Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-27, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. januar 2015síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 28. mikudagur 2015 · Nr. 11 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 18 kjak Teldlar og onnur kt-tøkni í skúlanum Jákup av Skarði formaður f. nevndina í KT- varðafelagnum Tað er óført, at nakrar komm­un­ur hava fíggjarligan møgu­leika at keypa tøkni, til næmingarnar at nýta í skúl­atíð. Tí tá eigur at verða sjálvsagt, at amboðini verða nýtt við skili. Um for­eld­ ur lata børnini nýta teldl­ ar, snildtelefonir og teld­ur, heima, verður nýtsl­an sjálv­ sagt meira, men tað kann ikki steðga skúla­nýtsl­uni. Í skúlanum mugu vit læra næmingarnar, at nýta øll amboð við skili, um tað er seymimaskina, høvil, pass­ari ella kt. Vit kunnu ikki loyva okkum at útiloka ávís am­ boð, ið næmingarnir heilt víst fara at nýta seinni, bert tí at ovurnýtsla er skaðilig. Vit skulu nettupp læra næm­ ing­ar­nar at nýta røtt amboð, har tey eru nátúrlig – og tað er ikki nátúrligt at gera alt arb­eiði á teldli. Men! Teldlar eru eisini ym­isk­ir. Er talan um at nýta teld­il til tekst, er møguleiki at velja teldil, ið ikki hevur “bak­ljós”. Harafturat ber til at dempa ljósið á øðrum teldl­um. Fyri at gagnnýta kt sum best, mugu vit standa opin fyri avbjóðingunum. Vit mugu í størst møguliga fíggj­ ar­lig­an mun, taka kt inn. Men vit mugu sjálvsagt gera okk­um greitt, hví vit taka kt fram og í hvønn mun vit ynskja at nýta kt. Eg eri fullvísur í, at eing­in næmingur í føroyska skúl­ an­um a­rbeiðir á teldli allan skúla­dag­in alt skúlaárið. Tað kann væl vera at onkur dag­ur tykist ov merktur av teldlanýtslu, men tá er tað, at vit eiga at eftirmeta arb­ eiðs­gongd­ina og við opnum sinni at samskifta um, hvørt arb­eið­ast skal við teldli ella um annað amboð hevði verið meira nátúrligt. Lærarin fer altíð at standa fyri undirvísingini. Tí er tað alneyðugt, at lær­ar­in kennir seg tryggan í und­ir­vís­ing­ ini. Hetta hevur við sær, at skulu skúlar taka teldlar inn í undirvísingina, mugu kt- vørðir standa tøkir at veg­ leiða lærara – og leiðslu – á full­góð­an hátt. Vit skulu ikki ræðast fram­gongd­ina innan kt, men vit skulu á skynsaman hátt skipa best møguliga und­ir­ vís­ing í føroyska skúlanum og tí mugu vit gera okkum greitt, í hvønn mun og á hvønn hátt vit taka ymsu am­boð­ini fram. Samstundis er neyðugt at Mentamálaráðið – saman við Føroya Lærarafelag og KT-varðafelagnum – seta út í kortið útbúgving og eftir­ út­búgv­ing, at kt-vørðir eru dag­førdir! Bert á hendan hátt kunnu kt-vørðir ganga undan, vísa á og slóða fyri hóskandi kt- nýtslu. Við bestu ynskjum um mennandi kt í fólka­skúl­an­ um. Tórshavnar kommunan í ferð við at innføra grovan mismun á borgarum Marin Katrina Frýdal Tjóðveldi Meirilutin í Tórshavnar bý­ ráði vil ikki kenn­ast við tey fólk­ini, sum í áravís hava stað­ið á bíði­lista til ein bústað í komm­un­uni. Enn­tá, hevur meiri­lutin í bý­ráð­num sam­tykt at selja grund­øki í fríari sølu til hægst­bjóð­andi. Hetta hóast, at