Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-26, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. januar 2015síða 22

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 26. januar 2015 · Nr. 10 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur – Í eini tílíkari dystarstøðu kókar adrenalinið í kroppinum. Fært tú tað eina harða takling, ella eitt skump, so er skjótt at undirvitskan tekur yvir og tú svarar aftur, uttan at hugsa um avleið­ ingarnar. Temperament er ein tann besti og týdningar­mesti eginleikin hjá einum fótbólts­ spælara. Tað er tó týdningarmikið, at hann ikki fer ov langt og so gerst ein mótleikari í staðin, við at verða vístur av vølli. Jógvan Martin Olsen, fyrrverandi landsliðsvenjari, um tá fótbóltsspælarar blíva heitir Lagt til rættis: Tróndur Arge Sir Alex Ferguson: Mín søga Úr bókarúgvuni Hetta sigur ítróttarheimurin 5 skjótir Sir Alex Ferguson er allar­ helst kendasti altjóða venj­ arin í Føroyum. Hann stóð á odda fyri Manchester United frá 1986 til 2013, har hann vann alt, sum er at vinna. Har í millum 13 meistaraheiti og tvey Champions League heiti. Hetta er søgan, fortald frá manninum sjálvum, um hvussu hann gjørdi Man­ chester United til tað felagið, sum vit kenna tað í dag. Sir Alex Ferguson er eis­ini ein umstríddur per­sónur, sum hevur verið í horna­ tøk­um við bæði eigarar og nakrar av størstu spælarum, sum hava umboðað felagið. Ser­liga hava hann og Roy Keane, fyrrverandi lið­skip­ arin í felagnum, verið í hørð­ um orðadrátti. Tað kemur fram í bókini, sum eisini vísir Sir Alex Ferguson, sum ein venj­ara, ið er harður, men góður við sínar spælarar. Sir Alex hevur keypt og selt nakrar av heimsins bestu spæl­arum, og hann hevur verið í oddinum í altjóða fót­bólti í tjúgu ár. Tí hevur hann nógvar góðar og áhuga­ verdar søgur. Hann angrar, at hann ikki kláraði at keypa Paul Gascoigne. Slíkar søgur eru í bókini. Les hana um... Tú hevur fylgt við í Premier League í nøkur ár. Sir Alex hevur so stóran týdning fyri Premier League tíðina, at hendan bókin skuldi verið krav at lisið í skúlanum. Ikki lesa hana um... Eric Cantona, Roy Keane og Wayne Rooney eru nøvn, sum einki siga tær. Hvussu er hon at lesa... Fyri ein, sum hevur áhuga í fótbólti og hevur fylgt Premier League nógv, so flýgur tíðin avstað. Tú kennir hend­ingar aftur og bókin er løtt at lesa – eisini um tú ikki lesur nógv til dagligt. Hvat sigur tú? Nógvar av hendinginum kenn­ir tú aftur, og í fleiri førum verður bara staðfest ting, sum tú møguliga visti áðrenn, tí allar hendingar við Sir Alex og Manchester United fáa sum regul pláss í bløð­unum. Men tað stutta av tí langa er – les hana! trondur@sosialurin.fo Royn tína vitan um ítróttin her og nú! 1 Hvussu eitur HB spælarin, sum breyt nøsina í venjingardystinum móti Víkingi? 2 Hvussu eitur íslendski venjarin, sum er landsliðsvenjari hjá Danmark í manshondbólti? 3 EB/Streymur hevur gjørt sáttmála við málmann hjá B36. Hvussu eitur hann? 4 VÍF kvinnur hava fingið nýggja spælara úr Rumenia. Hvussu eitur hon? 5 Hvussu eitur føroyski innandurarógvarin, sum skal luttaka í DM komandi viku? 6 Hvussu eitur føroyski landsliðsmálverjin hjá kvinnum, sum er givin við fótbólti bara 28 ára gomul? 