mánadagur 26. januar 2015síða 51
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 5 l 26. januar 2015
Ókeypis lýsingarblað
27
Vikutema
Hús&Heim
Vit brúka nógva tíð heima við hús, og
tí hevur tað stóran týdning fyri okkara
heilsu og dagligu vælveru, hvussu
inniluftin er.
Alt eftir, um tað er summar ella
vetur, eru flestu okkara innandura
umleið 90% av tíðini. Av hesum eru
vit umleið 16 tímar um døgnið heima
við hús hjá okkum sjálvum. Tí er tað so
týdningarmikið, at tað er heilsugott og
behagiligt at vera í egnum bústaði.
Tak um trupulleika
Tað kann vera ymiskt, sum ávirkar inni
luftina, eitt nú sjálv luftdygdin, fukt
ur, royking og kemikali’ir, sum kunnu
stava frá byggitilfari og møblum.
Er inniluftin ring, kann familjan,
sum býr inni, uppliva troyttleika,
høvuðpínu og ampa í luftrásini.
Sum eigari av bústaði hevur tú
sjálvur ábyrgdina av inniluftini, men tí
betur er tað nógv, sum tú kanst gera.
Tað einfaldasta, tú kanst gera fyri
at bøta um støðuna, er at lufta út og
halda rúmini rein.
Um neyðugt, kanst tú eisini
tryggja tær eina betri inniluft við at
fremja ábøtur á húsini og fáa tær eina
ventilatiónsskipan.
Eldri og nýggjari
Trupulleikar við blámosoppi kunnu
vera bæði í eldri og í nýggjari húsum.
Í eldri húsum hongur vøkstur
við blámusoppi ofta saman við, at
kondens kemur á innara veggin - ofta
tí, at hitamunur er á inniluftini og hit
anum á innara vegginum.
Tað er vætan í luftini, sum setir seg
á kalda veggin og skapar gróðrarlíkindi
fyri blámusoppi.
Í eldri húsum kann fuktur eisini
stava frá vatnskaða, sum ikki varð
umvældur nóg skjótt - ella vætu, sum
ikki varð fingin burtur.
Vatnið kann vera tornað upp, men
blámusoppurin heldur seg framvegis
í konstruktiónini og kann elva til
heilsuligar trupulleikar.
Rivur ella sprungur
Í eldri húsum kann orsøkin til blámu
sopp ofta vera rivur ella sprungur í
vegginum ella í konstruktiónini, sum
kunnu leiða fukt inn í húsið.
Ein annar møguleiki er, at tað er
væta, sum seyrar úr kloak-ella vatn
rørum, sum ger um seg og elvir til
trupulleikarnar.
Inniluftin er ikki góð, tá vindeyguni
døgga, og tú merkir modnaroyk inni.
Tað skal vera
gott at vera
heima við hús
Einar 16 tímar um døgnið eru vit heima við hús. Tí
hevur tað so stóran týdning, hvussu inniluftin er
Plattar kunnu brúkast til so nógv,
og tað er bara hugflogið, sum setir
mørkini.
Ikki er óvanligt at síggja, at fólk
gera sær havamøblar, sengur, reolir,
hillar - ja, enntá køkar úr plattum.
Vikublaðið hevur áður skrivað
um mann í Froðba, sum hevur bygt
dóttir síni eini heil hús úr plattaviði!
Hetta er sami maður, sum nú
byggir soni sínum hús úr øðrum
endurnýtsluviði. Ein partur av stór
viðinum til hesi húsini er fingin burtur
úr niðurtøku av egningarskúrum í
Hvalba.
Í handlum síggja vit viðhvørt fag
urt málaðar plattar, sum handilsfólk
brúka til at seta sínar vørur á.
Hetta er kanska serliga kent í
málingahandlum.
Sum viðheftu myndir vísa, eru
møguleikarnir við plattum og platta
viði næstan óendaligir.
Plattaviður
kann brúkast
til so mangt
Plattar kunnu sagast sundur -
ella takast sundur - og setast
saman til mangt og hvat
Lagt til rættis: Vilmund Jacobsen
Sum viðheftu myndir vísa, eru møguleikarnir við plattum
og plattaviði næstan óendaligir - og í Froðba hevur
maður bygt dóttir síni ein heil hús úr plattaviði
Er inniluftin ring, kann familjan, sum býr inni, uppliva troyttleika, høvuðpínu og ampa í luftrásini