Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-07-01, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. juli 2004síða 4

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 123 - 1. juli 2004 Nr. 123 - 1. juli 2004 7 Vísindafólk á Føroyamálsdeildini útgivið tríggjar bøkur Í hesum døgum er satt útgávurok á Føroyamálsdeildini. Starvsfólk á deildini hava skipað fyri, at ikki færri enn tríggjar bøkur koma út í somu viku. Tað er Føroya Fróðskapar- felag, sum hevur givið allar 3 bøkurnar út ÚTGÁVUR Tíðindaskriv Í sambandi við útgávurnar skipa Fróðskaparsetrið og Føroya Fróðskaparfelag fyri móttøku og tíðinda- fundi á Føroyamálsdeildini, V. U. Hammershaimbs gøtu 16, hósdagin 1. juli kl. 14.00. Høvið verður hjá fólki at ogna sær bøkurnar og rithøvundarnir skriva í bøkurnar. Turið Sigurðardóttir, lektari í bókmentafrøði hevur skrivað bókina: Bók- mentasøgur - Greinasavn. Í bókini eru fimtan greinir um evni, sum fevna frá 18. til 20. øld. Greinirnar hava, uttan tríggjar, staðið í yms- um tíðarritum tey seinastu umleið 15 árini. Flestallar greinir eru um skaldskap í bundnum máli, nakrar um óbundið mál. Greinirnar viðgera føroyskar bók- mentir og mentan, m.a. út frá hugtøkum sum barokk- ur, klassisisma, upplýsing, romantikkur, modernisma og postmodernisma. Tær tríggjar greinirnar, sum ikki eru prentaðar áður, eru: grein um eina minnisyrking í alexandrinskum ørindis- lagi, á donskum, eftir Han- us Jákupsson Debes, løg- mann av Oyri; grein um fyrstu metrisku yrkingina á føroyskum, Føroyarímuna eftir Alexandur Weihe úr Søldarfirði; og grein um Hammershaimb sum tjóð- arsmið út frá viðgerð av Anthologiini og yrkingum um Hammershaimb. Anfinnur Johansen, lekt- ari í málfrøði, og Hans Jo- ensen, orðabókaritstjóri, hava ritstjórnað bókina Mál í mæti, sum er heiðursrit til Jóhan Hendrik W. Poulsen, professara, á sjeyti ára degnum. Í bókini er savn av greinum hansara skrivaðum í eitt fjøruti ára tíðarskeið. Bók-in er býtt sundur í tveir part-ar. Í fyrra parti eru 43 greinir, skrivaðar á føroysk- um, íslendskum, donskum og enskum. Tær hava allar staðið á prenti áður í bók- um og tíðar-rit-um. Grein- irn-ar standa í tíðarrøð, tann fyrsta stóð í Skírni í 1963 og tann síðsta í Med ‘bil’ i Norden i 100 år frá 2003. Seinni part-ur nevn- ist Orð og yrði, bók-stava- rím eins og bók-ar-heitið, og fevnir hann um ym-ist til-far, sum ber 12 yvir- skriftir, 7 teirra hava ongan- tíð ver-ið á prenti áður. Tað síðsta í seinna parti er eitt úrval av nýggjyrðum hans- ara, 500 í tali. Höskuldur Þráinsson, Hjalmar P. Petersen, Jógvan í Lon Jacobsen og Zakaris Svabo Hansen hava skriva nýggja føroyska mállæru Faroese - An Overview and Reference Grammar. Ætl- andi fer henda nýggja mál- læran, sum er á enskum, at avloysa bókina hjá Lock- wood, An Introduction to Modern Faroese frá 1977, og sum rímiligt er, er henda nýggja mállæran væl størri og tekur væl meira við enn Loockwood gjørdi í sínum undangonguarbeiði, tí í hesari nýggju mállæruni eru tey nýggjastu gransk- ingarúrslitini tikin við, um- framt tey gomlu. Granskar- ar, serliga útlendskir, hava leingi bíðað eftir einari umfatandi føroyskari mál- læru, tí hóast granskað verður í føroyskum her heima, er so ógvuliga nógv eftir at gera, og kann henda