Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-26, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. januar 2015síða 20

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 26. januar 2015 · Nr. 10 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur hondbóltur menn Jákup Mørk Talan gjørdist um ein dyst, sum var einum klassikara ver­dugur, tá Kyndil og VÍF spældu fyrru hálvfinaluna sína­millum leygardagin. Talan er um tey bæði liðini við stoltastu hond­ bólts­siðvenjuni í landinum, og hóast seinasta meistara­ heitið teirra millum er nøkur ára gamalt, so er rivali­ser­ ingin framvegis tann sama. Í ár hevur VÍF verið greitt við yvirlutan í lands­ kappingini, har teir gulu halda fast um ein tryggan odda­sess, men meira enn eina ferð er prógvað, at lands- og steypa­kapping ikki er júst tað sama. Ikki minst hava menn­inir hjá Kyndli verið framúr dømi um hetta, og júst í dystum av hesum slag plaga teir grønu at vísa sínar hvøssu tenn. Mladen móti VÍF Tað var tó ikki nógv, sum bendi á, at so skuldi verða stóran part av dystinum leygar­dagin. Fyri steðgin gekk mest sum einki eftir vild hjá Kyndli. Álops­spælið koyrdi ser­stakliga illa, og tað er langt ímillum, at eitt av fræg­astu lið­unum í før­oysk­ um hond­bólti bert skjýtur seks mál í heilan hálv­leik. David Edvardsen var sera einsa­mallur við sínum skot­ royndum, og tá tað eydnaðist vÍF at tetta í vinstra verju­ borði, hevði Kyndil ógvuliga lítið at hótta við. Og komu teir loksins fram til líkinda møguleika, so stóð ein væl spælandi Niklas Simonsen fyri teimum mest sum hvørja ferð. Í hinum endanum átti Mladen tó eisini sín stóra leiklut. Meðan onkra staðni mill­ um lítið og einki riggaði hjá Kyndli, so syrgdi serbiski mál­verjin fyri, at munurin ikki gjørdist meira enn tað sama undan steðginum. Mladen hevði hópatals bjarg­ ingar, tá opna verjan varð spæld sundur og saman, og meira enn tann eini grøni áskoð­arin man hava signað seg eina eyka ferð í berum takksemi í hálv­leiks­steðg­ inum. Brak mikukvøldið Høvdu viðhaldsfólkini vænt­ að, at Kyndilsmenn fóru at koma út sum brølandi leyv­ ur eftir steðgin, so fóru tey púrasta skeiv í hesum. Talan var framvegis um tamt verju­ spæl og tannleyst álops­spæl, og enn sum áður, so var mál­ verja­spælið einasta álopið. Og tá Mladen ta einu løtuna fekk sær eina hvíld, traðkaði Jan Pauli Johannesen av álvara í karakter, áðrenn serbin aftur kom á vøllin. Tað gjørdi, at VÍF ikki slapp heilt avstað, og so var tað, at Kyndil veruliga fekk ferð á. Brádliga vóru tað aðrir spælarar enn David, sum dugdu at finna meskarnar. Birgir Poulsen høgdi til av bakkinum nakrar ferðir, og brádliga bleiv pláss at spæla. Sam­stundis kom verjan nú veruliga upp at koyra, og vest­menn­ingar vórðu hart tacklaðir, tá teir komu móti verjuni. VÍF hevði tó trumfin fram til tað seinasta. Hóast Kyndil kom upp á 22-22, so legði Filip teir aftur framum, og vest­menningar fingu møgu­ leikan at avgera dystin, tá Kyndil ikki skoraði í næsta álop­inum. Enn einaferð stóð Mladen tó fyri, og so kundi David Edvardsen langa bóltin í netið til endaliga úrslitið, sum altso varð javn­ leikur. Fagnaðurin hjá heima­ áskoðurunum var skilliga ovur­stórur. Gaman í hevur Kyndil framvegis sera trupla upp­gávu í Vestmanna, men flotti endaspurturin