Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-26, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. januar 2015síða 23

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 26. januar 2015 · Nr. 10 ítróttur M ikukvøldið í farnu viku var alt Føroyar á gosi. Ein fótbóltsspælari hevði sligið ein annan fótbólts­ spælara í einum venjingardysti. Úrslitið var ein brotin nøs. Føroyingar stóðu í kø at fortelja hvussu langt úti hetta var. Vaksnir menn, sum berjast. Hvat er tað fyri nakað? Hans Jørgen, sum sló Poul Ingason, skuldi revsast við risa leikbanni og øðrum. Bæði HB og Víkingur kastaðu við runu eftir hvørjum øðrum. HB átti onga skyldu, meðan Víkingur helt fyri, at HB átti líka stóran part av skyldini í hendingini. Tá pulsurin var komin nakað niður úr reyða felt­inum, so bar aftur til at seta hendingina í ein saman­hang. Tveir fótbóltsspælarar, sum spæla við hjartan og kenslunum uttan á troyggjuni, endaðu í hornatøkum. Tað hendir meiri javnan, enn vit kanska geva okkum far um. Tíverri endaði tað hesa ferð við eini brotnari nøs, men slíkar hendingar koma fyri í fótbólti. Tí er avgerandi, at seta slíkar hendingar í ein samanhang. Ronaldo og Mexes Bara hetta vikuskiftið blivu tveir kendir spælarar útvístur fyri líknandi støður. Heimsins besti fótbóltsspælari, Cristiano Ronaldo, fekk beinleiðis reytt kort í dystinum móti Cordoba um vikskiftið, tá tann fyrst sparkaði ein spælara, og síðani sló ein annan. Fyribls ljóðar, at hann fær leikbann í ein dyst. Verri verður helst við franska miðverjanum hjá AC Milan, Philippe Mexès, sum eisini fekk beinleiðis reytt kort um vikuskiftið. Hann fekk fyrst reytt kort fyri at hálvgun taka um hálsin á liðskiparanum hjá Lazio, sum hevði sparkað út eftir honum framman­ undan. Philippe Mexés fór so eftirfylgjandi aftur eftir Stefano Mauri. Hesa ferð tók hann allan armin um hálsin nærmast royndi at kvala Stefani Mauri. Helst fær hann eina longri revsing. Aldrin rætt So hví koma við hesum dømunum nú? Jú, tí eg haldi av og á, at fólk øsa seg upp um ávísar hendingar, men gloyma eitt sindur samanhangin. Hetta er also nakað, sum hendir í fótbólti. Í 3. deild í Føroyum, í Effo-deildini, til venjing, í Seria A, HM endaspælinum og sjálvt Cristiano Ronaldo glepsar av og á. Okkurt er verri og okkurt førir størri skaðar við sær. Alt er ikki líka tilætlað, men tað ger tað ikki rætt fyri tað. Men tað skal ein stór portion av óvitan um fótbóltsheimin til, um tú gerst skakkur av, at slíkt hendir á einum fótbóltsvølli. Vinnarar og taparar Cristiano Ronaldo, Philippe Mexès og Hans Jørgen Djurhuus hava allir eitt til felags. Teir hava biðið um umbering fyri tað teir hava gjørt. Tað teir hava gjørt skal revsast av røttu viðkomandi, og tað revsingina skulu teir taka. Tað telur upp, at allir tríggir hava biðið um umbering og hava viðgingið, at teir hava gjørt nakað skeivt. Mær rennur í huga nakrir aðrir bólkar í samfelagnum, sum kanska onkuntíð kundu viðgingið sínar feilir, tá tey taka feil frammanfyri øllum landinum í Tinganesi og harum. Tit kunnu ímynda tykkum hvørji tey kundi verið. Annars haldi eg, at bæði FSF og Víkingur hava verið ov ógreið í sínum útmeldingum, eftir hending­ina. FSF skal sjálvandi taka eitt slíkt mál upp og blanda seg upp í. Allir føroyskir spælarar eru undir FSF, og serliga spælarar í Effo-deildini. So FSF skal ikki fjala seg aftanfyri reglugerðir og manglandi for­dømi. Víkingur gjørdi sjálvmál við síni útmelding, sum kom alt ov seint. Samstundis luktar hon av, at teir felagið hevur ilt við at viðganga, at Hans Jørgen hevur gjørt nakað skeivt. At halda revsingina innan fýra veggir er eisini bara býtt. Eg ætli mær so at skriva hvør hon er, um eg fái eina keldu upp á tað. Fótbóltsføroyar hevur rætt at vita hvussu Hans Jørgen verður revsaður fyri eina slíka hending, sum er varpað út kring alt landið. Og annars tummil upp til Poul Ingason fyri at góðtaka umberingina frá Hans Jørgen. Soleiðis gera vaksnir menn! Ronaldo, Mexès og Hans Jørgen Ítróttar klumman Tróndur Arge Veteranur fór við gullinum Sverri Nielsen væl fyri Randi gevst við fótbóltinum Havnar Badmintonfelag boð­ar frá, at bæði gentur og dreingir, børn og vaksin kappaðust lið um lið, og vóru um 80 leikarar við til ársins fyrstu kapping. Umframt gull til Hermann og Benjamin fyri vaksin, fóru Reinar Latupeirissa og Heðin Poulsen úr KBF við silvurinum, meðan Simone Romme úr HBF og Karl Árni Egholm úr KBF vunnu bronsu. Í bólkunum fyri yngru leikararnar var kappingin sera spennandi, tí feløgini veru­liga hava raðfest ung­ dóms­arbeiði, sum sæst aftur í menningini av spælinum. Komandi kapping verður Grand Prix kappingin í ein­ mansleiki á Kambsdali tann 14. februar fyri ung og 15. februar fyri vaksin. sosialurin@sosialurin.fo Badmintonhøllin í Havn var karmur um kapping í tvímansleiki um vikuskiftið, har veteranurin, Hermann Eysturoy saman við Benjamini Gunnarstein fór við gullinum fyri vaksin Miðvingur Sverri Nielsen fyrireikar seg til DM í innan­ dura­rógving, sum verður 31. januar. Og sigast má at tað gongur væl. Fríggjadagin gjørdi mið­ vingurin ikki mætari enn at seta nýtt persónligt met á teininum 2000m. Metið hjá honum er nú 5:47,7. Spenn­ andi verður at síggja, hvat hann klárar, tá tað veruliga telur komandi vikuskifti. Í fjør gjørdist Sverri Nielsen nummar 17 í HM í Niður­londum. Hann hevði vónað at vinna seg í final­ una, men gjørdist og stuttur í kvartfinaluni. Stóra málið hjá Sverra Nielsen er annars at vinna eina OL-grein. Sverri Nielsen gjørdist ann­ ars heims­meistari í inni­róðri í 2011. sosialurin@sosialurin.fo Landsliðsmálverjin hjá før­ oyska kvinnu­lands­lið­num, 28 ára gamla Randi Skylvsdóttir Wardum, verður ikki longur at síggja sum málverjin í fót­bólti. Hugurin er ikki til staðar longur, sigur Randi. – Hugurin hevur ikki verið til fótbólt í longri tíð. Tí tók eg eina avgerð undan sein­asta kappingarári, at kapp­ingarárið í fjør bleiv tað seinasta, sigur Randi S. Wardum. Hon hevur verið ein av okk­ara fremstu kvinnuligi fót­bólts­spælarum seinnu árini. Hon var í fjør við til at vinna 15. meistaraheitið við KÍ. – Tað var týdningarmikið fyri meg at fáa 15. FM við KÍ í hús, og fáa HM undan­ kappingina við landsliðnum við, sigur nú fyrrverandi lands­liðs­málverjin. Randi er uppvaksin í HB, men hevur síðani 2004 spælt við KÍ í føroyskum fótbólti. Hon hevur eisini roynt seg í íslendskum fótbólti. trondur@sosialurin.fo (Havnar Badmintonfelag) Benjamin Gunnarstein og Herman Eysturoy fóru við gullheiðursmerkjunum fyri vaksin