mánadagur 26. januar 2015síða 13
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 26. januar 2015 · Nr. 10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Búskapur og arbeiðspláss –
Eisini Game Jam Føroyar!
Janus Rein
Løgtingsmaður fyri
Fólkaflokkin
Tað er týdningarmikið, at vit
hava ein sterkan og vaksandi
føroyskan búskap. Eitt av
amboðunum, at røkka hes
um máli, er arbeiðspláss. Tað
er umráðandi, at vit politik
arar skapa góðar karmar
og gróðrarlíkindi fyri eini
vaksandi mongd av arbeiðs
plássum, serliga innan pri
vata vinnugeiran. Ein vinnu
geiri er t.d. framleiðsla av
telduspølum, appum o.t. Ein
vinnugeiri, sum í stóran mun
hugtekur og dregur tey ungu
og og dynamisku fólkini.
Vistu tit, at hesin vinnugeiri
t.d. er 10 ferðir størri enn
allur
heimsmarknaðurin
innan alilaks? Vistu tit, at í
hinum norðanlondunum eru
nógv arbeiðspláss og stórar
inntøkur í hesum vinnu
geiranum?
Útflutningurin av teldu
spølum og appum er talgildur
og ómaksleysur, og inn
flutnings- og rávørutørvurin
er nærum eingin. Meir ella
minni allur umsetningur fer
í arbeiðspláss og yvirskot.
Er hetta so nakað fyri okk
um í Føroyum? Jú heilt vist,
hetta er líka til høgrabeinið
og ein frálíkur vinnugeiri,
serliga tá hugsað verður um
vinnu og arbeiðspláss til
yngru ættarliðini.
Game Jam Føroyar er
eitt samstarv ímillum Íverk
setarahúsið og Føroya Tele,
sum verður hildið eina ferð
um árið. Tiltakið er ein
workshop, har øll, sum vilja
og hava hug, kunnu koma og
royna seg innan telduspæl
framleiðslu.
Workshoppin
er 48 tímar út í eitt, og mál
setningurin er at náa so langt,
sum gjørligt í byrjunarfasuni
av at skapa eitt spæl. Mann
kann hyggja upp á tiltakið
sum eina roynd at vekja
tankar og hugskot, sum lut
takararnir so kunnu arbeiða
víðari við.
Fyri at styrkja um møgu
leikarnar fyri at okkurt skuldi
kunna spurt burturúr, og at
onkur veruliga kom í gongd,
og fyri at skapa karmar fyri,
at hesin vinnugeiri kundi
fáa fótafesti í Føroym, legði
eg á vári í 2013 uppskot fyri
Løgtingið hesum viðvíkj
andi.
Uppskotið skuldi geva
Íverksetarahúsinum karmar
og møguleikar fyri at hava
Game Jam hugtakið koyr
andi alt árið í einum minni
formati.
Uppskotið
varð
samtykt, og í dag hevur
Íverksetarahúsið
skapt
fastar karmar í Tórshavn, har
arbeitt verður innan mennig
av telduspølum og appum.
Komandi
vikuskiftið
verður aftur árliga Game
Jam Føroyar tiltakið. Tað er
ómetaliga gleðiligt og hug
takandi at síggja, hvussu stór
menningin er á økinum.
Vistu tit, at tað nú eru
fleiri ungfólk búsitandi í Før
oyum umframt smáar vinnu
fyritøkur, sum eru í ferð við
ella eru komin í gongd í hesi
vinnu?
Staðfestast kann, at teldu
spælframleiðsluvinnan er nú
eisini komin til Føroya og er í
støðugari menning.
Hetta fegnist eg nógv um.
Vit høvdu onki at tapa og alt
at vinna. Tað sær út til, at vit
í hesum føri fara at vinna
okkurt. Hetta fer, í byrjanini
sjálvandi í smáum, at skapa
fleiri arbeiðspláss og størri
bruttotjóðarúrtøku. Alt ger
mun, og eru vit dugnalig og
áhaldandi, er møguleiki fyri,
at hesin geirin kann fara at
geva eitt ítøkiligt ískoyti.
Vilja tit síggja eitt dømi
um tílíkar føroyskar íverk
setarar, sum eg í mínum
innleggi hugsi um, so fylg
niðanfyristandandi youtube
leinkju sum NORA hevur
framleitt:
http://youtu.be/4nnczK_KJYs
Hesin hevur skapt sær
sítt egna arbeiðspláss, hevur
egið virkið.
Búskaparliga ávirkar hesin
einstaklingurin bruttotjóðar
úrtøkuna og handilsjavnan
positiva vegin.
Hetta er gull vert fyri
samfelagið!
Uttanumtos, Jørgin Niclasen
Jóhan Christiansen
Fríggjadagin lat landsstýris
maðurin, Jørgin Niclasen, so
umsíðir hoyra frá sær. Tað
var ikki annað enn uttan
umtos, og við sera tunnum
grundgevingum, roynir hann
at grundgeva fyri sentral
stýringini av eldraøkinum
og varðveitslu av nøkrum
størvum í miðfyrisitingini,
sjálvt um økið er lagt út til
kommunurnar at umsita.