leygar­ dagin gevur teimum trúnna uppá, at tað letur seg gera at spæla upp við vest­menn­ ingar. Hjá VÍF ræður hinvegin um at gloyma alt tað, sum hendi seinasta korterið av dyst­inum. Fyrstu trý kor­ terini vóru teir gulu minst ein klassa betri enn mót­ støðan, og var tað bara onkur annar málverji, sum vardi meskarnar hjá teim­um grønu, so hevði talan verið um tryggan sigur til gest­ irnar. Teir megnaðu tó ikki at binda kjaftbandið um, og so er av álvara lagt upp til eitt brak í Vestmanna miku­ kvøldið. Eitt brak, har tey bæði mest vinnandi mans­ liðini í føroyskari hond­bólts­ søgu skulu berjast um, hvør teirra skal inn á gula gólvið, tá steypafinalan verður spæld. jakup@sosialurin.fo Vestmenningar høvdu gjørt tað mesta rætt, men teir megnaðu ikki at halda Kyndli, tá grønu kempurnar reistust seinasta korterið Kyndil - VÍF 23-23 (6-11) 10 min: 2-3 20 min: 6-9 40 min: 11-16 50 min: 17-20 Kyndil: David Edvardsen 10, Birgir Poulsen 4, Hjalti Bachmann 3, Josef Abrahamsen 2(1), Eirikur Simonsen 2, Julian Johansen 1, Ludvík Súnason 1 VÍF: Filip Jojic 8(1), Aki Egilsnes 4, Hanus Christophersen 4, Agnar Joensen 2, Julian Olsen 2, Andrias Eriksen 1, Heini Hanusarson 1, Mads Eriksen 1 Brotskøst: Kyndil 2/1, VÍF 1/1 Útvísingar: Kyndil 6, VÍF 5 Dómarar úr Noreg: Mads Fremstad & Markus Pedersen Kyndil slapp úr posanum Myndir: Sigmar Mørkøre Tá Julian Johansen efrir dystin varð biðin um at siga frá, hví tað gekk so­mikið illa hjá Kyndli stór­an part av dystinum, helt hann, at Kyndil neyv­ an slepp­ur gott avstað frá slík­um avriki, tá teir fara til Vest­manna miku­ kvøldið. – Vit vita av, at VÍF helst hevur besta liðið í land­inum í ár. Tí skuldu vit veru­liga spæla upp til okk­ara besta í dag, og tað gjørdu vit so langt ífrá í fyrra hálvleiki. Hartil haldi eg, at vit hava eitt sindur ilt við at tillaga okk­um dómara­linjuna í dyst­inum. Norsku dóm­ ar­arnir dømdu frálíka væl, men í fyrra hálvleiki til­lagaðu vit okkum ikki til linjuna, og tað kostaði nakrar útvísingar. – Hinvegin eri eg væl nøgdur við avrikið eftir steðgin. Tá klára vit at toga okkum aftur, og tað er soleiðis, at vit mugu spæla allan dystin í Vest­manna, helt Julian Johansen, sum eisini hevði tað skeiva smílið á, tá hann varð spurdur, hvat teir tosaðu um í steðg­inum. – Eg kann bara siga tær, at Geir Wardum var í skifti­rúminum – so haldi eg ikki, at mær nýtist at siga meira, vóru boðini frá mið­spæl­aranum hjá Kyndli. jakup@sosialurin.fo Niklas Simonsen stóð ein góðan dyst fyri VÍF, men sjálvur var mávlerjin ikki so nøgdur við sítt avrik eftir steðgin. – Fyrri hálvleikur var heilt OK, meðan tað eitt sind­ur bob-bob eftir stegð­in, staðfesti hann, tá hann eftir dystin varð spurd­ur um persónliga av­rikið. Um dystargongdina sjálva helt Niklas, at teir væl kunnu liva við úrs­lit­ inum, men hann viðgekk, at tað ikki er nóg gott at missa slíka leiðslu. – Vit skulu bara halda fast um okkara spæl og hava ferð á. Tað hava vit ikki í nóg stóran mun eftir steðgin, og so loyva vit teim­um at koma aftur í dystin, helt Niklas, sum tó fram­vegis sigur, at finalan væl kann røkkast. – Vit hava heimavøll í seinna dystinum, og tað eigur at verða avgerand, stað­festi VÍF-málverjin. jakup@sosialurin.fo Geir var ikki blíður Heimavøllurin avgerandi