7 Hvussu eitur liðið úr trið bestu deildini í Onglandi, sum um vikuskiftið vann 4-2 á Chelsea á Stamford Bridge? 8 Cristiano Ronaldo úr Real Madrid fekk um vikuskiftið reytt kort. Hvørjum spældu teir ímóti? Quizzin, svar: 1: Poul Ingason, 2: Guðmundur Guðmundsson, 3: Jógvan Højgaard 4: Adina Ghidoarca, 5: Sverri Nielsen, 6: Randi Skylvsdóttir Wardum, 7: Bradford, 8: Cordoba Svarini standa niðast á síðuni, men royn teg nú fyrst Í hesum táttinum umrøða vit ítróttarbøkur. Hetta eru bøkur, sum vit hava lisið og meiningarnar eru allar okkara egnu... Sitat úr ítróttarheiminum... 1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo og Sosialin nakað meir 4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast 6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við 8 røtt: Fantastiska flott, tillukku! Fimm skjótir spurningar til føroysk ítróttarfólk... FAKTA Sir Alex Ferguson er ein av fleiri skotskum venjarum, sum hava staðið seg væl í enskum fótbólti. Hann er mest vinnandi venjarin í Premier League søguni og verður ikki tikin fyribils – um nakrantíð. Sir Alex er í dag 73 ára gamal og er javnan at síggja til dystir hjá Manchester United. ★★★★★★ Hvat var hæddar­ punktið í 2014 og hví? – Tað vóru fleiri hæddar­ punkt í 2014. Eg bleiv úttikin til landsliðið, vit vunnu Løg­ mans­steypið við Víkingi, og vit vunnu á Tromsø í Europa League. Tað størsta av teimum var, at vinna á Tromsø, tí tað er tað størsta nakað føroyskt lið hevur megnað í Evropa. Hvat var tað ringasta í 2014 og hví? – At føroyskur fótbóltur misti ein av okkara bestu fót­ bólts­spælarum alt ov tíðliga Havt fyri mál hevur tú sett tær fyri 2015? – Eg havi eitt mál fyri 2015. Tað er at vinna FM saman við Víkingi. Hvat gleðir tú teg mest til í 2015? – Eg gleði meg til eitt spenn­ andi og stuttligt kappingar­ ár, men beint nú gleði eg meg til fyrsta dysti í lands­ kapp­ingini, sum er móti ÍF í Sarpugerði. Hvør er tín ítróttarliga fyrimynd? – Paul Scholes. Hann spældi við hjartanum og hugsaði aldrin um at skifta felag. Hann hevur eitt gott skot, bestu avleveringarnar og kundi á genialan hátt stýra ferð­ini á einum heilum dysti. Hann var á besta liðnum í heim­inum í fleiri ár og tordi somu­leiðis at gera skitna arbeiði. Umframt tað, so vann hann 11 meistarheitið. Eg kundi eisini nevnt Roy Keane, sum eina fyrimynd. Navn: Hans Jørgen Djurhuus Føddur/Aldur: 29. november 1978 (36 ár) Ítróttargrein: Fótbóltur – Hugurin hevur ikki verið til fótbólt í longri tíð. Tí tók eg eina avgerð undan seinasta kappingarári, at kappingarárið í fjør bleiv tað seinasta. Tað var týdningarmikið fyri meg at fáa 15. FM við KÍ í hús, og fáa HM undankappingina við landsliðnum við. Randi Skylvsdóttir Wardum um hví hon er givin sum fótbóltsspælari – Høgni er ein góður spælari, sum hevði gjørt góðan mun, men vit hava í hesum førinum mett, at vit kunnu finna eina loysn í felagnum við teimum spælarunum, ið vit hava. Tað merkir ikki, at vit ongantíð aftur koma at keypa spælarar aftur, men í hesum førinum ynskja vit at satsa upp á okkara egnu ungu spælarar. Finnbogi Arge, formaður í HB.