týsdagur 27. januar 2015síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mikudagur 28. mikudagur 2015 · Nr. 11
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
landbúnaður
Tað er ongastaðni so
lagaligt sum í Føroyum
Tað skal vera líka trygt at keypa føroyskt kjøt sum útlendskt kjøt
Áki Bertholdsen
– Veruleikin er, at tað er
eingin, sum hevur so laga
ligar treytir sum vit hava í
Føroyum.
Tað staðfesti Laila S. Jacob
sen, deildarleiðari á matvøru
deildini hjá Heilsufrøðiligu
Starvsstovuni á Búnaðar
stevnuni í Klaksvík leygar
dagin.
Heilsufrøðiliga
Starvs
stovan
hevur
rættiliga
staðið fyri skotum, nú ein
nýggj skipan kemur í gildi
í summar. Treytin verður
nú, er, at eisini alt turt og
ræst kjøt, sum verður selt í
handlum og á matstovum
skal verða slaktað á góðkend
um sláturvirkjum og skal
hava hingið í góðkendum
hjallum.
Kjøtið skal eisini tryggjast
ímóti dálking, tá ið tað verður
flutt av sláturvirkið og í hjall
in.
Eitt lið í hesum er, at
djóralækni skal sýna seyðin
áðrenn hann verður flettur
og hann skal eisini sýna
krovið.
– Tað kemur fyri, at seyð
ur verður vrakaður á slátur
virkinum í Hósvík, tí hann er
sjúkur, ella tí at hann rætt og
slætt er ov skitin, sigur Laila
S. Jacobsen.
Eisini kjøt, sum verður
selt á torginum í Vágsbotni
í Havn, og á øðrum torgum,
skal vera av góðkendum
sláturvirkjum og úr góðkend
um hjallum.
Einasta undantak, er, at
tað er loyvt at selja nátungar
í handlum og á torgum, uttan
at teir koma av góðkendum
virki.
Í hesum sambandi verður
mett, at vandin fyri fáa náta
sjúku, er so lítil, at tað eigur
ikki at forða fyri at selja
nátungar á torgi, hóast teir
ikki eru av løggildum virki.
Men at selja kjøt á torgi,
er at selja bjóða hana fram
til almenna sølu, er ikki
durasøla og tí ber ikki til at
selja kjøt í Vágsbotni, ella á
øðrum torgum, sigur deildar
leiðarin.
Minni vandi
fyri sjúkum
Tað hevur verið ført hevur
verið fram, at hetta fer at
drepa gamla føroyska ment
an og at tað fer at beina fyri tí
fjølbroytni, sum er í tí ræsta
og turra smakkinum, sum
eyðkennir føroyskt kjøt.
Laila S. Jacobsen sigur, at
nýggju reglurnar eru settar í
verk fyri at trygdin hjá brúk
arunum, tá ið teir keypa før
oyskt kjøt í einum handli,
skal vera líka stór sum tá ið
teir keypa onkra aðra vøru.
– Orsøkin til at nýggju
reglurnar verða settar í verk,
er fyri at minka um vandan
fyri at dálkað og illa hagreitt
matur skal elva til sjúku.
Men
deildarleiðarin
á
Heilsufrøðiligu Starvsstov-
uni sigur, at í veruleikanum
eru treytirnar í Føroyum
nógv lagaligari enn aðra
staðni.
Í Føroyum verður tað
nevniliga framvegis loyvt
hjá fólki at keypa turt og
ræst kjøt, beinleiðis frá bónd
anum og tað er tað ikki nakra
aðrastaðni.
– Tað er ongastaðni í tí
partinum av heiminum, vit
samanbera okkum við, at
durasøla er loyvt, sum hon
er í Føroyum. Og í Føroyum
er tað nettupp í durasølu,
at tað mesta ræsta og turra
kjøtið verður selt, leggur hon
afturat.
Ein av teimum, sum var
við á búnaðarstevnuni, vildi
hava at vita um fleiri før
oyingar, enn onnur fólk, fáa
matvørubornar sjúkur, nú
lógin í Føroyum er lagaligari
enn aðrastaðni
Laila S. Jacobsen sigur,
at hon hevur ikki tøl hesum
viðvíkjandi.