tað er ting­ lisið á ognina, at bú­stað­ir­nir bert kunnu verða seldir til per­sónar, ið standa á bíði­ list­an­um hjá Tórshavnar komm­unu til grundstykkir og íbúð­ir. Hetta verður eftir øllum at døma gjørt, tí tað nú er far­ið at tátta í onkrastaðni hjá býráðsmeirilutanum, og tí skulu nakrar skjótt syft­ ar milliónir hálast inn til at gjara út við aðrastaðni. Sekt­in á, um trúgvi borgarin verð­ur standandi nøkur ár aft­ur­at á bíðilistanum. Í kjalarvørrinum av hesi avgerð á seinasta bý­ráðs­ fundi kom for­mað­ur­in í byggi- og bý­ar­skip­an­ar­ nevndini, Tróndur Sig­urðs­ son, við eini sjóforkláring um, at tað er reglugerðin fyri bústaðir, sum er skuld­ in í hesum. Hann segði millum annað, at skip­an­ in við bíðilistanum at fáa grundstykki er heilt burt­ur­ við, og tí skal hon broytast. At tað ikki kann vera rætt, at um tú eigur eina ogn í Tórs­ havn­ar kommunu, so kanst tú ikki fáa grundstykki frá komm­un­uni. Eisini helt Tróndur Sig­ urðs­son tað vera burturvið, at fólk noyðast at gjalda milli­óna­upphæddir til priv­ at fyri at fáa eitt heim í Tórs­ havn­ar kommunu, tí tey ikki sleppa at byggja nýtt. At tað í reglugerðini stendur, at um tú longu eigur eina ogn, sleppur tú ikki so frægt sum á ein bíðilista. Tróndur Sig­ urðs­son sigur, at hetta lík­ist ongum, og at tað tí er neyð­ ugt at fáa eina nýggja skipan sum skjótast fyri at fáa eina rætt­vís­ari skipan. Men her mistekur Trónd­ ur Sigurðsson seg ella fer við ósann­ind­um. Kommunan brýtur egna reglu­gerð Í 2007 var eitt drúgt arb­ eiði gjørt fyri at fáa bíði­list­ an rúmligari, og at fáa størri gjøgn­um­skygni í skipanina. Reglu­gerðin “Reglur fyri við­ gerð av umsókn og útlutan av fast­ari ogn til egnan privatan bú­stað” varð samtykt av b­ý­ ráð­num í 2008, og seinast broytt á býráðsfundi í 2009. Að­al­málið við reglugerðini var at útvega borgarum, sum ynskja tað, møguleikan fyri at fáa tak yvir høvdið. Somu­ leið­is varð latið upp fyri at fáa fólk undir útbúgving utt­an­lands til Tórshavnar komm­unu at búgva, tá tey flyta heimaftur. Eitt annað høv­uðs­enda­ mál við reglugerðini var, at tað skal vera lættari hjá borg­ ar­anum a­t síggja á hvørjum plássi, viðkomandi stendur á bíði­listanum. Eisini var enda­málið at ganga teimum ymsu ynskjunum frá borg­ar­ un­um á møti, tí tað er ógvu­ liga ymiskt, hvørja fasta ogn, borgararnir ynskja at fáa. Tí varð avgjørt at býta skip­an- ina upp í trý sløg av ognum, sum eru grundstykki, sam­ bygd hús og íbúð. Aðalreglan í reglu­gerðini er, at talan skal vera um útlutan av fastari ogn til egnan privatan bú­ stað. Kommunan áleggur teim­ um byggifyritøkum, sum fáa lendi og loyvi frá komm­un­ uni, til at fylgja reglugerðini, men nú fer meirilutin í Tórs­havnar býráð sjálvur und­ir at bróta hesa somu reglu­gerð. Reglugerðin setti krøv til umsitingina, men hetta varð gjørt, tí vit valdu at raðfesta nøgdsemið hjá borg­ar­an­um, rættvísi og ikki minst gjøgnumskygni. Formaðurin í byggi- og bý­ar­skip­an­ar­nevndini átti at sett seg eitt sindur betri inn í við­u­rskiftini, og um ikki ann­ að ómakað sær at