Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-27, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. januar 2015síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 28. mikudagur 2015 · Nr. 11 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 úr tinginum 18 spurningar frá samgongu til andstøðu Samgongan hevur boðið andstøðuni til fundar um, hvussu fiskivinnan skal skipast eftir 1.januar 2018. Árni Gregersen Talan er neyvan fyribils um sam­ráðingar, tí sum upp­ legg­ið er, so skulu and­støðu­ flokk­ar­nir fyrihalda seg til 18 spurn­ing­ar frá samgonguni, utt­an at andstøðan veit, hvat sam­gong­an í høvuðsheitum er samd um. Javnaðarflokkurin meld­ aði fyrst út, at flokkurin ikki kom á fundin í gjár, tí tað passaði illa inn í arb­eiðs­ skránna hjá formanninum. Mill­um annað var Aksel V. Jo­hannesen á fundi í vinnu­ nevnd­ini í tinginum í gjár, har nevndin hevði hópin av inn­kall­ingum. Men eisini aðrar orsøkir vóru til, at flokkurin vildi hava fundin útsettan til í næstu viku. – Vit hava fingið 18 spurn­ ing­ar at fyrihalda okkum til. Teir flestu kunnu vit fyri­halda okkum til uppá stand­andi fót, men nakrar av teim­um hava vit als ikki hugs­að um. Teir vilja vit tí hava møguleika at viðgera inn­anfloks, sigur Aksel V. Jo­ hanne­sen. Tjóðveldi í dag Í dag er eftir ætlan tveir fund­ir. Fyrrapartin vil sam­ gong­an hitta Sjálv­stýr­is­ flokk­in. Kári P. Højgaard fer á fund­in, tí hósdagin fer hann til Grønlands á fund í Út­ norð­urráðnum. – Vit hava fingið somu 18 spurn­ingarnar at fyrihalda okk­um til og tað fara vit eis­ ini at gera, sigur Kári P. Høj­ gaard. Eisini Tjóðveldi fer eftir ætl­an á fund í dag. Flokkurin er helst tann, sum stendur longst frá samgonguni, tá ið um fiskivinnunýskipan ræð­ur. Flokkurin heldur rimm­ar­ fast um, at ti.lfeingið í hav­in­ um kring Føroyar er fólksins ogn og tí skulu øll eisini hava møgu­leika at brúka hetta til­ feing­ið móti gjaldi. – Vit fara á fund við opn­ um sinni, men vit halda tað er eitt sindur torført bert at svara spurningum, tá ið vit als ikki hava fingið at vita, hvat tað er samgongan er vorð­in samd um, sigur Páll á Reyna­túgvu, Tjóðveldi. Fjóðri andstøðuflokkurin, Fram­sókn, bíð­ar enn eftir nýggj­um fund­ar­boð­um. Flokk­ur­in fekk eini boð, men for­mað­ur floks­ins er burt­ur­ stadd­ur og kemur ikki aftur til Før­oya fyrr enn hósdagin. Spennir vítt Samgongan hevur ikki al­ ment sagt, hvat tað er hon í høv­uðs­heitum er samd um. Sum skilst eru flokkarnir í sam­gonguni samdir um ein yvir­skip­að­an leist, sum tó kort­ini ikki 100 prosent er góð­kend­ur í baklandinum hjá flokk­unum. Fleiri spurningar eru, sum hava alstóra ávirkan á fiski­ vinn­una frameftir. Loyvistíðin er eitt. Eftir nú­ver­andi skipan ganga loyv­ini út 1. januar 2018. Semja skal tí gerast um, hvussu lang loyvini verða í fram­tíð­ini. Fólkaflokkurin hevur und­ir sam­ráðingunum vilja, at loyv­ini gerast so long sum til­ber og at tey á ein ella ann­an hátt eru rullandi. Und­ir sam­ráð­ingunum helt flokk­ur­in, at 12 ár var eitt hósk­andi tíð­ar­skeið, loyvini skuldu vara. Men Sambandsflokkurin hevði ikki hug at taka undir við hesum og vil hava, at loyv­is­tíð­in verður stytt nið­ ur. Eft­ir hvat frættist, so eru semja um, at loyvini fara at vera sjey-átta ár. – Spurningurin er ikki bert um longdina á loyv­un­ um, men so