mánadagur 26. januar 2015síða 36
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 5 l 26. januar 2015
Ókeypis lýsingarblað
12
Vikutema
Hús&Heim
Tú kanst
spara vatn
og hita
Tað er eingin orsøk at brúka heitt
vatn, har tað ikki er fyri neyðini
Vilmund Jacobsen
Tú kanst saktans hava tað heitt í
húsunum ella íbúðini, samstundis
sum tú sparir olju, og tilmælið um
hita í rúmunum er 21 stig. Fyri hvørt
stig, sum hitin fer yvir 21, økist
orkunýtslan við umleið 5%. Tú fært
mest burtur úr hitaskipanini, um hon
arbeiðir javnt.
Mælt verður til, at termostatur er
á radiatorunum, og at allir radiatorar
í sama rúmi standa á sama stigi.
Skilagott er at lækka hitan eini
tvey ella trý stig um náttina, og tá
fólk ikki er í húsinum ella íbúðini.
Tað er óneyðugt at hava hitan á 21
stigum, tá fólk sova ella eru úti í
longri tíð. Tú kanst spara eini 10%
av orkunýtsluni til upphiting við at
lækka hitan um náttina.
Klæði skulu helst ikki leggjast til
turkingar á radiatorin, og ei heldur
skal radiatorurin dekkast við øðrum,
tí tað órógvar hitabreiðsluna.
Innbúgv eigur ikki at setast
framman fyri radiatorarnar, tá hetta
eisini órógvar hitabreiðsluna.
Mælt verður til at lufta út við
gjøgnumtrekki í einar 5 til 10
minuttir einar tvær ella tríggjar ferð
ir um dagin, og skilagott er at skrúva
radiatorarnar fyri, tá luftað verður út.
Um gólvhiti og radiatorur eru í sama
rúmi, er skilagott at hava meira hita
á radiatorinum, tí radiatorurin er
skjótari at regulera.
Óneyðugt er at hava vatnið heitari
enn 50 stig, og tað er kostnaðarmikið
at hita vatn meira enn neyðugt.Tó
skal tryggjast, at bakteriuvøksturin
ikki kemur í vatnið.
Eingin orsøk er at brúka heitt
vatn, har tað ikki er fyri neyðini, og
tað er bíligari at fara undir brúsu
heldur enn í bað. Eitt brúsubað á
einar fimm minuttir brúkar einar 45
litrar av vatni í mun til eitt baðikar,
sum brúkar einar 125 litrar av
vatni.
Tú kanst minka
um nýtsluna av
heita vatninum
Tað er eingin grund til at blaka pengarnar út
gjøgnum vindeygað, tá tað ikki er neyðugt
Vilmund Jacobsen
Tá tú kókar tær ketilin, døgurða ella
tú vaskar og turkar klæði er nógv at
spara, um tú í hvørjum einstøkum føri
hugsar um tað, tú gert.
Hugsar tú um spariráð, sum eru
møgulig í einum heimi, kann vera væl
at spara, samstundis sum tú gert títt
til at verja umhvørvið.
Í teirri dýrtíð, vit liva í, er eingin
grund til at blaka pengarnar út gjøg
num vindeygað sum onkur ivaleyst
vildi sagt.
Hugsa um vatnið
Tá tú kókar tær ein te-munn ella kaffi
munn, er skilagott ikki at fylla meira
vatn í ketilin ella kaffikannuna, enn tú
skalt brúka. Tú eigur tó at hyggja eftir,
hvat sagt verður um júst tann ketil, tú
hevur, tí summir ketlar skulu fyllast
við ávísari nøgd av vatni.
Skilagott er eisini at brúka eina
hitafløsku, um tú ætlar tær fleiri te-
munnar - ella kaffimunnar.
Hevur tú ein vanligan komfýr, loysir
tað seg at kóka vatnið í el-ketlinum
fyrst og síðan stoyta glóðheita vatnið
oman á eplini ella tað, tú hevur í
grýtuni. Skilagott er eisini at brúka so
lítið av vatni sum gjørligt, leggja lok á
grýtuna og lata kóka í dampinum.
Vaskimaskinan
Tá tú vaskar klæðir, brúkar tú minni el,
um tú ikki vaskar klæðini við ov heitum
vatni. Tú sparir eisini pengar, um tú
ikki brúkar forvask. Skilagott er at
taka eitt kókivask av og á fyri at reinsa
slangur og annað í vaskimaskinuni.
Klæðini eiga at turkast út - altíð,
tá tað letur seg gera.
Skjúrtir kunnu turkast á akslatræi,
og tá eru tær væl skjótari at strúka.
±
Skilagott er ikki at hava meira vatn í el-ketlinum, enn tú skalt brúka, men
hygg eftir, hvat forskriftirnar um ketilin siga um vatnnøgdina
Tú eigur ikki at vaska klæðini við ov høgum hita. Skilagott er tó at taka
eitt kókivask av og á - fyri at reinsa slangur og annað í vaskimaskinuni