Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-26, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. januar 2015síða 19

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 26. januar 2015 · Nr. 10 ítróttur fótbóltur kvinnur Jákup Mørk Tað er ikki fyrsta ferðin, at slík støða er íkomin hjá VÍF. Dysturin móti Neistanum var bara fýra minuttir gamal, tá Henrik Gerster tveitti grøna kortið á borðið. Tá riggaði millum lítið og einki hjá gestunum, og støðan var 3-0 til Neistan. Tað gjørdist ikki stórt frægari næstu løtuna, og áðrenn VÍF kom á talvuna, stóðu sjey mál til vertirnar, sum spældu mest sum feilfrítt hesa løtuna. Adina fann stevið Hjá VÍF var Adina Ghidoarca við fyri fyrstu ferð, men sjáldan kann roknast við, at ein nýggjur spælari traðkar í karakter longu fyrsta dystin, og hetta tóktist eisini vera galdandi í hesum førinum. Í øllum førum fram til tólv minuttir vóru spældir. Tá slapp Adina brádliga ígjøgnum á høgra bakki, og hóast vinkulin gjørdist nakað spískur, so langaði hon bóltin í kassan umvegis stólpan. Og so kom annars ferð á VÍF og serstakliga Adinu. Av næstu seks málunum hjá VÍF skeyt hon tey fimm, um­framt at hon vann eitt brotskast, og hóast munurin fram­veigs var fýra mál, tá farið varð til hálvleiks, so mundu áskoðararnir halda, at her var framvegis hampu­ liga opið. Mansverjan opnaði Eftir steðgin gjørdi Neistin skjótt av, at Adina skuldi mansverjast, so hon ikki longur fekk sama leiklut. Hinvegin gjørdi VÍF eisini av at taka Milicu Rankovic úr spælinum, og hesar báðar av­ gerðirnar fingu stóra ávirkan á dystin. Hjá Neistanum kom av álvara stígur í, nú tað ikki longur bar til at spæla Milicu upp til skot. Spælið gekk tungt og stirvið, og einasti spæl­arin, sum framvegis tóktist hava styrkina og dygir­nar til at bróta ígjøgn­ um, var Bára Hansen. Hjá VÍF var øðrvísi. Uttan Adinu gjørdist plássið hjá øðrum betri, og fyrst og fremst dugdu Liljan Djurhuus og Agnas Olsen at gera sær dælt av hesum. Á talvuni tók tað sína tíð, áðrenn munurin veruliga tók at minka, men seinasta kor­ terið tóktist greitt, at byrðan hjá Báru gjørdist alsamt tyngri at bera. VÍF tóktist hinvegin at skora mest sum hvørja ferð, sum tær fóru í álop. Tað var eis­ini um hetta mundið, at Agnas veruliga traðkaði til, og so var mest sum líkamikið, hvussu Neistin royndi at verja, tí har var altíð onkur av bak­spæl­arunum, sum tók ábyrgdina á seg. Víðopið Tað endaði við teprum sigri til Neistan, men eina málið er á ongan hátt nakar garantur fyri víðari luttøku. Hjá VÍF ræður fyrst og fremst um at syrgja fyri, at tær ikki enn einaferð upp­ liva slíka marrubyrjan upp á dystin, sum tær fingu hesa­ ferð. Bakketan er í løtuni kanska tann sterk­asta í land­ inum, og fáa tær verjuna at koyra so hampuliga væl, er lítil ivi um, at tær hava allar møgu­leikar at vinna sær finalu­plássið. Hjá Neistanum ræður hin­vegin um at leita aftur til tað, sum tær gjørdu fyrstu løtuna av dystinum leygar­ dagin. Tá var ferð og flow í álops­spæl­inum, meðan verjan tók alt, sum VÍF hevði at bjóða uppá. Enn sum áður kunnu teir bláu eisini finna sjálvs­álit í tí, sum tær hava avrikað í landskappingini, men tað í sjálvum sær verð­ur so ongan tíð nakar garant­ur fyri einum góðum steypa­ avriki. jakup@sosialurin.fo VÍF varð mest sum jarðlagt fyrsta korterið, men tær góvust ongan tíð á hondum, og við bara einum máli á muni hava tær fram­vegis alt at spæla fyri Neistin - VÍF 28-27 (17-13) 10 min: 7-2 20 min: 12-8 40 min: 22-17 50 min: 24-21 Neistin: Bára Hansen 7, Milica Rankovic 7(3), Birita Wardum 6, Nicoleta Hansen 5, Lilja Mhr 1, Birita Jacobsen 1 VÍF: Liljan Djurhuus 8(3), Adina Ghadiorca 7, Agnas Olsen 5, Tóra Seloy 3, Beinta Sveinbjørnsdóttir 3 Brotskøst: Neistin 3/3, VÍF 3/3 Útvísingar: Neistin 4, VÍF 2 Dómarar: Mads Fremstad & Markus Pedersen Neistin misti stórsigurin Myndir: Sigmar Mørkøre Tað var um hár gjørt, at VÍF fekk neyðuga papp­ írs­arbeiðið gjørt, nú tær skuldu hava Adinu Ghidoarca at spæla fyri felagið. Tað er góð vika síðani, at VÍF boðaði frá, at avtala var gjørd við spælaran, men sum vit so ofta fyrr hava sæð, so tekur tað sína tíð, tá arbeiðs- og uppi­halds­ loyvi skal fáast í rætt­lag. Tí var tað ikki fyrr enn fríggjakvøldið, at endaliga flytingin av spæli­loyv­ inum kundi fara fram, men tað merkti so, at Adina var tøk hjá VÍF, nú Durita Christophersen ikki verður aftur á vøllinum hetta kapp­ingarárið. Týdningurin av at fáa Adinu klára, gjørdist ikki minni, tá Daniella Joensen fekk beinleiðis reytt í sein­ asta dystinum hjá VÍF, so­ leiðis at hon heldur ikki var tøk til dystin. Og eingin ivi tykist vera um, at Daniella kann verða ein stórur trumfur hjá VÍF. Enn er hon langt ífrá inn­ spæld á liðnum, men eftir at hon fyrst brúkti nakrar fáar minuttir at finna seg til rættis, varð hon tann, sum gekk á odda, tá VÍF fyri steðgin royndi at vinna seg aftur á Neistan. Eftir steðgin varð hon fyri tað mesta mansvard, men tað gav pláss til eitt nú Liljuna Djurhuus og Agnas Olsen, soleiðis at VÍF veru­ liga fekk skapt spenn­ing um samlaða hálvfinalu­úrs­ litið. Góður fongur Adina Ghidoarca fekk spæliloyvið í evstu løtu undan hálvfinaluni móti Neistanum. Og hon vísti seg at vera góður fongur