Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-27, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. januar 2015síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 28. mikudagur 2015 · Nr. 11 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Ein altjóða kanning, nevnd ”Q-SYMBIO”, vísir, at kosttilskot við coenzym Q10 kann veksa um lívs­ góðsk­una og leingja um lívið hjá fólki við hjartatrupulleikum. Onnur, sum ikki hava hesar trupulleikar, fáa eisini gagn av hesum tilskoti. Øll gera vit evnið Q10, sum part­ vís er ein antioxidantur og partvís ger kyknurnar í kroppinum førar fyri at framleiða orku. Hetta hendir bara ikki í sama mun hjá fólki við hjartatrupulleikum. Q10 er lívsneyðugt Hugsa vit um hjarta sum eina pumpu, ið tryggjar, at blóðið áhald­ andi sirkulerar runt í blóðrásini, er greitt, at her er ein arbeiðsuppgáva, sum hevur brúk fyri orku. Hetta er orka, sum kroppurin sjálvur er førur fyri at framleiða í einum parti av kyknunum, sum vit kunnu ímynda okkum eru smáu kraftverkini í kropp­inum. – Q10 er lívsneyðugt, og uttan Q10 kann kroppurin ikki framleiða orku í kyknunum. Skal hjarta pumpa, hevur tað alla tíðina brúk fyri orku. Tá hjartasjúklingar gera ov lítið av Q10, gongur tað út yvir evnini hjá hjartanum at pumpa. Tekur tú Q10 sum kosttilskot, hjálp­ir tú samstundis kyknunum at fram­leiða manglandi orkuna. Tað sigur Svend Aage Morten­ sen, dr. med. og granskandi yvir­ lækni á hjartamiðstøðini á Ríkis­ sjúkra­húsinum. Tað er eisini hann, sum hevur staðið á odda fyri Q-SYMBIO-kanningini. Hann vísir á, at fleiri umstøður kunnu gera, at hjartasjúklingar mangla Q10. Tá hjarta svíkur, er blóð­renslið ávirkað av øktari strongd, og hormonir í kroppinum - eitt nú adrenalin - økjast. Hetta tyng­ir um pumpufunktiónina og skap­ar tørv á Q10 til at skapa orku sum anti­oxidant. Í Q-SYMBIO-kanningini luttóku 420 persónar, sum frammanundan fingu tilráddan hjartaheilivág. Helvt­in av teimum fingu tríggjar ferðir um dagin 100 mg Q10 upp­ loyst í planturunnari olju. Hvørki lut­tak­arar ella granskarar vistu, hvør fekk hvat. – Úrslitið eftir tveimum árum var, at hjá teimum, sum vórðu við­gjørd við Q10, vóru 43% færri deyðs­føll av hjarta-æðrasjúkum, og eisini vóru 43% færri álvarsligir trupul­leikar, sum eitt nú sjúkra­inn­ leggingar orsakað av hjartasvíki. Sjúk­lingarnir upplivdu eina betri lívsdygd, teir gjørdust minni troyttir og fingu ikki so ofta andaneyð, sigur Svend Aage Mortensen, sum hevur granskað í Q10 og hjartasvíki síðan 1983. Úrslitini frá kanningini eru al­ mannakunngjørd í viðurkeda tíðar­ ritinum, Journal of the American College of Cardiology. Q10 eisini fyribyrgjandi Danski granskarin leggur dent á, at eitt nú eru kanningar gjørdar í Avstralia sum vísa, at fólk, ið verða viðgjørd við Q10, áðrenn tey fáa eina bypass-ella hjartaskurðviðger, hava sterkari hjartapumpu-funktión enn tey, sum ikki fáa Q10 tilskot. – Í so máta kann Q10 eisini virka fyribyrgjandi hjá hjartasjúklingum, sum ikki eru fongdir við hjartasvíki, sigur Svend Aage Mortensen. Læknar vita mest um Q10-effek­ tiva hjá hjartasjúklingum, tí flestar kanningar eru gjørdar við hesum bólki av fólki. Men, onnur kunnu sum nevnt eisini hava gleði av Q10. Sum krop­ sins egni antioxidantur hevur Q10 eina serstaka effekt og kann eitt nú verja móti súrevning av keðiliga kolesterolinum LDL, sum kann skaða veggirnar í blóðæðrunum. – Kanningar vísa eisini, at nøkur fólk hava trot á Q10, tá tey fáa heili­ vág móti ov høgum kolesteroli. Onn­ur fáa vøddapínu, tá tey taka heili­vágin, og her ber eisini til at royna, um Q10 kann hjálpa, sigur Svend Aage Mortensen, sum tó leggur dent á, at enn eru økir, sum ikki eru liðugt kannaði. At enda eru tað kanningar sum vísa, at Q10 eisini kann minka um blóðtrýstið hjá sjúklingum við ov høgum blóðtrýsti. Ráðfør teg við lækna Læknin mælir til, at fólk seta seg í samband við egnan lækna, áðrenn tey taka Q10, tí taka fólk heilivág frammanundan, er trupult at meta um, hvussu stórur tørvurin á Q10 er. Haraftrat er týdningarmikið at hava í huga, at Q10 ikki hjálpir eftir bara fáum døgum. – Tú skalt rokna við í minsta lagi fýra upp í 12 vikum, áðrenn met­ast kann um virknaðin av Q10, tá ræður um eitt nú pínu ella blóð­ trýst, og soleiðis er tilskotið ein lang­tíðarviðgerð, sigur Svend Aage Morten­sen, lækni og granskari. Keldur: www.helse.dk/ videnskab.dk Í sonevndu Q-SYMBIO-kanningini luttóku 420 fólk, sum frammanundan fingu tilráddan hjartaheilivág. Helvtin av teimum fingu tríggjar ferðir um dagin 100 mg Q10 upployst í planturunnari olju. Hvørki luttakarar ella granskarar vistu, hvør fekk hvat, men úrslitini eru kollveltandi Tá hjartað svíkur Fleiri orsøkir kunnu vera til, at hjartað svíkur. Trupulleikin stendst ofta av, at hjartað verður meira belastað, enn tað klárar. Ein orsøk kann vera ov høgt blóðtrýst. Hjartað er ein vøddur við fýra kømrum, sum samlar blóðið og deilir tað út til lungu og kropp. Høgt blóðtrýst ella trongar og typtar pulsæðrar kunnu tarna blóðrenslinum, sum soleiðis aftur belastar hjartað. Slíkar støður kunnu gera, at hjartað veksur, tí tað ikki sleppur at virka, sum tað eigur. At enda megnar hjartað ikki at pumpa alt tað blóð út, sum tað verður fylt upp við. Hetta førir við sær, at trýstið veksur, bæði inni í hjartakømrunum og í æðraskipanini, sum førir blóðið aftur til hjartað. Eitt úrslit av hesum er, at væta rúgvast upp í kroppinum. Kelda: www.sundhed.dk Q10 gevur hjartanum orku – Hjá teimum, sum vórðu viðgjørd við Q10, vóru 43% færri deyðsføll av hjarta-æðrasjúkum, og eisini vóru 43% færri álvarsligir trupulleikar, sum eitt nú sjúkrainnleggingar orsakað av hjartasvíki, sigur Svend Aage Mortensen, sum hevur granskað í Q10 og hjartasvíki síðan 1983 – Q10 er lívsneyðugt, og uttan Q10 kann kroppurin ikki framleiða orku í kyknunum, sigur danski læknin og granskarin, Svend Aage Mortensen heilsa