týsdagur 27. januar 2015síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 28. mikudagur 2015 · Nr. 11
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
samrøða
Vilmund Jacobsen
Tað var hin 29. desember í
fjør, at Annfinnur Garðalíð
varð valdur til nýggjan for
mann í Føroya Skipara-og
Navigatørfelag.
– Eg var ikki heima, tá eg
varð valdur, men var umborð
á Skansanesi sum stýrimað
ur. Vit lógu í Noregi. Ringt
varð dúgliga til mín, tí eg
stóð fyri vali í nevndini í fe
lagnum. Eg valdi at stilla
uppaftur. Men, eg varð so
uppringdur aftur, tí nú varð
eg vorðin fyrst valdur. Tað
føldi eg sum eina álitisváttan.
Eg varð eisini spurdur, um
eg vildi taka av at gerast fo
rmaður í felagnum, nú fyrr
verandi formaðurin, Eyðstein
Djurhuus, hevði boðað frá, at
hann stillaði ikki uppaftur,
hvørki til nevndarval ella
formansval. Eg tók av møgu
leikanum at gerast formaður,
og eg skilti, at tað var ein
samd nevnd sum valdi meg
til formann.
Herfyri skifti Nærvarpið í
Vestmanna orð við Annfinn
Garðalíð, og Sosialurin hevur
fingið loyvi at endurgeva úr
prátinum.
Ein stór avbjóðing
Annfinnur sigur, at honum
dámar væl slíkt nevndar
arbeiði sum tað í Føroya
Skipara- og Navigatørfelag,
og hann heldur, at tað er
fantastiskt nú at standa á
odda fyri felagnum.
– Her eru nógvar avbjóð
ingar, og tað er greitt, at slíkt
fakfelagsvirksemi ikki altíð
koyrir eftir skinnaranum.
Neyðugt er at duga at finna
semjur, og tað er greitt, at
nógvar mýkingar verða, bæði
so og so. Slíkt arbeiði krevur
nógva orku og tekur ofta
drúgva tíð. Vit hava nýliga
staðið yvirfyri einari stórari
avbjóðing í samband við
strandferðslumálið, har eisini
limir hjá okkum arbeiddu 1.
jóladag undir protest. Spurn
ingurin um samsýning fyri
sigling 1. jóladag endaði í
gerðarrættinum, og hetta
málið er ikki liðugt enn.
Hann vísir á, at beint nú
standa eisini samráðingar
við Reiðarafelagið fyri før
oysk fiskiskip fyri durum,
og í kjalavørrinum av hesum
koma so samráðingarnar við
Reiðarafelagið fyri føroysk
farmaskip.
– So her verður nokk at
tríva í. Tað er heilt sikkurt.
Annfinnur Garðalíð sigur,
at tá hann hann varð valdur
til formann í felagnum, slapp
hann ikki heim beinanvegin.
– Eg slapp ikki til arbeiðis
í nýggja starvinum. Valið fór
sum nevnt fram 29. desember,
og tá lógu vit faktiskt í Noreg
og bíðaðu eftir at fara víðari
til Amsterdam í Hálandi. Eg
royndi at fáa eina avloysing,
men tað læt seg bara ikki
gera. Eg fekk boð um, at eg
hevði bara at fylgja við til
Hálands og allar helst eisini
upp til Noregs aftur. Eg
gjørdi greitt, at eg mátti fáa
eina avloysing skjótast tilbar,
tí tíðin í nýggja starvinum
var longu byrjað. Eg varð
loystur av í Noregi og kom
so heim 10. januar í ár. Vit
høvdu so okkara fyrsta fund
í felagnum 12. januar.
Anfinnur Garðalíð var tó
ikki nýggjur í Føroya Skipara-
og Navigatørfelag, tá hann
tók við sum formaður.
– Eg hevði verið í nevnd
felagsins í eini seks ár og
var eisini næstformaður í
felagnum. Men, tá tú gerst
formaður og skalt sita við
stýripinninum,
eru
nógv
ymisk ting at taka atlit til.
Sjálvandi er tað lættari sum
nevndarlimur at sita rundan
um fundarborðið og annað
hvørt vera fyri ella ímóti
tí, sum er til umrøðu. Sum
formaður beint fyri nýggjar
samráðingar noyðist tú eitt
nú at sita og skriva samráð
ingarupplegg.
Hann vísir á, at eitt slíkt
samráðingarupplegg er ikki
bara sum at siga tað.
– Nú skalt tú halda teg
til paragrafir og stykkir, og
tú hevur eina sjómanslóg at
ganga eftir. Her er nógv at
taka hædd fyri, og samráð
ingaruppleggið skal verða
orðað ógvuliga væl, um tað
ikki skal verða feiðað av
borðinum. Tá uppleggið so er
handað, er tað lukkað, og tá
ber ikki til at koma við meira.
Hevur tú tá gloymt nakað,
sum er rættiliga týðandi, er
tað ikki gott.
