Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-26, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. januar 2015síða 18

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 26. januar 2015 · Nr. 10 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur fótbóltur kvinnur Jákup Mørk Kyndil vann fyrru hálv­final­ una, og í lands­kapp­ing­ini hava tær víst væl betri taktir, enn VB hevur gjørt. Men framvegis er veru­ leikin, at Kyndil hevur truplast hugsandi upp­gáv­ una, tá tær í miðvikuni skulu spæla seinnu hálvfinaluna í steypakappingini. Í Vági hevur VB kanska besta heimavøllin í før­oysk­ um hondbólti, og ein úti­ dystur í Suðuroy ein mið­ viku­dag í januar-mánaði er ikki júst tað, sum tey flestu lið­ini hava standandi ovast á matar­lepanum. Góðar verjur Alt hetta visti Kyndil sjálv­ andi undan dystinum leygar­ dagin, og tí ráddi um hjá teimum at vinna – og helst trygt. Leingi vóru eisini ábend­ ingar um, at hetta skuldi verða endaliga støðan. Fyrra hálvleik var kanska iki tann heilt stóri munurin, men tað var støðugt Kyndil, sum hevði betra spælið av teim­ um báðum liðunum. Munurin gjørdist ongan tíð tann heilt stóri, men tað sást á øllum brøgdum, at VB mátti brúka nógv fleiri kreftir til síni mál. Ikki minst var ein týðandi orsøk, at Randi S. Wardum stóð sum kletturin í Kyndils-verjuni, og so gjørdi tað minni, at álops­spælið ikki var heilt so flót­andi, sum tað onkra tíð hevur verið. Mistu pippið Eftir steðgin vóru fáar og ongar ábendingar um, at hetta skuldi broytast. Heldur tvørturímóti. Kyndilsverjan riggaði fram­úr væl fyrstu løtuna av seinna hálvleiki, og skjótt hevði heimaliðið vunnið sær eina leiðslu av teimum heilt triva­ligu. Hondbóltur hevur tó fyri tað nógva eitt stórt element av sálarfrøði innbygt, og tað var eisini hetta, sum spældi teimum grønu eitt puss, tá seinni hálvleikur var um at vera hálvrunnin. VB hevði framvegis sera trupult við at skapa nakað sum helst, men brádliga fingu tær eini trý mál burt­ ur úr ongum. Talan var um fram­úr einmansavrik frá Guðrið Mortensen og Helgu Kjærbo, og støðurnar fingu av álvara verjuna hjá Kyndli at skinkla. Flottar fintur og fríspælingar eru tað, sum kann henda í einum hond­ bólts­dysti, men tað skal ikki roknast við, at mótstøðan áhaldandi kann fremja hesar. Men kortini kom ótti nú á Kyndils-verjuna, sum ikki longur tordi út at tackla gestirnar. Og so kundi VB aftur eta set inn í dystin. Rúm varð aftur til Gintaru Butkeviciute og Helgu Kjærbo, og tá bakspælarar við slík­ari skotstyrki sleppa passa­liga nær, er trupult at verja fyri. Kyndil helt tó fast um leiðsl­una allan vegin, men hon gjørdist tó so tepur, sum hugsast kann. Og so kunnu tær sjálvandi iðra seg um seinasta málið í dyst­ inum, tá Gintare slapp at senda tríggjar-metra kast bein­leiðis upp um múrin og í málið. Tí hóast tapið, so bar hetta málið ovurstóran fagna við sær hjá VB, sum nú bara er eitt mál frá finaluplássinum. Kyndil hevur sjálvandi framvegis fyrimunin, men hesin er nú so lítil, sum hugs­ ast kann, áðrenn tær leggja leiðina um Suðuroyarfjør. Kyndil hevði fyri tað mesta gott tak á , men VB stríddist framúr væl, og nú bíðar eitt satt brak í eini stúgvandi fullari VB-høll Kyndil - VB 20-19 (9-8) 10 min: 2-1 20 min: 5-4 40 min: 13-9 50 min: 17-15 Kyndil: Randi S. Wardum 6(3), Bára K. Hansen 4, Anna A. Brimnes 3(1), Annia Sofía H. Mohr 2, Bjarta O. Johansen 2, Turið A. Samuelsen 2, Marianna G. Eystberg 1 VB: Gintare Butkeviciute 8(1), Helga E. Kjærbo 5, Guðrið Mortensen 3, Rannvá Johannesen 1, Una Nolsøe 1, Rúna M. Jacobsen 1 Brotskøst: Kyndil 4/4, VB 1/1 Útvísingar: Kyndil 2, VB 2 Dómarar: Dánjal Samuelen & Heri Petersen VB-høllin verður á tremur Myndir: Sigmar Mørkøre Guðrið K. Mortensen hjá VB var hampuliga væl nøgd, hóast hon og lið­ felag­ar­nir eru eitt mál aftan­fyri, áðrenn seinna hálv­finalan skal spælast í Vági mikukvøldið. – Vit kunnu fegnast um, at vit kempa okkum aftur í dystin, eftir at vit hava verið fimm mál aftan­fyri, so tað er ein góð kensla, sum vit hava nú. – Eg veit ikki ordi­ liga, hvat hendir í seinna hálv­leiki. Bæði í verju­ part­inum og í álopinum steðga vit heilt upp, og so missa vit takið. Vit fáa tó glið aftur, tá spælarar taka ábyrgd á seg. Verjan kemur eisini upp at koyra, og málverjin tekur nakrar bóltar, og so klára vit at stríða okkum aftur í dyst­ in, stðafesti Guðrið. Og hon staðfesti at enda, at hon hevur góðar vónir undan seinnu hálv­ final­uni. – Eitt mál er einki, so hatta taka vit aftur heima í Vági, staðfesti hon. jakup@sosialurin.fo Bára K. Hansen hjá Kyndli harmaðist sjálvandi um seinasta málið, sum VB fekk, men hon stðafesti eftir dystin, at sigurin í sjálvum sær var tað týdn­ ingar­mesta. – Tað er altíð deiligt at vinna, og tað var tað, sum vit skuldu gera. Tað er sjálv­andi eitt sindur keð­ iligt, at tær skora við has­ um seinasta skotinum, men vit eru so eitt mál framman­fyri undan seinna dyst­inum. Hetta málið ber við sær, at tað bara er tað eina málið á muni. Men Bára vísti á, at tað altíð er trup­ult í Vági – líkamikið um talan er um eitt ella tvey mál. – Sjálvandi trúgva vit uppá okkara møguleika. Men vit vita, at tað er altíð trupult í Vági, so vit skulu spæla ein góðan dyst, stað­festi Bára K. Hansen. jakup@sosialurin.fo Taka tær í Vági Skuldu hava sigurin