Mín pástandur er enn
tann sami. Fyrst og fremst,
so er trýstið og treytirnar
frá landsmyndugleikunum
til at nýta ávísar kt-skipanir,
einans fyri at uppihalda
einari
sentralstýrðing
av
eldraøkinum, og so annars
fyri at varðveita nøkur størv
í miðfyrisitingini, sum annars
høvdu verið óneyðug.
400,- mió. kr. verða fluttar
frá landinum til kommunur
nar at umsita, og eigur tað
at viðføra broytingar. Eg eri
als ikki úti eftir at fólk skulu
sigast upp í miðfyrisitingini,
tí tað havi eg fyri so vítt onga
meining um. Tað eg vil vísa á
er, at tað er als ikki rætt, at
nú kommunurnar hava yvir
tikið eldraøki, at miðfyri
sitingin framhaldandi skal
arbeiða, sum onki er broytt.
Og fyri at tryggja sær at onki
broytist, so áleggur man bara
kommununum nýggjar og
herdar treytir, sum í veru
leikanum bert rættvísgera
útsagnirnar hjá Ben Arabo
til fulnar. Lat okkum bara
gera tað so torført, stirvið og
ómøguligt, sum møguligt. So
er nokk av umsitingarligum
arbeiði til allar hendur (mín
tulking).
Landsstýrismaðurin
roynir at forsvara gongdina
í kt-málinum, við m.a. møgu
leikanum við samanber
ingum millum kommunur.
Hann vísti á í samrøðu við
kvf, at tað var eitt sera hent
amboð, at kommunur kunna
t.d. samanbera kostnaðin
av barnaansing í dag. Tað er
eisini rætt. Tær samanber
ingar vera í dag gjørdar, við
teimum skipanum kommun
urnar í dag longu hava. So
tað er ongin grundgeving fyri
treytunum, í samband við
útleggingina av eldraøkinum.
Vit samanbera longu í dag
uppá “kryds og tværs” millum
kommunur.
Vit kunna seta nakrar
spurningar, sum so ella so
lýsa málið:
•
Hví skulu aðrar skipan
ir til, fyri at gera saman
beringar á eldraøkinum,
tá vit longu hava skipanir,
ið kunna tað?
•
Hví skulu kommunurnar,
tær sum vilja og hava før
leikan til tað, ikki sleppa at
flyta lønir á eldraøkinum,
og nýta tær skipanir vit
longu hava í dag, til tað?
•
Hví skal lønarkontóri hjá
eldratænastunum
runt
um í landinum verða í
Tórshavn, í miðfyrisiting
ini?
•
Hví fáa vit sum kommunur
ikki
møguleikan
at
menna og styrkja um tær
kommunalu
umsiting
arnar, sum annars var
eitt av aðalmálinum við
útleggingum
av
máls
økjum?
•
Hví skulu serlig krøv set
ast til roknskapin á eldra
økinum, sum ikki vera
sett til onnur samstørv.
So sum Barnaverndar
tænasturnar?
•
Hví
skulu
kommunur
tvingast at nýta tvær
ymiskar skipanir, til somu
uppgávur (eina til eldra
tænastuna, og eina onnur
kommunal málsøkir)?
•
Hví vil man frá landsins
síðu tvinga eitt dýrkandi
millumlið millum land og
kommunur inn, tá tað ikki
er neyðugt?
•
Hví skulu vit tvingast at
rinda fyri nýtslurættin
av kt-skipanum, sum vit
í veruleikanum ikki hava
tørv á, og kanska enntá
ikki ynskja at brúka?
Soleiðis
kundi
eg
hildið
áfram at sett spurningar.
Men í veruleikanum vænti
eg bert meira uttanumtos.
Tí kt-skipanir í sjálvum sær,
og aðrar undarliga treyt
ir, eru ikki veruligi trupul
leikin. Veruligi trupulleikin
er enn tann sami. Eldraøki er
kommunalt nú, men man vil
ikki sleppa sentralstýringini
úr Havn. Kt-skipanir v.m.
eru bert eitt amboð til at
uppihalda hesa sentralstýr
ing, og evt. varðveita nøkur
størv.
Vit hava nú ein gyltan
møguleika at gera tær broyt
ingar og tillagingar, sum
eiga at vera gjørdar, og so
eldraøki verður so einfalt,
greitt og bíligt at umsita,
sum tað nú einaferð hóskar
til Føroyar. Vit hava ein
gyltan møguleika at skipa
økið, so teir eldru borgara
koma miðdepilin, og kunna
fáa eina enn betri tænastu
í framtíðini. Hví ikki nýta
hendan møguleikan nú?
kjak
Onkur dømi:
Land
Spæl/app
Árlig inntøka
(DKK)
Ísland
Finnland
Svøríki
Danmark
Norra
EVE Online
Angry Birds
Minecraft
Limbo
Wordfeud
400 mió.
900 mió.
500 mió
50 mió.
40 mió.
Nøkur dømi: