Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-27, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. januar 2015síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mikudagur 28. mikudagur 2015 · Nr. 11 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Á hesum síðum skulu vit ikki fara um alt sjólívið hjá Ann­ finni Garðalíð, men eitt, sum fleiri í Føroyum vita, er, at hann hevur lagt nógva orku í at hjálpa einkjuni eftir indo­ nes­iska sjómannin, sum sló út umborð á garnaskipinum Anitu. – Hetta er eitt kapittul fyri seg sjálvan. Hetta var ein tragisk hending. Tað var tann 11. februar í 2014, at maðurin sló út og spurdist ikki aftur, hóast leitað varð eftir honum í fleiri dagar. Sjálvur var eg við til alt sjóforhoyrið. Tað, sum faktiskt undraði meg so ógvuliga nógv, var, at eingin kom inn á eftirsitaran hjá indo­nesiska sjómanninum. Hetta gav mær tilfar til eftir­ tanka. Annfinnur Garðalíð sigur, at hann fór sjálvur umborð á Anitu, meðan skipið lá á Fuglafirði. – Her heilsaði eg upp á onkrar av manningini, og eg fekk teir at hjálpa mær at fáa fatur í baklandinum hjá sjómanninum, sum ikki kom afturíaftur. Tað eydnaðist at fáa fatur í einkjuni ella kon­ uni hjá honum. Vit skrivaðu aftur og fram, men tað tók sína tíð, til líka sum álit var partanna millum. Hon dugdi einki enskt, og eg brúkti simpulthen googletranslate, og hon gjørdi tað sama. Eg skrivaði á donskum, koyrdi tað inn á googletranslate og fekk tað útaftur á indo­nes­ iskum og sendi tekstin yvir til indonesisku einkjuna. Tað vísti seg, at hon skilti meg ógvuliga væl. Hon sendi so bara aftur á indonesiskum, og so umsetti eg tekstin - aftur við googletranslate. Sam­skifti var eitt sindur tungt, men tað bar til. Annfinnur Garðalíð sigur, at hann nú fór í gond við nøkur ting fyri at loysa upp í hesum máli. Eitt nú tosaði hann nógv við tryggingina og vanlukkutryggingarráðið. Hetta endaði við, at hann gjørdist eitt slag av millum­ manni millum tryggingina og einkjuna. – Á ein hátt fór eg upp í hetta mál sum nevndarlimur í Føroya Skipara-og Naviga­ tør­felag, tá eg møtti til sjó­ for­hoyri, men enn meira var hetta av privatum áhuga­ málum. Maðurin, sum fórst við Anitu, var ikki limur nakra­staðni. Tað var eingin, sum bjóðaði seg fram til at tosa hansara sak. Tá eg møtti til sjófrágreiðing í mál­inum um Anitu, var tað vegna Føroya Skipara-og Navigatørfelag, og eg søkti eisini um innlit í sjófrá­ greið­ingina. Eg fekk alla sjó­frá­greið­ingina, sum hon var. Saman við Før­oya Fiski­ manna­felag og Maskin­ meist­ara­felagnum sendu vit frágreiðingina niður til Danmarkar til ein konsulent - ein, sum umsetur. Feløgini rindaðu nakrar túsund krón­ ur hvørt fyri at fáa alla sjó­ frágreiðingina umsetta til indonesiskt, soleiðis at einkj­ an og familja hennara kundu lesa um tað, sum var hent indonesiska sjómanninum. Annfinnur Garðalíð sigur, at indonesarin og kona hans­ ara áttu eina dóttir sum verð­ ur trý ár nú í februar. – Hetta hevur verið eitt ógvuliga drúgt arbeiði. Men, tá eg hugsi um, at maðurin var indonesari og samskifti var tann vegin, hevur hetta kort­ini gingið rímiliga skjótt. Hann vísir á, at Vanlukku­ tryggingin vildi hava tað, tey rópa eitt ”notary” frá einkj­ uni. Hetta er eitt skjal, har myndugleikin í landinum stemplar á skjalið, at tey vóru gift, og nær tey vóru