Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-07-01, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. juli 2004síða 2

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 123 - 1. juli 2004 Nr. 123 - 1. juli 2004 3 Grindaboð vóru í gjár. Boðini komu klokkan ell- ivu, og tá var grindin uttan- fyri Velbastað. Um hálvg- um trý tíðina varð grindin hildin til í Leynum. – Hon var eitt sindur trek at reka. Hon kavaði illa og hevði hug at ganga í tveim- um bólkum, sigur Ivan Klein Olsen, sýslumaður í Vestmanna. Grindin var upp á 84 hval og 661 skinn. Knapt 600 fólk vóru á sandinum, og 61 bátar vóru við í drápin- um. Tað varð til 856 partar í alt. -hkm Grind í Leynum Grind var í leynum í gjár, og 84 hval vórðu hildnir til. Ivan Klein Olsen, sýslumaður, sigur, at seinast grind var í hansara sýslu, var í Hvalvík í fjør summar Mynd: Jens Kr. Vang Á 26. ári gevur Jákup Andreas Arge út Føroya Myndakal- endara við føroyskum landslagsmyndum – sum hesaferð sýna Føroyar úr erva MYNDAKALENDARI Eirikur Lindenskov Myndaevnið í kalendaran- um hjá Jákup Andreasi Arge hesaferð sýna Føroyar úr erva. Hann hevur verið við tyrlu og við lítla flog- farinum hjá Hans Hansen, flogskipara, og tikið mynd- ir. Í kalendaranum kava- myndir fyri mánaðirnar januar, februar, mars og desember. Har eru mynda- evnini Hvannhagi í Suð- uroy, Stykkið á Streym- oynni, Sumba í Suðuroy og Skopun á Sandoynni, allar myndirnar tiknar úr luftini. Eisini eru myndir, sum sýna Slættaratind og Mýl- ing, myndir av Sundalagn- um og av Skálafjørðinum, og so myndir »av jørðini« av fólki á Norðoyastevnu og av sanginum á Tinghús- vøllinum ólavsøkudag. Jákup Andreas Arge er ein av pionérunum innan myndir og myndatøku í Føroyum. Hann hevur tikið hópin av myndum og gjørt ymiskar áhugaverdar film- ar sum t. d kornfilmin, torvfilmin og Føroyar í dag. Hann plagdi eisini vísa film á ymiskum stovnum, skúlan, ellisheimum o.l. til tess at útvega pengar til at gera fleiri filmar. Hugskotið til myndakal- endaran fekk Jákup Andre- as fyri nógvum árum síðan, tá hann fekk eygað á ein íslendskan myndakalend- ara, sum hekk inni á gomlu Gjaldsstovuni á Konga- brúnni. Hann átti hópin av føroyskum myndum, sum hann kundi brúkt til ein slíkan kalendara. Hann setti seg í samband við ísl- endsku prentsmiðjuna »Kassagerð«, sum gjørdi íslendska myndakalendar- an. Hann fór yvir til Ís- lands, har hann fekk avtalu í lag um at prenta føroyska myndakalendaran. Seinnu árini hevur tað verið ein onnur íslendsk prent- smiðja, »Oddi«, sum hevur prentað kalendaran. Føroya Myndakalendari varð sera væl móttikin, bæði av fólki í Føroyum og úti í heimi. Nógvir stovnar og fyritøkur keypa kalend- arar við sínum egna navni og búmerki á. Myndakalendarin er í brævbjálva, soleiðis at tað er sera ómakaleyst at senda ein kalendara til vinir og kenningar í útlandinum, tað er bert at skriva adressuna á bjálvan og seta frímerki á. Føroya Myndakelendari 2005 kostar 85 krónur í sølubúðunum. Føroyar úr erva Apríl-myndaevni í Føroya Myndakalendara er loftmynd av Syðradali á Kalsoynni Í dag verður Mazda- umboðið í Føroyum formliga latið Bila- søluni hjá Øssuri Johannesen, men gamli forhandlarin, Berg Motors, liggur