mánadagur 26. januar 2015síða 21
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 26. januar 2015 · Nr. 10
ítróttur
hondóltur menn
Jákup Mørk
Tað er fyrst og fremst einum
manni at takka, at Neistin
framvegis er væl og virðiliga
við í dystinum um at røkka
einum plássi í steypafinaluni
hjá monnum.
Mikkjal
Hansen
stóð
snøgt sagt ein kanón-dyst
í fyrru hálvfinaluni móti
H71. Stútt og støðugt hevði
hann
framúr
bjargingar,
tá hoyvíkingarnir annars
høvdu spælt seg ígjøgnum,
og sum um hetta í sjálvum
sær ikki var nóg mikið, so
var talan í tíggutals førum
um millimetur-neyv útkøst,
sum tryggjaðu teimum bláu
týdningarmikil kontra-mál.
H71 var betri
Tá tað er sagt, so vóru sjálv
andi eisini aðrir lutir, sum
høvdu sína ávirkan í einum
dysti, har gestirnir støðugt
høvdu takið, men har tað ikki
eydnaðist teimum at skræða
seg leysan av mótstøðuni.
Longu eftir einum 10 min
uttum hómaðist reyði tráð
urin, sum var mest sum allan
dystin. Mark Marcher var
sera væl upplagdur, og tá tað
ikki eydnaðist Neista-verjuni
at temja skotsterka danan,
slapp hann meira enn tí einu
ferðina í góða skotstøðu.
Hjá Neistanum gekk hin
vegin heldur striltið. Ikki
minst gekk illa at spæla
seg til møguleikar í opnum
spæli. Verjan hjá H71 gav ikki
Tommy Fletcher serliga gott
pláss til skotroyndirnar, og
fleiri ferðir gjørdist heldur
trongt, tá teir royndu at
spæla inn til sterka Djumic
á strikuni. Stórsta hóttanin
var, tá Mikkjal hevði sínar
bjargingar, so John ella Rói
kundu sendast avstað í kvik
um mótálopum, sum oftast
kastaðu mál av sær.
Misnýtt time-out
Eftir steðgin hótti H71 eitt
skifti við at fara heilt avstað.
Neistaverjan royndi nú at
halda Mark, men tað gav
rúm hjá øðrum spælarum, og
eitt nú eydnaðist fleiri ferðir
at spæla Rúna Højgaard til
skot. Longu tíðliga í seinna
hálvleiki kendi Áki Mørk
seg noyddan at brúka grøna
kortið, og hóast verjan eftir
hetta
varð
nakað
betur
skipað, so gekk álopsspælið
framvegis eins tungt. Ein
veruleiki, sum eisini varð
undirstrikaður,
tá
hoy
víkingar tvær ferðir á rað
megnaðu at vinna undirtals
støður.
Gestirnir høvdu dystin,
har teir helst vildu hava han,
og tí tóktist tað heldur løgið,
tá H71-venjarin valdi at taka
sítt time-out, tá einir átta
minuttir vóru eftir at spæla.
Tað er altíð lætt at vera
eftirsnarin, og sæð í tí altíð
so taksama bakspeglinum, so
vildi Petur Mittún helst valt
øðrvísi. Hoyvíkingar høvdu
ikki tær stóru broytingar
nar fyri neyðini um hetta
mundi, og meira enn nakað
tóktist hetta geva mótstøðu
venjaranum ein tiltrongdan
møguleika at tosa við sínar
menn.
Enn meira týdningarmik
ið, so merktir hetta eisini, at
H71-venjarin ikki hevði nak
að kort eftir, tá farið varð
undir seinasta minuttin av
dystinum. Tá hevði Neistin
kvett munin niður í eitt mál,
men tá 45 sekund vóru eftir,
fór H71 í álop. Tá hevði tað
verið hent við einum time-
out, har blóðið kundi kølast
nakað, men nú gjørdu hoy
víkingar júst tað, sum ikki
skuldu gera. Álopið varð end
að alt ov skjótt, og so fekk
Neistin møguleikan at javna
í seinasta álopinum, tá teir
vunnu sær brotskast, sum
Rói sendi í meskarnar.
Javnleikur ella eitt-máls
leiðsla ger kanska ikki tann
stóra munin, tá talan er um
hálvfinalu, tí undir øllum
umstøðum skulu hoyvík
ingar fara eftir sigrinum
mikukvøldið. Men sálarliga
gav hetta Neistanum eitt
stórt skump rætta vegin.
So er spurningurin bara,
um tað í sjálvum sær er nóg
mikið mikukvøldið. Í øllum
førum skal Neistin toga betri
spæl fram mikukvøldið, um
teir skulu gera sær nakra
vón, tí teir kunnu neyvan
rokna við slíkum málmans
spæli í 60 minuttir afturat.
jakup@sosialurin.fo
H71 var omaná í mest sum øllum
lutum, men í Mikkjali Hansen hevði
Neistin besta spælaran á vøllinum
Neistin - H71 23-23 (10-11)
10 min: 2-3
20 min: 6-3
40 min: 15-16
50 min: 18-21
Neistin: Neistin: John í Innistovu 6, Rói Berg Hansen 5(2),
Tommy Fletcher 5, Sjúrður Thomassen 2, Jugoslav Djumic 2,
Andras Joensen 1, Kristjan Dulavík 1,
H71: Mark L. Marcher 10(2), Rúni V. Højgaard 7, Pætur Thomsen 2,
Hilmar Leon Jakobsen 2, Hans Kári Hansen 1, Helgi Hoydal 1
Brotskøst: Neistin 2/2, H71 2/2
Útvísingar: H71 3
Dómarar: Eyðun Samuelsen & Thomas Juul Thomsen
Mikkjal bjargaði Neistanum
Myndir: Sigmar Mørkøre
Mikkjal Hansen stóð ein
branddyst í Neista-mál
inum, men sjálvur var
hann ikki heilt nøgdur við
úrslitið hjá Neistanum.
–
Vit
vildu
gjarna
vunnið dystin, men tað er
so tað. Vit hava ein dyst
eftir í Hoyvík, og so mugu
vit vinna har. Tað hava
vit gjørt fyrr í ár, sjálvt
um tað als ikki verður
lætt. Har er altíð nógv
ur larmur og trupult at
spæla, men vit mugu so
gera okkara besta, segði
Mikkjal
Hansen
eftir
dystin.
Við 10 málum var Mark
Marcher toppskjútti hjá
H71. Eftir dystin var danin
sjálvandi glaður um heitið
sum
toppskjútti,
men
hann helt ikki, at hann
og hoyvíkingarnir skuldu
vera nøgdir um dystin.
–
Sjálvandi
er
tað
irriterandi, at vit ikki
vinna, men vit skulu so
eisini rósa Mikkjali, sum
stendur ein góðan dyst.
Vit spæla annars á eini
leið í verju og álopi, men
vit klára ikki at punktera
dystin.
– Men vt skulu vinna
heimadystin.
Vit
hava
spælt fýra ferðir móti
Neistanum í ár. Vit hava
vunnið tvær ferðir og
tapt ein, so eg haldi, at vit
hava takið á teimum. So
vit skulu vinna á teimum,
tá vit hava heimavøll.
Mugu vinna
í Hoyvík
Vit hava takið