sanniliga eisini um tey eru rullandi – ella um onn­ur sleppa framt loyv­un­ um, sigur Páll á reynatúgvu, Tjóð­veldi. Ein annar spurningur, sum hevur havt nógv fokus, er útlendskur kapitalur í fiski­vinnuni. Lógin sum er galdandi gev­ur útlendingum rætt il at eiga 33 prosent í einstøku fe­løg­un­um, sum eiga fiskifør. Ser­liga Fólkaflokkurin hevur strongt á, at fáa útlendskan kapi­tal heilt úr vinnuni, men sum skilst so er ein semja í sam­gong­uni um, at hetta tal verð­ur lækkað til 20 prosent av útlendskum ognarskapi. Onkur annar heldur, at pro­sent­tal­ið ikki er so av­ger­ andi, men heldur at tað hev­ ur størri týdning at mynd­ug­ leik­ar­nir handheva galdandi lóg. Uppboðssøla Uppboðssøla av fiski­rætt­ind­ um hevur havt høga rað­fest­ ing, serliga hjá Tjóðveldi. Samgongan er eisini samd um uppboðssølu, men sum skilst so er talan bert um 20 pro­sent av makrelkvotuni go so møgu­lig nýggj rættindir, sum skulu yvir uppboðssølu. Ein stórur spurningur, sum upp­tekur allar flokkar er, hvussu nýggj fólk sleppa fram­at vinn­uni. Serliga Fólkaflokkurin held­ur fast um, at tað ber væl til í løtuni, tí alt er umsetiligt og tí er tað bert spurnignur um pengar at sleppa framat. Fleiri av hinum flokk­ unum síggja tað meira tor­ ført enn so, tí fyri at sleppa fram­at skulu ómetaliga stór­ar pen­inga­upp­hædd­ir á borðið. So stórar, at tað als ikki er gjørligt hjá ný­byrj­ar­ um at útvega so stóran kapi­ tal. Stríðið er sjálvandi eisini um, um hvørt tað skal bera til at selja fiskirættindi, sum ein hev­ur fingið ókeypis frá tí al­menna fyri stórar upp­ hædd­ir. Tíðin fer Sam­ráð­ing­ar­nar um nýggja fiski­vinnu­skip­an eru sera tor­før­ar av fleiri orsøkum. Fyrst og fremst ósemjan og holdn­ing­ar­nir til, hvussu hetta eig­ur at skipast, men eis­ini tí at tíðin gongur und­ an. Val er í seinasta lagi í okt­ ob­er. Broytingar í skipanini skulu gerast og hetta tek­ur langa tíð, tí ikki bert skal lóg­in um vinnuligan fiski­ skap broytast, men eisini all­ ar lógir, sum eru knýttar til lógina um vinnuligan fiski­ skap. Verða broytingarnar ikki gjørdar í hesum tíð­ar­skeið­ num, so gerast við­ur­skift­ini hjá vinnuni sera torfør. – Vit hava ábyrgd mótveg­ is vinnuni og tí má hetta ger­ ast. Tí er tað harmilgit, at vit onki hava hoyrt frá lands­ stýr­is­mann­in­um við fiski­ vinnu­mál­um í 19-20 mánaðir fyrr enn nú, sigur Páll á Reyna­túgvu. Allir andstøðuflokkar eru kallaðir á fund við samgonguna um nýggja fiskivinnuskipan. – Vit eru í sam­gong­ uni samd um ein leist, so tað viyt royna at finna fram til er um andstøðan er samd við okkum og er sinnað at finna eina loys. Soleiðis sigur lands­ stýr­is­mað­ur­in við fiskivinnu­mál­um, nú ferð er sett á samráðing­ arnar um nýskipan av fiski­vinnuni. Tjóðveldi og Sjálv­ stýri fara á fund við um­boð fyri samgonguna í dag, Javnðarflokkurin mána­dagin og Framsókn týs­dagin. – Vit hava biðið and­støðuflokkarnar fyri­halda seg til nøkur ting og vit fara so eisini at siga andstøðuni, hvat vit halda. Vísir tað seg, at part­arnir eru sinnaðir at nærk­ast hvørjum øðr­um, so fara vit víðari, sig­ur Jacob Vestergaard. Lógin um vinnuligan fiski­skap fer úr gildi 31. des­ember 2017. Útgangsstøðið er støðan í samgonguni Kári P. Højgaard, Sjálvstýrisflokkurin Aksel Johannesen, Javnaðarflokkurin Páll á Reynatúgvu, Tjóðveldi Poul Michelsen, Framsókn