Annfinnur gjørdist
skipari
Tá Annfinnur Garðalíð seint
í nítiárunum fór at hugsa
um at taka sær eina sjó
vinnuútbúgving, var eitt av
krøvunum, at hann skuldi
hava víðkaða fráfaringar
roynd í 10.flokki, men hann
hevði bara gingið í nakrar
fáar
krákumánaðir
í
8.
flokki.
– So, her møtti eg einum
stórum trupulleika. Eg meld
aði meg tí til eitt maritimt
fyrireikingarskeið á Maskin
skúlanum. Her kundi eg fáa
víðkaða fráfaringarroynd við
einum skeiði á fimm mán
aðir. Tað var hart arbeiði.
Her vóru onkrar lærugreinar,
sum eg ikki hevði havt í
fólkaskúlanum, eitt nú kemi.
Eg hevði havt ógvuliga lítið
av fysikk. Samanumtikið
hevði eg ikki peiling av nógv
um av tí, sum eg her skuldi
læra. Men, líkamikið. Eg kom
so ígjøgnum tað skeiðið og
slapp inn á skiparaskúla.
Her dumpaði eg í einari
lærugrein, men eg kláraði so
heimaskipara og fekk kjans
beinanvegin sum stýrimaður
við mínum heimaskipara
prógvi, samstundis sum eg
hevði hesa einu lærugreinina
á
skiparastøði
hangandi.
Hesa lærugrein tók eg árið
eftir, og tá fekk eg mína
skiparaútbúgving. Eg náddi
mínum málsetningi - um so
henda eina lærugreinin og
soleiðis eisini skiparaprógvið
mátti bíða eitt sindur.
Hann vísir á, at eitt er at
fáa eina útbúgving. Annað er
at sleppa at brúka hana, men
í hansara føri slapp hann at
brúka sína útbúgving bein
anvegin, tá hann longu við
sínum heimaskiparaprógvi
byrjaði at sigla sum stýri
maður.
– Eg loysti eisini av sum
skiparin í ein túr, men so bleiv
hetta skipið, eg tá var við,
selt. Hetta var garnabáturin,
Vesturland. Tá skipið var
selt, fór eg í holt við nýggju
eigararnar beinanvegin, og
nýggju eigararnir vóru Thor
í Hósvík. Eg spurdi reiðaran,
sum var Hans Andrias Joen
sen, um eg, sum tá hevði
siglt við hesum skipi í eina
tíð, kundi sleppa at halda
fram, nú teir áttu skipið. Jú,
tað skuldi eg sleppa. Tað var
í februar hetta árið, at Thor
keypti skipið. Í apríl, tá eg
hevði verið umborð í tveir
mánaðir, spurdi eg Hans
Andrias, sum sjálvur var
skipari umborð, um eg ikki
kundi fáa ein frítúr. Tá sigur
hann við meg, at nú kundi eg
fyrst taka ein frítúr, og tá eg
so kom umborð aftur, skuldi
eg sleppa at føra skipið, með
an hann sjálvur tók ein frítúr.
Tá fór eg mín fyrsta túr sum
skipari í reiðarínum Thor.
Annfinnur sigur, at tá
teir komu inn aftur eftir
henda túrin, spurdi skiparin
og reiðarin, um hann ikki
kundi taka ein túr aftrat sum
skipari, tí sjálvur hevði hann
ikki stundir.
– Eg helt, at nú eg var ný
klaktur skipari, var hetta ein
góð avbjóðing, og eg haldi
eisini, at tað gekk rímiliga
væl.
Eftir eina stutta tíð ringdi
Hans Andrias til Annfinn og
spurdi, um teir báðir kundu
hava ein fund saman.
– Eg møtti upp í Hósvík, og
tá segði reiðarin, at nevndin í
Thor var komin ásamt um at
seta meg sum fastan skipara,
og tað gjørdist eg ógvuliga
glaður fyri. Tá segði Hans
Andrias, at nú hann hevði
verið saman við mær, dámdi
meg væl og hevði álit á mær,
vildi reiðaríið bjóða mær
henda skiparakjans. Hetta
var gott fyri meg at hoyra.
Eg haldi, at tað gekk væl hjá
mær sum skipari, og Hans
Andrias var ógvuliga væl
nøgdur. Eini trý ár seinni
segði hann við meg, at nú var
skipið útbetalt, og tað átti
eg mín stóra lut í. Sjálvandi
hevði eg ikki megnað hetta
einsamallur, men saman við
einari raskari manning. Eg
treivst ógvuliga væl umborð
og hevði gott fólk aftrat
mær. Eg byrjaði umborð á
Vesturland í 2003 og fór ikki
av aftur skipinum fyrr enn í
2012.
Formans
starvið
stór
avbjóðing
- Her eru nógvar avbjóðingar. Neyðugt er at duga at
finna semjur, og tað er greitt, at nógvar mýkingar
verða, bæði so og so, sigur Annfinnur Garðalíð,
ið nú stendur á odda fyri Føroya Skipara-og
Navigatørfelag, sum í næstum fer undir samráðingar
við Reiðarafelagið fyri føroysk fiskiskip - og síðan
undir samráðingar við Reiðarafelagið fyri farmaskip
Annfinnur Garðalíð