eg var skeptiskur móti hesi lóg, tí hon "gekk talufrælsinum nóg so nær". Annita vil hava lógina ver­ andi, tí "søgan sigur okkum at húðalitur, tjóðareyðkenni, etniskur uppruni, trúgv og seksuell orientering eru eyð­ kenni, sum hava verið for­ fylgd enntá til deyðis." Leivur Persson vísir í viðmerking á tað sama. Og rætt hava tey. Men hetta er hent og hendir í lond­um, sum IKKI hava fult talu­frælsi! Tað var IKKI talufrælsi í Nazi­týsklandi. Ella Sovjet. Ella Kina. Tað er IKKI talu­ frælsi á Cuba. Ella í Uganda. Vit kunnu ikki verja okk­ um móti tí, sum hendir í londum við ongum talu­ frælsi, við at avmarka okkara talufrælsi. Vit skulu gera tað øvuta: Vit skulu lata orðið verða púra frítt! Tað er ikki LOYVT alment at verja samkynd í Uganda. Tað er ikki LOYVT alment at verja dissidentar á Cuba. Tað var ikki LOYVT at verja jødar í Nazitýsklandi. Tað fría orðið var og er ikki trupulleikin. Vanlukkurnar henda, har orðið IKKI er frítt. Tolsemi vent á høvdið Leivur Persson skrivar, at "fólkaræði mennist tá tað svarar ótolsemi við tolsemi" - og tí heldur hann, at 266b ikki skal rørast. Hesum skilji eg einki av. Tí 266b snýr seg ikki um tolsemi. Tolsemi er jú at tolerera tað, einum ikki dámar. Við 266b verður hetta vent á høvdið. Sambært 266b er tað at vera tolerantur at tiga við tí, sum onnur kunnu blíva stoytt av. Eftir álopið í París tóku nógv til sitatið eftir Voltaire sum segði: "Eg eru ósamdur við tí tú sigur - men eg vil doyggja fyri tín rætt til at siga tað". Men eisini hesum koppar 266b á høvdið. Tí við hesi lóg kann mann siga: "Eg kenni meg særdan av tí, tú sigur - og tí skalt tú tiga við tí. Og vissi tú ikki tigur, skalt tú í geglið fyri tað!" Og minnist til: Øll eru ikki líka erkvisin. Summi tola nógv av - onnur vera særd av næstan ongum. Kriteriiini eru ikki og kunnu ikki vera objektiv. Og júst tí kunnu ávísir bólkar við lógini vinna sær ein status sum ger, at øll onnur mugu taka atlit til júst teirra kenslur. Frælsið kann særa Fleiri vísa í kjakinum á, at tað fría orðið kann særa. Tað er rætt. Talufrælsi má ikki síggjast sum ein rættur til at háða onnur - tað skal síggjast sum ein ábyrgd. Øll kenna tíverri ikki hesa ábyrgd. Men tað merkir ikki, at vit skulu skerja fría orðið! Fría orðið er eitt amboð - og í einum frælsum landi mugu fólk sleppa at nýta hetta amboð sum tey halda, at tað skal nýtast. Landsins orða­ skifti má endurspegla land­ sins mentan, hugburð og vitanar­stig. Summi halda tað vera ør­ kymlandi at síggja frælsar borgarar nýta sítt frælsi - og tí fara tey at tosa um, hvussu nógv frælsi vit tola. 266b er eitt úrslit av hesum. Við hesi lógini flyta vit okkum inn á eitt øki, har frælsi ikki ræður. Í staðin verður spurningurin, hvussu nógv tað skal skerjast. - Altso hvussu nógvum ófrælsi, vit kunnu liva við. Vit kunnu samanbera við atkvøðurættin. Eg haldi tað vera ræðandi, at flokkar á ytsta høgravonginum nú vaksa fram í ávísum euro­pe­ iskum londum. Eftir mín­um tykki misnýta fólk atkvøðu­ rættin, tá tey atkvøða fyri hes­um flokkum. Men svarið er ikki at av­ marka atkvøðurættin. Tí so avmarka vit tað frælsi, vit byggja á. Fólkaræðið er ein uppgáva hjá hvørjum einstøkum. Vit sleppa ikki undan hesi upp­ gávu við at kriminalisera tað, okkum ikki dámar. Signallóg Annita sigur, at 266b er ein signallóg. Men hon er har. Hon kann nýtast. Og var hon galdandi í verandi líki, tá stóra kjakið um at fáa sam­ kynd inn í lógina var uppi, so hevði onkur kunnað blivið dømdur fyri tað. Endamálið hjá teimum sum stevndu ein prest mitt í rokinum, var júst at vísa á, at presturin ikki kundi dømast fyrr enn samkynd vóru um­ fatað av lógini. Eg sigi fyri meg: Mær dámdi lítið nógv av tí, sum tá bleiv sagt um samkynd. Men samstundis haldi eg tað hevði verið heilt forferdiligt, um onkur tá hevði endað í geglinum fyri at siga sína meining. Tá høvdu vit eitt púra frítt kjak. Og tað flutti nógv. Hevði tað verið ólógligt at siga tað um samkynd, sum summi søgdu, høvdu tey ikki sagt tað. So hevði kjakið ikki verið opið - og so hevði tað heldur ikki flutt so nógv. Sum eg havi sagt: So leingi 266b er har, skulu samkynd vera partur av lógini. Men tað besta fyri allar partar hevði verið at strikað hana. Halt blankan kjaft, Rósa! Signar P. Dam kommunulækni Tvøroyri Má siga, at mítt suðroyarblóð kom í kók, tá ið eg sá hasa hyklerisku fram­ferð­ina hjá Rósu Samuel­sen í sjón­varps­ kjak­inum týskvøldið. At síggja hvussu hon royndi at bjarga sínum egna skinni, við at leggja ábyrgd­ ina yvir á Karsten Hansen, var andstyggiligt. Sannleikin er, at ábyrgdin fyri øllum trupulleikunum á Landssjúkrahúsinum liggur hjá Rósu Samuelsen sjálvari. Alt botnar í, at Lands­ sjúkra­húsið hevur havt mest­sum ongan vøkstur á fíggjar­ætlanini í fleiri ár, og hvør hevur ábyrgdina av hes­ um? Rósa Samuelsen! Hon hevur millum ann­að syrgt fyri, at Lands­sjúkra­ húsið skal spara útvið 30 milliónir krónur!! tey næstu tvey árini. Karsten Hansen bønaði og bað um, at játtaðar vórðu 4 milliónir krónur eyka til raksturin í ár, tí hann sá, at játtanin fór ikki at halda, um aktivitetsstøðið skuldi vera tað sama; men hann fekk blankt nei frá Rósu Samuel­ sen! Eitt nýmótans sjúkrahús sum Landssjúkrahúsið má hava økta játtan hvørt ár, tí menningin á medisinska økinum er nú einaferð kostn­ aðarmikil – so har má man velja. Vil man, sum Rósa, gera um­støðurnar hjá røntgen­ deildini so vánaligar, at teir verða noyddir at seta so ópopuler tiltøk sum mammo­ grafileiðreglurnar í verk, ja so biður ein um trupulleikar, men tað er ikki Karsten Hansen sum hevur skuldina í hesum, men harafturímóti Rósa Samuelsen! Tú skal veljast aftur skilji eg, men brúka ikki van­ lukkuligar lagnur sum lop­fjøl ella kunnu ella vilja fara í kjak við reorisk mótstøðufólk, sum hava tørv á at hótta, spotta og niður­gera aðrar bólkar. Eg kann gott góðtaka, at 266b er meira ein signallóg enn ein forðingarlóg. Og friður verið við tí. Men tað hevur so sanniliga eisini sítt signalvirði at taka lógina av.