Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-27, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. januar 2015síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 28. mikudagur 2015 · Nr. 11 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðargrein Tjóðveldi vil kanna bingjuhavn á Sundi T jóðveldi í Tórshavnar bý­ráð mælir til, at býráðið sam­ tykkir at kanna møgu­leik­a­ rnar at gera ta nýggju góðshavnina í Tórshavnar kommunu inni á Sundi. Tjóðveldi heldur, at tað er ov tíðliga at fara undir at projektera ætlaðu havnarútbyggingina í Havn ítøkiliga, tí ongar kanningar eru gjørdar aðrastaðni í kommununi. Minnilutin í býráðnum skjýtur tí upp at kanna møguleikarnir á Sundi. Sund er í Tórshavnar kommunu og so nær Havnini, sum tað ber til. Sund verður eisini granni hjá komandi Skálafjarðartunnlinum. Grót til útbygging á Sundi kann ætlandi fáast til vega har á leiðini, so eitt nú Glyvursnes verður spart. Verður grótið ella ein partur fingin til vega úr undirsjóvartunnlinum, verður kostnaðurin helst lægri. Verður góðshavn gjørd inni á Sundi merkir tað, at Havnar býur sleppur undan óneyðugari farma­ ferðslu, ið tá kann fara beinleiðis til og frá Sundi landvegis og sjóvegis – og skjótt verður oman til Havnar. Somuleiðis merkir hetta, at neyðugt verður ikki at fylla seg longur út á streymasjógv í Nóls­ oyar­firði og byggja pakkhus og koyri­brýr upp fyri Skansan og hans­ ara grannalag yviri við Strond. Ferðamannahavn í Havn Ber byggingin á Sundi til, er hugs­ anin at varðveita Eystara havnar­ økið á leið soleiðis, sum tað nú er í vavi, við dagføring av t.d. ytsta mola­num, sum ongantíð varð gjørd­ ur liðugur. Høvuðsvirksemið á Eystara havna­øki og Skansabryggjuni verð­ ur tá ferðamannaferðsla innan­ oyggja og úr útlondum, sum ikki fer at koma nevnivert í bland við góðs og bingj­ur. Hinvegin gevur tað allar møgu­leikar fyri rættiliga at halga seg ferða­vinnuna í Tórshavnar havn og miðbýi. Tað, sum kannað eigur at verða, er kostnaðurin at gera atløgubryggjur og havnarlag á Sundi, og hvussu byggjast kann, so byrgt verður fyri tí súði , sum á onkrari ætt sigst vera ein trupulleiki við ta lítlu atløguna, sum nú er á Sundi. Tjóðveldi hevur í havnarnevndini mælt til kanningar inni á Sundi og lagt fram skitsuuppskot um Sund, sum er gjørt av fólki við fakligum førleika. Eftir hesi skitsu verður havnin skipað sum dokkstøðir fyri at sleppa undan súði. Dýpið verður 15 metur, so øll skip kunna leggja at. Havnabyggingarmálið kemur til viðgerðar í býráðnum nú hóskvøldið. Býráðsmeirilutin skjýtur upp, at býráðið her og nú samtykkir at taka undir við eini byggiskrá fyri útbyggingina á Eystara havnarøki og Skansabryggjuni. Samstundis mælir samgongan til at játtaðar verða 6 mió krónur til at projektera hesa ætlan. Bíligari og høgligari góðshavn á Sundi Tjóðveldi heldur, at hetta er at fara í so skjótt fram í einum so stórum og týðandi máli fyri Tórshavnar bý, har øll loyvir ikki eru fingin enn, og broytta byggisamtyktin ikki er góðkend av landsins myndu­g­ leikum. Tí verður mælt til at steðga á við samtyktini um byggi­skrá og projektering, meðan hin møgu­ leikin fyri útbygging, og kanska aðrir við, verður kannaður og lýstur út í æsir. Í viðgerðini higartil hevur Tórs­ havnar havn einans latið gera ítøki­ ligar kanningar til tess at útbyggja verandi havn og als ikki nortið við aðrar møguleikar. Ongar dagførdar dygdarkanningar av umstøðum at byggja eru gjørdar fyri onnur umráði enn Skansabryggjuna og Eystara havnarøkið, nú arbeitt hevur verið við útbyggingini. Tað kann koma Havnini dýrt at standa ikki at umráða seg nóg væl, og tí er hetta uppskot lagt fram. Fyrimunirnir kunnu vera nógvir. Eitt nú slepst undan at oyði­leggja tann týdningarmikla havnar­front­in, andlit okkara út eftir og inn­eftir. Ein slík havn á Sundi verður helst bíligari enn tann, sum nú ligg­ur í kortunum. Tú kanst fáa nógv longri atløgusíðu fyri smærri pengar á Sundi, og frítt er fyri at gera pláss til havnarlag uppi á landi. Møguleikin, sum víst verður á, er at byggja eystur frá núverandi atløgu á Sundi móti Kallanesi. Fyri 300-400 mió kr kunnu her fáast úr 900 upp í 1400 metrar av nýggjum atløguplássi ímóti teimum 700 metrunum, sum fáast burtur úr at víðka Skansabryggjuna og grannalag fyri í minsta lagi 450 mió kr – helst munandi meir. Á Sundi eru eisini góðir møguleikar at byggja út. Tað er munur á. Góð havnarviðurskifti umráðandi Tjóðveldi í býráðnum heldur, at tað er umráðandi, at Tórshavnar kommuna sum miðstøðan í Før­ oyum hevur góð og tíðar­hóskandi havnarviðurskifti. Tórshavnar havn hevur síðani í 1920unum havt al­stóran týdning fyri býin og fólkið, her býr. Tað eigur hon eisini at hava í framtíðini. Havnarviðurskiftini eru javnt og samt útbygd eftir tørvinum. Tað eiga tey framvegis at verða. Men tíðir broytast. Tað gera møgu­ leikarnir fyri havnargerð eisini. Her er víst á ein møguleika, sum vit mæla til at hyggja gjølla at, áðrenn havnin kanska forbyggir seg í Havn. Hvør veit – kanska verður júst Sund sum frálíður tann altjóða havnin, sum lýst hevur verið eftir. Tjóðveldi í Tórshavnar býráð: Jógvan Arge, Marin Katrina Frýdal og Jákup Dam, býráðslimir ­fyri Tjóðveldi 20 30 90 50 40 80 60 70 100 5 160 140 130 150 120 180 190 110 200 10 45 25 35 55 170 210 15 220 230 170 120 5 230 110 10 200 180 130 120 180 140 170 190 110 160 150 170 15 -5 -35 -30 -25 -20 -15 -10 -40 -45 -55 -5 0 1.000 500 Metrar Dýpi: 12.5 m -15 m Møguleiki fyri portali til undirsjóvartunnil Uppskot til útbygging av havnarlag á Sundi. 1400 m bryggjukantur 170.000 m2 øki Skitsuuppskot frá Tjóðveldi í Tórshavnar býráð til góðshavn a Sundi. Tjóðvedisumboðini vilja hava býráðið at kanna umstøðurnar fyri slíkari dokkhavn, áðrenn samtykt verður at projektera stóru havnarútbyggingina á Eystara havnaøki og Skansabryggjuni