bókin kveikja monnum til, umframt at hon verður, eins og heitið vísir, ein tílvísing- arbók. Um bøkurnar Turið Sigurðardóttir: Bók- mentasøgur - Greinasavn, Føroya Fróðskaparfelag, Tórshavn 2004 - 382 síður Perman er prýdd við skurði úr málningi eftir S.J. Miki- nes av Símuni av Skarði. Prísur: 390,- í bókabúð- unum Jóhan Hendrik W. Poulsen: Mál í mæti. Ritstjórar: Anfinnur Johansen og Hans Joensen. Føroya Fróðskaparfelag, Tórshavn 2004 - 536 síður Kápumynd: Tróndur Patursson Prísur: 325, - í bóka- búðunum Höskuldur Þráinsson, Hjalmar P. Petersen, Jógv- an í Lon Jacobsen og Zak- aris Svabo Hansen: Faro- ese - An Overview and Reference Grammar Føroya Fróðskaparfelag, Tórshavn 2004 - 501 síður Prísur: 380, - í bókabúð- unum »Ferðin til Gjáar« Heilafelagið fer nú aftur undir árliga tiltakið "Ferðin til Gjáar". Hetta tiltak hevur verið í fleiri ár, men í fjør var tiltakið av ongum TÍÐINDASKRIV Nevndin í Heilafelagnum hevur avgjørt at taka stig til hetta tiltak aftur. Av- gjørt er, at verður undir- tøka, fara vit til Gjáar vikuskiftið 3. til 5. sep- tembur. Hesin túrur er eitt gott høvi hjá raktum og avvar- andi at møtast. Her kunnu vit í hugnaligum um- hvørvi vera saman eitt vikuskifti til gaman og álvara. Ein partur av tiltakinum er ætlað til at viðgera fel- ags áhugamál og til at stuðla hvørjum øðrum. Fyrraparturin leygardag er ætlaður til at arbeiða við viðkomandi evnum, og um kvøldið verður veitsla. Brøv til limirnar við upplýsingum um tilmeld- ing v.m. verða send út síðst í juli mánaða. Vónandi verður undir- tøkan eins góð og hini árini. Solveig nýggj forkvinna Á aðalfundi hjá fel- agnum fyri hoyri- brekað stillaði Nico- lina Dahl ikki upp- aftur sum forkvinna AÐALFUNDUR Tíðindaskriv Felagið fyri hoyribrekað hevur hildið árligan aðal- fund. Formaðurin Nico- lina Dahl, Klaksvík stóð fyri vali og stillaði ikki uppaftur. Í hennara stað varð Solveig Islfeldt vald í nevndina. Nevndin hevur síðan skipað seg við Solveig Isfeldt, Tórshavn sum forkvinnu, Katrin Rubek- sen, Tórshavn sum skriv- ara og Jórun Johannesen, Norðskála sum kassa- meistara. Tiltakslimur er Jákup Danielsen, Tórs- havn. Hesi seinastu árini hevur Otto Juul Sjóstein verið grannskoðari hjá felagnum, men hann ynskti ikki at halda fram og í hansara stað varð Nicolina Dahl vald til grannskoðara. Alt fleiri fólk í góðum árum fáa hoyribrek at dragast við og felagið veksur skjótt. Í løtuni eru umleið 330 limir. Anfinnur Johansen, frá Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya, handar Jóhan Hendriki W. Poulsen, bókina »Mál í mæti«, sum er givin út í sambandi við sjeyti ára føðingardag hansara Skipað verður fyri føroyskari ólavsøku á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn ÓLAVSØKA Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Tað er ikki bert her heima, at nógv verður gjørt burtur- úr ólavsøkuni. Eisini í Keypmannahavn verður í ár skipað fyri stórari ólav- søku. Siður er at halda ólavsøku í Føroyahúsinum í Keypmannahavn hvørt ár, og ólavsøkan verður eisini hildin í danska høvuðs- staðnum í ár. Hesuferð tó ikki í Føroyahúsinum. Nýggja og stásisliga Norðurbryggjan verður í ár karmur um ólavsøkuna. – Nú hava vit skipað fyri ólavsøku inni í Føroyahús- inum hvørt ár, og tá vit eru har, so