gift - og at tey vóru gift, tá vanlukkan hendi. Vanlukkutryggingin vildi eisini hava eina váttan fyri, at tey bæði áttu gentuna, og at sjómaðurin var pápi hennara. Mafia er allastaðni, og alt fært tú fyri pengar, sum Annfinnur tekur til. Hann sigur, at alt hetta fingu tey upp á pláss, og hann fekk enntá hjúna­ bands­brævið hjá teimum og faðir­skapsbrævið. – Alt hetta fór til Van­ lukkutryggingina. Alt gekk sína gongd og koyrdi aft­ ur og fram gjøgnum eina tíð. Einaferð, meðan eg var heima millum túrar, varð eg uppringdur av Van­lukku­ trygg­ingini. Hesin segði, at nú hevði Vanlukkutryggingin bara ein spurning aftrat til mín viðvíkjandi hesum máli. Spurningurin var, um eg kundi geva teimum eitt konto­nummar. Eg segði, at tað skuldi eg fáa fatur í. Eg fekk so kontonummar við øllum tí, sum har fylgir. Peng­ arnir vórðu fluttir í einum, og nakrar dagar seinni fekk eg ein teldupost sum segði, at einkjan hevði fingið peng­ arnar á bók. Hon hevði fingið umleið 28.000 dollarar. Tað er rættiliga nógvur peningur í einum landi sum Indonesia. Indonesarin vardur av lógini Annfinnur Garðalíð sigur, at hann er ógvuliga fegin um, at hetta umsíður bar á mál. – Eitt slíkt mál er kanska eitt sindur tekniskt. Tað er so­leiðis, at Danmark er lim­ ur í IMO. Føroyar eru í ríkis­ felags­skapi við Danmark. Tí hava vit eisini ein atlimaskap í IMO. Tað, sum so er, er, at indonesarin hevur siglt við skipi undir føroyskum flaggi í føroyskum sjógvi, og tí er hann vardur av lógini, tí Føroyar hava ein atlimaskap í IMO. Hann sigur, at málið er ikki endaligt enn, tí einkjan skal eisini liva víðari, og hon er stakur forsyrgjari. Av tí sama kemur einkjan fakt­ iskt inn undir føroysku for­ sorgina. – Hetta er eisini nakað, sum eg havi ætlanir um at fylgja upp. Her verður mett um, hvussu hennara sosiala støða annars er, eitt nú bústaðarviðurskifti, ar­ beiðsinntøka, heilsa og hvørt av sínum. Einkjan hevur so­ leiðis rætt til at fáa eina sosiala veiting í tíggju ár. So er tað barnið. Her sigur lógin nakað um, at barnið eisini hevur rætt at fáa eina sosiala veiting árlilga, til tað er fylt 18 ár. Annfinnur sigur, at hann eisini hevur spurt einkjuna, hvat hon ætlar at gera við pengarnar. – Her segði hon, at ætlan hennara í fyrsta lagi var at seta pengar av, soleiðis at dóttirin kann fáa eina góða útbúgving. Jú, tað er ógvuliga gevandi at hava verið við til at gera hetta arbeiði - og at síggja fruktirnar av tí, sigur Annfinnur Garðalíð, nývaldur formaður í Føroya Skipara-og Navigatørfelag. samrøða Annfinnur Garðalíð hjálpti indonesisku einkjuni – Tað er ógvuliga gevandi at hava verið við til at hjálpa indonesisku einkjuni, sum misti mannin við garnaskipinum Anitu, og tað er stuttligt at síggja fruktirnar av hesum, nú vanlukkugjaldið er komið upp á pláss, sigur Annfinnur Garðalíð, nývaldur formaður í Føroya Skipara-og Navigatørfelag, sum av sínum eintingum setti sær fyri, at einkja og dóttir í Indonesia skuldu fáa síni rættindi – Tað var ein gleðilig løta, tá Vanlukkutryggingin ringdi og segði, at nú høvdu tey bara ein spurning aftrat, og tað var, um eg hevði eitt kontonummar, har pengarnir skuldu flytast. Einkjan hevði fingið umleið 28.000 dollarar. Tað er rættiliga nógvur peningur í einum landi sum Indonesia, sigur Annfinnur Garðalíð, formaður í Føroya Skipara-og Navigatørfelag