mánadagur 26. januar 2015síða 50
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 5 l 26. januar 2015
Ókeypis lýsingarblað
26
Vikutema
Hús&Heim
Máling kann saktans vera meira enn
hvít, tó at nógv halda seg til tað hvíta
og ljósa.
Men, máling kann veruliga fríska
upp tínar veggir, kommodu, skenk,
borð og stólar, og um tú ynskir tað,
kann máling og tapet rættiliga um
broyta rúmini við litum og mystrum.
Tey, sum eru røsk við hugskotum,
siga, at máling og tapet kunnu skapa
persónleika, geva orku og gleði um at
“hittast” aftur - um vit so kunnu siga.
Tú gleðir teg snøgt sagt at koma heim
aftur til litríku rúmini og møblarnar.
Og møguleikarnir við máling eru
óteljandi.
Tú kanst mála við fleiri litum,
strípum, prikkum ella stjørnum. Tað er
bara hugskotið, sum setir mørkini. Ein
veggur kann eitt nú málast við litum
og kommoda, skenkar, borð og stólar
við uppaftur øðrum litum.
Tú kanst brúka litirnar, soleiðis
sum tú hevur hug til - ella ikki hevur
hug til.
Eitt hugskot kann vera at leita úti á
útlendskum heimasíðum við hug
skotum um máling, litir og tapet.
Lampa
úr glas
krukku
Ber tað til at gera lampur burtur úr
reyðkálskrukku?
Sum myndin vísir, ber tað væl
til og er eisini lutfalsliga lætt og
ómakaleyst.
Hol verður skorið í lokið, har
rógvin ella fatningurin verður
settur, og á viðheftu mynd eru
bæði rógv og lok málað svart við
óblankari máling.
Umráðandi er, at peran ikki er
ov sterk og soleiðis gevur nógvan
hita av sær.
Hugsandi er, at smærri hol eisini
kunnu gerast í lokið á krukkuni,
soleiðis at hitin betri sleppur út.
Tín egni
kníva
kubbi
Hugsa tær, hvussu lítið skal til fyri
at gera sín egna knívakubba, sum
vit hava valt at rópa tað.
Á viðheftu mynd sæst, hvussu
lætt hetta í veruleikanum kann
gerast.
Tú koyrir nakrar grillpinnar nið
ur í eitt vakurt ílat úr metalli, og
so hevur tú knívakubban, ið kann
brúkast til at kalla allar knívar -
líkamikið, hvussu breitt knívablaðið
er.
Máling kann vera
meira enn hvítt
Tú kanst brúka litir, soleiðis sum tú hevur hug til - ella ikki hevur hug til
Tað er bara hugflogið, sum setir mørkini - og um tú vilt, eru als eingi mørk
Lagt til rættis: Vilmund Jacobsen
Klemmur
um pensilin
Hvør hevur ikki verið úti fyri, at pensil
in, sum hevur staðið á bloti í einum
ílati, líka sum hevur mist skap, tá tú
skalt brúka hann aftur?
Men, loysn er fyri hesum.
Eitt hugskot er, at tú setir tvær
vanligar klemmur á pensilin og síðan
setir hann niður í ílatið, soleiðis at
hann hongur uppi.
Hetta ger tað lættari at byrja aftur
at mála og ger, at tú sleppur undan at
keypa tær eitt nýggjan pensil.