– Men vit vita, at okkara
siðbundni matur kann elva
til ógvuliga álvarsligar sjúkur,
sigur hon.
Og hon leggur afturat, at
títtleikin av matvørubornum
sjúkum er størri í Føroyum,
enn aðrastaðni.
Hava brúk fyri 300 milliónum
Tað er tørvur á nógv meiri pengum, enn vit hava til taks, sigur stjórin í Búnaðargrunninum
Áki Bertholdsen
Skal føroyski landbúnaðurin
mennast og lyftast inn í
framtíðina, fer tað at krevja
íløgur fyri einar 300 milli
ónir krónur.
Tað staðfesti Regin Jakob
sen, stjóri á Búnaðargrunn
inum, á búnaðarstevnuni í
Klaksvík leygardagin.
Og hann ásannar sam
stundis, at tað verður eitt
tungt hoyggj at draga, tá ið
hugsað verður um fíggjarligu
megina hjá Búnaðargrunn
inum, og at landbúnaðurin
longu frammanundan er
rættiliga tyngdur av skuld.
Stjórin
á
Búnaðar
grunninum vísir á, at tað
eru 25-30 bøndur í Føroyum
við mjólkneytum, men tað
er ymiskt, hvussu tíðar
hóskandi fjósini eru.
– Tað eru 900-1000 mjólk
neyt í Føroyum og skulu tey
hava bestu umstøður og
fjósini lýka framtíðar krøv,
skulu minst eini 10 leys
gongufjós byggjast afturat,
sigur hann.
Men harumframt krevja
fjósini,
vit
longu
hava,
ábøtur, skulu tey framhald
andi vera í rakstri.
– Tað er skjótt, at prísurin
fyri eitt nýtt fjós kemur upp
á einar 15 - 16 milliónir og
sostatt skulu fjós byggjast
fyri 150-160 milliónir hesi
næstu árini, umframt ábøt
urnar, fjósini, sum eru,
krevja fyri at lúka nutímans
krøv.
Harumframt er tørvur á
at velta einar 500 hektarar
av lendi til at sláa, bæði fyri
at avmarka innflutningin
at stráfóðuri og fyri at bøta
um raksturin hjá einstøku
gørðunum.
Regin Jakobsen sigur,
at sostatt hevur landbún
aðaðurin tørv á íløgum fyri
250-300 milliónir hesi næstu
árini.
– Men hetta er bara fyri
at halda nøgdini á mjólk
á sama stigi sum nú, tvs,
á umleið sjey milliónum
litrum av mjólk um árið.
– Vilja vit hinvegin hava
meiri mjólk, verða íløgurnar
tilsvarandi størri, leggur
hann afturat.
Hann sigur, at harafturat
koma so íløgurnar til at
menna seyðahaldið. Tey,
sum hava vinnuligt seyða
hald, kunnu teljast á einari
hond, men hann heldur, at
møguleikarnir eru avgjørt
til staðar at menna seyða
brúkið.
Sjálvur heldur hann, at
tað hevði verið ynskiligt við
nøkrum størri seyðabrúkum,
og at umstøðurnar at hava
seyðin heima størri part av
árinum, vórðu betur.
Fer at sansa at
Regin Jacobsen sigur, at sum
er, hevur Búnaðargrunnurin
160 milliónir tøkar og tað
er upphæddin, tey hava at
fíggja landbúnað við, bæði
sum stuðul og lán.
– Men tá ið íløgutørvurin
er einar 300 milliónir, er
tað ikki at taka munnin ov
fullan at siga, at tað fer at
sansa at, sigur stjórin.
Hann leggur afturat, at
hesi seinastu fimm árini,
eru 3,8 milliónir komnar
inn á festikontur í miðal um
árið, og tær muna ikki nógv
í hesum høpi.
Hinvegin vísir hann á, at
tað er ivingarsamt, hvørjir
aðrir møguleikar eru at
fíggja íløgur í landbúnaðin.
–
Peningastovnarnir
standa ikki akkurát á rað
eftir at fíggja landbúnaðin,
sigur Regin Jakobsen.
– Tað er ongastaðni enn í Føroyum, at tað verður loyvt at keypa kjøt beinleiðis frá bóndunum,
sigur Laila S. Jacobsen, leiðari á matvørudeildini á Heilsufrøðiligu Starvstovuni