eru møguleikarnir fyri uttandura aktiviteti ikki teir stóru, og tað hava vit saknað, sigur Martin Fjall- stein, leiðari í Føroyahúsin- um. Saman við føroysku fel- øgunum í Keypmannahavn varð tí tikið stig til at flyta ólavsøkuna av Vesterbro- gade og yvir í Norður- bryggjuna, har umstøðurn- ar fyri uttandura virksemi eru munandi betri. Okkurt fyri øll Stigtakararnir fóru undir fyrireikingarnar til ólav- søkuna longu í mars mán- aði. Og nú eftir fleiri fundir og nógv arbeiði eru øll loyvini komin uppá pláss. Ein arbeiðsbólkur er sett- ur at fyriskipa ólavsøkuna. Formaður er Niels Sal- mony. – Vit vilja við ólavsøkuni fegin vísa øðrum, hvørjum vit eru errin av í Føroyum. Endamálið er at varveita føroyskan sið, men tað skal sjálvsagt eisini verða okk- urt, sum danir og onnur kunnu koma til, sigur hann. Byrjað verður við eini skrúðsigling við føroyskum bátum, og síðani setir Tryggvi Johansen, leiðari á føroysku sendistovuni, ólavsøkuna. Kappróður verður fyri fyrstu ferð á skránni í ár. Hetta verður við føroyskum bátum frá ymsu róðrarfel- øgunum á flatlondum. Seinni ólavsøkuaftan verður dansur á Bryggjuni, har dansibólkurin BE4 við Ian Onghamar á odda fer at spæla. Somuleiðis ólav- søkuaftan verður skipað fyri fýrverki og felagssangi við somu sangheftunum, ið verða nýtt til midnáttar- sangin á ólavsøku heima í Føroyum. Ólavsøkudag verður millum annað skipað fyri stórari konsert við fleiri føroyskum tónleikarum. Nevnast kunnu Stanley Samuelsen, Hanus G. Johansen og Sámal Ravns- fjall. Eisini verður okkurt ser- ligt fyri børnini. Vænta nógv fólk Tá ólavsøka hevur verið hildin í Føroyahúsinum hevur talið á vitjandi ligið millum 2 og 400. Fyrireik- ararnir bæði vænta og vóna, at fleiri leggjast aft- urat í ár. – Um henda ólavsøkan eydnast væl, so hava vit lagt grundsteinin fyri ein- um føstum siði, siga teir báðir Martin Fjallstein og Niels Salmony. – Karmarnir eru nú góðir at skipa fyri eini góðari ólavsøku. Ólavsøka mitt í Keypmannahavn Eina tíð framyvir fer Sjónvarp Føroya at senda tíðindasend- ingina, Dag og viku, klokkan 19 ístaðin fyri klokkan 20 SJÓNVARP Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Meðan EM-endaspælið hevur verið seinastu vik- urnar, hevur tíðindasend- ingin hjá Sjónvarpi Føroya, Dagur og vika, verið send klokkan 19 ístaðin fyri klokkan 20, orsakað av fót- bóltsdystunum. Katrin Petersen, virkandi tíðindaleiðari, í Sjónvarpi Føroya, sigur, at sjónvarpið hevur fingið góðan respons frá fólki nú tíðindasending- in er flutt fram. Tí hevur leiðslan í sjónvarpinum av- gjørt, at halda fram við at senda Dag og viku klokkan sjey, sjálvt um EM-enda- spælið endar sunnudagin. Hetta verður í fyrstu syftu gjørt í eina royndar- tíð, áðrenn endalig støða verður tikin um at flyta tíð- indasendingina fast fram. Hvussu leingi Dagur og vika verður send klokkan 19, er ikki endaliga avgjørt enn. Martin Fjallstein (t.h) hevur í fleiri ár skipað fyri ólavsøku í Føroyahúsinum í Keypmannahavn. Niels Salmony (t.v) er formaður í arbeiðsbólkinum, sum í ár skal skipa fyri ólavsøkuni á Norðurbryggjuni í danska høvuðsstaðnum Mynd: Álvur Haraldsen Dagur og vika klokkan 19 Í eina tíð framyvir verður roynt at senda Dag og viku klokkan 19 ístaðin fyri klokkan 20 Savnsmynd C M Y K 7 6