mánadagur 26. januar 2015síða 14
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 26. januar 2015 · Nr. 10
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kjak
Lívgandi løta við rytmiskum
tónleiki í Norðurlandahúsinum
Ólavur Hátún
Seinasta sunnudag ljóðaði í
útvarpinum millum lýsingar,
at “Tónleikarar á veg” – næm
ingar í tónlistarligu miðnáms
deildini í Hoydølum - fóru
at verða at hoyra í Norður
landahúsinum seinnapartin
og hesa ferð við rytmiskumk
tónleiki.
So var at fara niðan at
lurta, so mangan sum vit
hava verið tikin á bóli av
avrikum hjá okkara lesandi
ungdómi.
Og so var aftur hesaferð.
Lítið havi eg, gamli maður,
fortreytir fyri at meta um
dygdir og førleikar á hesum
nútíðar
tónleikaøki;
men
heildarupplivingin var mær
so rík, at eg fegin vil gera vart
við tað.
Vanlig fatan av rytmiskum
tónleiki man vera, at tú av
miklum ljóðligum háva og
ágangi úr hátalarum verður
syftur uppfrá til luttakandi
at vagga og veittra og soleiðis
við kropsligum lótum falla í
saman við fjøldini til felags
øsandi upplivingar. Alt gott
um tað; men í hesum føri í
Norðurlandahúsinum satst
tú sum á nálum frá byrjan
til enda lýðandi á framúr
dugnaligt spæl, sum innan
heildina við improvatoriskum
margfeldi dró teg frá einum
solistiskum ljóðføri til annað
- fyri stóran part í lágari
dynamiskari legu, har eisini
tøgnin innímillum skapti
serstakan spenning, til okk
urt nosið aftur fekk teg at
hvøkka við.
Hetta er tónlistarliga nú
tíðin, sum boðar frá góðum
fyri framman, eins og so
mong onnur ungdómlig sig
nal í okkara samfelag gera
tað.
Takksom eiga vit at vera,
at kapacitetur sum Kim
Kristensen leggur sál í at
vegleiða okkara ungdóm til
seriøsa menning á hesari
leið.
Tann ótýdligi veruleikin?
– at Eysturkommuna hevur 3. dýrastu umsiting í landinum
Bjarni Djurholm
Tað var eitt politiskt bragd,
at eldraøkið um ársskift
ið loksins var latið komm
ununum. At tað hepnaðist,
eiga vit at takka landsstýris
kvinnnuni í almannamálum
og Kommunufelagnum fyri.
Kortini, so gingu bara nak
rir dagar, so var borgarstjórin
í Eysturkommunu úti við
rívuni og ákærdi landsstýrið
fyri at miðsavna alla stýring
og ikki lata kommunurnar
umsita eldraøkið, sum tær
halda best. At landsstýrið
tilvitað leggur kalda hond á
eldraøkið....?
Men er hetta veruleikin?
Kann motivið hjá borgar
stjóranum í Eysturkommunu
vera annað enn pátikin um
sorgan fyri tey gomlu?
Á heimasíðuni hjá Gjald
stovuni
kunnu
vit
lesa
samanberingar av inntøkum
og útreiðslum hjá føroyskum
kommunum. Hetta ber til, tí
telduskipanir kunnu tosa
saman, og tað er við undran
at staðfesta, hvussu ymiskt
kommunurnar verða riknar.
Við hesum hagtølum gerst
spurningurin aktuellur, um
ónøgdi borgarstjórin kanska
hevur annað motiv í síni
herferð móti fíggjarmála
ráðnum enn umsorganin fyri
teimum gomlu - at hann ikki
vil, at samanberingarnar ger
ast enn meira avdúkandi, nú
eldraøkið er farið til komm
unurnar?
Hagtalssamanberingar
nar vísa, at ein familja við 3
børnum í Eysturkommunu
rindar yvir 10.000 kr meir
um árið fyri umsiting av síni
kommunu í mun til somu
familju í t.d. Vága kommunu.
Taka vit umsiting, so kost
ar bíligasta kommuna 2.082
kr fyri hvønn íbúgva, meðan
umsitingin hjá Eysturkomm
unu kostar heilar 4.190 kr.
Kanska ikki so løgið, at
borgarstjórin í Eysturkomm
unu er prippin, nú telduskip
anir innan eldraøkið eisini
skulu kunnu gera beinleiðis
samanberingar.