lesa reglu­ gerð­ina, áðrenn hann fer út og finst at henni. Tí sambært reglugerðini ber t.d. til at koma á bíði­list­ an, um tú eigur íbúð og held­ ur vilt hava grundstykki ella sam­bygd hús. Eisini ber til at koma á listan til íbúð, um tú eigur grundstykki ella sam­bygd hús. Reglugerðin lat eisini upp fyri, at borg­ ar­ar í Tórshavnar komm­ unu, sum fara av landinum í útbúgvingar- ella arb­eiðs­ ør­ind­um, sleppa á bíði­list­an. Somuleiðis kunnu aðrir før­ oy­ing­ar uttanlands, sum ikki áð­ur hava búð í Tórshavnar komm­unu, koma á bíðilistan tvey ár frammanundan, tey hava ætlanir um at flyta heim. Tað harmar meg, at for­ mað­urin í byggi- og bý­ar­skip­ an­ar­nevndini gongur á odda fyri at leggja soleiðis til rætt­ is, at “fólk noyðast at gjalda milli­ónu­pphæddir til privat fyri at fáa eitt heim í Tórs­ havn­ar kommunu”. Tí, tað er júst hetta, ið er við at henda, nú hann sjálvur – saman við rest­ini av bý­ráðs­meiri­lut­ an­um – ikki virðir galdandi regl­ar og ásetingar. Reglugerðin skal sjálvandi end­ur­skoðast av og á, og allar­helst er tíðin nú komin til, at hetta verður gjørt. Men høvuðsandanum í reglu­gerð­ in bagir einki, og er hon tí eins aktuell í dag, sum áður, nevni­liga at nøkta tørvin hjá borg­ar­unum fyri at útvega sær tak yvir høvdið. At øll verða viðgjørd eins, og at tað er gjøgnumskygni í, eig­ ur at vera ein sjálvfylgja, og átti eisini at verið góð­ ur javnaðarpolitikkur eft­ir gomlum merki. Tí er bíði­ list­in eisini almennur, og er atkomuligur hjá øllum. Fingu kommunala jørð at spæla sær við Áðrenn reglugerðin varð gjørd, var lítið fantilsi á, hvussu kommunala jørðin varð umsitin. Hetta var, með­an Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin ráddu fyri borgum. Tí tá kundu byggifyritøkur fáa komm­ un­ala jørð fyri av­tal­að­an og symbolskan prís at spæla sær við, fyri síðani at selja víðari til hægstbjóðandi. Javnaðarflokkurin vil nú eftir øllum brøgdum aft­ur til hesa skipan, tí við sam­ tykt­ini hjá meirilutanum – Javnaðarflokkinum, Fólka­ flokk­in­um og Sam­bands­ flokk­in­um – á sein­asta bý­ ráðs­fundi, hevur meiri­lut­in ikki bara brotið skipanina við bíðilistanum og avgjørt at selja kommunala jørð, har tað er tinglýst servituttur á um, at sølan skal verða eftir bíði­listanum, men tey hava eis­ini vanvirt býráðsins egnu reglu­gerð, sum í fyrsta petti mill­um annað sigur: “Somuleiðis eru reglurnar gald­andi fyri útlutan av føst­ um ognum frá teimum, sum hava fingið lendi til vega frá Tórshavnar kommunu við tí treyt, at ognir, ið verða bygdar á lendið, verða út­lut­ að­ar sambært hesum regl­ um.” Her má skil aftur fá­ast á mannagongdina við­víkj­ andi bíðilistanum og sølu av kommunalari jørð, tí við hesi avgerðini hjá bý­ráðs­ meir­i­lutanum verður grovur mun­ur gjørdur á fólki. Slík­ um framferðarhátti átti ein komm­una sjálvandi ikki at komið sær at gingið á odda við. Við býráðskvøðu Óansæð hvussu nýggir renniskógvarnir eru, er tað ikki gott at renna hvønn dag – men motión er gott! Á sama hátt er við teldlum og aðrari kt-tøkni: Alt skal nýtast við skili!