inni við eini ør- grynnu av nýggjum Mazda-bilum, og fyrstu tíðina verður tað tí kapping um at selja teir væl umtóktu bilarnar BILASØLA Eyðun Klakstein Í dag er ein merkisdagur í føroyskari bilasølu. Bila- sølan hjá Johannesi Berg, sum síðani 1968 hevur havt umboðið upp á teir væl umtóktu Mazda-bilarnar, missir umboðið, og sta- fettin verður latin til Bila- søluna hjá Øssuri Johanne- sen. Fólk í bilavinnuni hava ilt við at siga, hvat fer at henda á marknaðinum frameftir, men eitt er púra vist – tað verður kapping um at selja Mazda í Føroy- um næstu tíðina. Berg Motors hevur onkrastaðni millum hundr- að og tveyhundrað spildur- nýggjar Mazda-bilar á goymslu, og teir skulu seljast. Hetta ger byrjanina hjá Øssuri Johannesen nakað truplari, men hann ætlar sær ikki at leypa fram av. – Vit fara at byggja hetta upp róliga. Tað er ósunnt fyri eina fyritøku at blása nakað upp at byrja við, og so ikki kunna liva upp til tað. Tað fara vit ikki at gera, og vit fara ikki við í nakra skilaleysa kapping við Berg Motors um Mazda-bilarnar, sigur Øss- ur Johannesen. Karin Clementsen Hammer, sum saman við Johannesi Berg, hevur leiðsluna av Berg Motors, roknar við, at prísirnir á Mazda-bilum fara at hækka hjá nýggja umboðnum. – Vit hava havt einasta beinleiðis innflutningin av bilum til Føroya, og nú alt skal ígjøgnum Danmark, kann mann rokna við, at fólk kom at betala meira fyri Mazda-bilarnar, sigur Karin Hammer. Slóðbrótandi Mazda- maður Tað var í 1967, at fyrsti Mazda-bilurin kom til land- ið, og árið eftir fekk Jo- hannes Berg umboðið upp á Mazda í Føroyum. Hann var á ymiskan hátt framm- an fyri sína tíð, tí Mazda kom ikki til Danmarkar fyrr enn eini trý ár seinni. Í 1968 varð ferð sett á bilasøluna í Føroyum, tí tá kundu fólk keypa bilar frítt, og Mazda var við frá byrj- an. Gjøgnum øll sjeytiárini var japanska merkið tað mest selda í landinum, og tað var ikki minsta orsaka av Johannesi Berg, at privatbilasølan í Føroyum rættiliga tók dik á seg hesa tíðina. Meðan summi hildu, at eingin brúkti privatbil í Føroyum, so var Johannes Berg hinvegin av teirri áskoðan, at øll manglaðu ein bil. Hann innflutti tí nógv fleiri bilar, enn nakar annar helt verða ráðiligt, men hann seldi alt so hvørt. Mazda hevur øll árini síðani 1968 verið ein væl umtóktur bilur í Føroyum, og hóast onnur merki hava selt meira, kom Mazda aftur á slóðina í fjør, tí merkið aftur var tað mesta selda í landinum. Kuril kom á tráðin Fyrr í ár gjørdist tað greitt, at Mazda skuldi hava nýtt umboð í Føroyum, og tað kom rættiliga óvart á flest fólk. Er tað nakar, sum hev- ur verið ímyndin av Mazda í Føroyum, so er tað Johannes Berg, men knappliga stóð hann uttan fyri dyrnar, með- an Øssur Johannesen var boðin inn í hitan. Hvørjar orsøkirnar eru til skiftið av umboðnum í Før- oyum er trupult at fáa greiði á, men tað hevði av- gerandi ávirkan, at Mazda í Danmark skuldi yvirtaka innflutning vegna Føroyar, og harvið kom føroyski for- handlarin at verða ein van- ligur forhandlari í donsku skipanini og ikki ein bein- leiðis innflytari av bilum úr Japan. Karin Clementsen Hammer, sum er dagligur leiðari hjá Berg Motors, við ikki siga nakað um, hví Berg Motors misti