Í útreiðslum til fólkaskúlan
er Eysturkommuna tann 6.
dýrasta í landinum. Skúlin
har kostar har 21.314 kr fyri
hvønn næming, meðan í
grannakommununi
Fugla
fjørður, kostar skúlin 14.668
kr fyri næmingin. Til saman
beringar kostar hvør næm
ingur í Tórshavn er 10.985 kr.
Sama skilið er við barna
ansingini, har hvørt hvørt
barnið í Eysturkommunu
kostar 67.618 kr. Hóast hes
in kostnaðurin er hægri í
øðrum kommunum, so kost
ar barnaansingin í Eystur
kommunu 20.000 kr meira
árliga pr. barn enn í bíligastu
kommunu.
Hetta kostnaðarstøði er so
valið hjá Eysturkommunu, at
borgararnir har í meðal rinda
munandi meira til kommun
alu tænasturnar enn í mong
um øðrum kommunum.
Tað er skilagott fyri gjøg
numskygnið hjá borgarunum,
at almennu telduskipanirnar
kunnu samskifta.
Tað munnu allar aðrar
kommunur halda, sum ikki
hava víst ónøgd við nýggju
ábyrgdina av eldraøkinum.
Tí vildi tað verið burturvið
at
latið
borgarstjóran
í
Eysturkommunu fingið sín
vilja - at ongar beinleiðis
samanberingar skulu vera
sjónligar millum samstarvs
økini av útreiðslunum á
eldraøkinum.
Hesar upplýsingar hava
skattgjaldararnir krav uppá.
LSH undir
hørðum
trýsti!
John av Reyni
Vantandi arbeiðsumstøður
innan heilsuverk okkara
hevur staðið á tey sein
astu árini, og hevur Lands
sjúkrahúsið einans staðið
fyri sparingum og væntandi
játtan til at megna sínar
uppgávur.
Starvsfólkini
innan
heilsuverkið
hava
gjørt
sítt besta, og hava til tíðir
runnið skjótari enn tey
megna og eiga, hetta tí tey
ynskja sjálvsagt, at geva
eina so góða og trygga
heilsurøkt sum gjørligt.
Tó hava vit sæð og hoyrt
fleiri og fleiri neyðarróp tí
siðstu tíðina har starvs
fólkið ikki klárar at standa
ímóti meira. Fleiri velja
at takka fyri seg og velja
aðrar leiðir tí at tey við
familju fara í sór av teimum
væntandi arbeiðsumstøð
unum, sum í summum før
um hevur við sær at ein
lækni má ganga døgn eftir
døgn í vakt.
Norra og grønland hava
tí siðstu tíðina bjóða sjúkra
røktarfrøðingum, portørum
og læknum at koma til
verka, og hava nógv tikið
av hesum boði tí treytirnar
og arbeiðsumstøðurnar eru
heilt einkult betri egnaðar
enn her heima.At dugnalig
fólk velja at fara av land
inum, er sera syrgiligt og
eigur ikki at henda.
Nú fari er undir at bjóða
nýggja partin av sjúkra
húsinum
út
sum
skal
trygga enn fleiri og betri
viðgerðarmøguleikar, havi
eg hug at spyrja hvørji fólk
skulu trygga hendan bygn
ing heilsuliga og geva tí
góðu tænastu?
Vit eiga at síggja veru
leikan í eyguni, umstøður
nar eru ikki nøktandi fyri
tey dugnaligu starvsfólk
sum hvønn dag 24/7 gera sítt
allarbesta fyri at tryggja, at
pensjónisturin í Klaksvík,
flakakvinnan á Tvøroyri og
Pedagogurin í Tórshavn fáa
tí bestu viðgerðina sum er,
tí hetta er teirra kall sum
tey seta høgt.
Um vit ikki vilja hava
at LSH skal enda í einum
fríum falli og framhaldandi
skal kunna veita tí bestu
viðgerð, eiga vit at raðfesta
øki og geva starvsfólkunum
góðar
arbeiðsumstøður.
Hetta kann gerast við at
geva tí niðurpínda økinum
tí røttu játtan soleiðis at
man fær tey størv sett sum
mangla, hetta vil geva betri
samstarv og sleppa vit
undan at fólk vera niður
koyrd og útbrend,
Føroyska
samfelagið
er sera ríkt, og vil ein røtt
umfordeiling lættliga kunna
geva 30-40 milliónir kr til
økta játtan til Heilsuverki
og sigast skal at hetta er
alneyðugt og eigur at vera
gjørt sum skjótast soleiðis
at bæði tú og eg kunnu fáa
tí røttu hjálpina frá teimum
dugnaligu starvsfólkunum
innan heilsuverki.
Við Javnaðarkvøðu