Mazda- umboðið, og Øssur Jo- hannesen kann bara stað- festa, at hann fekk í boði at taka yvir, og hesum tók hann av. Og harvið var tað veru- leiki, at Mazda í Føroyum skifti hest, og nú skal Bila- sølan hjá Øssuri Johanne- sen verða formliga umboð- ið fyri bilarnar í Føroyum. Enn hevur Øssur Jo- hannesen ikki fingið Mazda-bilar á goymlu, men hann roknar við, at tað verður um einar tvær vikur. Hvat við prísinum? Spurningurin er so, hvat hetta kemur at merkja fyri søluna av Mazda-bilum og fyri føroyska bilamarkn- aðin sum heild. Nýggi og gamli forhandlarin eru í øllum førum ikki á einum máli um prísirnar. – Mazda-bilarnir koma ivaleyst at vera dýrari í framtíðini, heldur Karin Clementsen Hammer. Men hesum tekur Øssur Johannesen ikki undir við. – Í útgangsstøðuni skulu prísirnir ikki hækka, men vit koma at seta tann prísin á bilarnar, sum vit skulu hava fyri teir. Vit fara ikki við í nakað prískríggj, tí tað kunnu vit bara tapa, sigur Øssur Johannesen. Stjórin hjá Meinhardt Arge kann av síni skriv- stovu fylgja Mazda-stríð- num sum eygleiðari, og hann heldur ikki, at skiftið av Mazda-umboðnum fer at fáa nakra avgerandi ávirkan á bilamarknaðin. – Mazda hevur ikki einsamalt syrgt fyri kapp- ingini á bilamarknaðinum. Bíligu koreansku bilarnar hava eisini økt um kapp- ingina, og nú hava hini merkini eisini tikið kapp- ingina upp, sigur Finnbogi Arge, stjóri hjá Meinhardt Arge, sum millum annað selir merkini Opel og Nissan. Hann nevnir sum dømi, at Opel framleiðis Astra Classic sum beinleiðis alternativ til teir bíligari koreansku bilarnar. Færri bilar verða seldir Mazda-sølustøðini og allar hinar bilasølurnar í landin- um skulu frameftir kappast á einum marknaði sum minkar, og hetta kemur eis- ini at hava ávirkan á kapp- ingina og innflutningin av bilum. Búskaparliga støðan í landinum hevur rættiliga kontanta ávirkan á bila- søluna, og seinastu tvey árini er samlaða sølan av bilum minkað. Sølan hevur verið uppi á umleið 1800 nýggjum bilum um árið, men sølan er minkað við nørkum hundrað bilum, og tað er sannlíkt, at sølan verður ein triðing minni í ár og komandi árini. Mazda skiftir hest í Føroyum Hóast røðirnar av nýggjum Mazda-bilum eru langar uttan fyri hjá Berg Motors, so hevur bilasølan í dag mist formliga umboðið av Mazda-merkinum í Føroyum. Fyrstu tíðina verður tað tó kapping um at selja Mazda-bilarnar Mynd: Jens Kristian Vang Mazda ella Suzuki? Tá ið fólk í dag koma inn á gólvið hjá Berg Motors fyri at hyggja eftir bilum, kann sølumaðurin bjóða teimum bæði Mazda og Suzuki bilar Á goymsluni hjá bilasøluni á Hálsi eru yvir hundrað spildurnýggir Mazda-bilar, og nú eru fyrstu Suzuki- bilarnir eisini komnir inn á gólvið. – Sølan av Mazda-bilum gongur væl, men tað er trup- ult at siga, hvussu long tíð fer at ganga, áðrenn vit hava selt allar Mazda-bilarnar, sum vit hava á goymslu, sigur Karin Clementsen Hammer, dagligur leiðari hjá Berg Motors. Hon veit ikki neyva talið á bilum, sum tey hava á goymlsu, men tað er yvir hundrað í øllum førum. Berg Motors fer at halda fram við at selja Mazda sum vanligt. Bilasølan fer eisini at tryggja sínum viðskiftafólki umvælingar og garanti, sum tey hava gjørt higartil. C M Y K 3 2