týsdagur 27. januar 2015síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 28. januar 2015 · Nr. 11
meldurin
ein skrivar, sigur hon. Man
hevur ikki skrivað bókina
til sín sjálvs, og tá man ikki
fær nakrar reaktiónir aftur,
veit man ikki, um nakar
hevur skilt hana ella fingið
nakað burturúr henni, og har
verður ongin kommunika
tión. List snýr seg um komm
unikatión, hon kann ikki
vera einvegis, sigur hon.
Marionettdukkurnar
lata upp samskifti
Hetta
einvegis
samskifti
upplivir Rakel ikki í leik
húsinum, tí har fær hon ta
reaktiónina, sum listarligt
samskifti krevur, alt fyri eitt.
Trupulleikin er bert, at tá ein
ger dukkuleik, mugu søgur
nar verða einfaldar, tí sum
Rakel greiðir frá, so kann
man ikki gera skaldsøgur á
dukkupallinum. Og hon vil
gera bæði stuttar og langar
søgur.
Rakel hevur tó upplivað,
at marionettleikur hevur
eina serstaka megi – sum
teknifilmur t. d. eisini hevur
– og at sjálvt vaksin og gomul
fólk, sum hyggja at leikinum
reagera sterkt uppá dukkur
nar.
– Tá vit síggja filmar
ella sjónleikir við vanligum
menniskjansligum leikarum,
verja vit kenslur okkara, so
vit ikki verða ov hart rakt av
avleiðandi sterkum kenslum.
Tá vit síggja dukkuleik ella
teknifilm, so fara øll hesi
filtrini burtur, og kenslurnar
koma beint inn. Tú sært
vaksin fólk tútbrøla, tá tey
síggja teknifilm, fólk sum
ikki høvdu latið eitt tár fella,
um tað var ein vanligur film
ur. Tað er tað sama við mario
nettum, og tað er ræðuliga
kul, greiðir hon frá.
Íblástur til dagliga list
Har eru ongar avmarkingar,
tá Rakel Helmsdal skapar.
Tí, sigur hon, hugskot eru
kombinatiónir. Hon setur
saman ymisk ting, sum hon
sær og hoyrir, og setur tað
saman við onkrum øðrum.
– Sært tú bara eina
kannu, so er onki hugskot,
sigur hon og lyftur reyðu
mjólkakannuna á borðinum
upp. Men sært tú eina
kannu, og ímyndar tær eina
gamla konu, sum skonkir
sjúka manninum mjólk, so
hevur tú beinanvegin eina
søgu, sigur hon, og letst at
skeinkja. Hugskot eru alla
staðni, sigur hon, og øll ting
eru full av møguleikum.
Tá hon finnur fram hug
skot, lurtar hon ofta eftir
samrøðum ella eygleiðir um
hvørvi, hon er í. Tað ber væl
til at finna íblástur á ferðum
í útlondunum, men til ber
eisini til at hyggja gjøgnum
vindeygað. Meginparturin av
íblásturin, sum Rakel finnur,
finnur hon ikki við vilja.
Tað er ein fimleikur, greiðir
hon frá. Tað er »uppáfinni
vøddin«, sum er í gongd alla
tíðina: Tað er ein venjing í at
síggja møguleikar.
Skúlaverkið hevur
ein trupulleika
Einaferð var Rakel dómari
í eini skrivikapping her
heima og varð tá skelkað
av vánaliga tilfarinum, sum
kom inn, sigur hon. Stutt
eftir var hon í Álandi og
fekk upplýsingar um skrivi
kappingar fyri 9. flokkarnar,
sum tey hava havt í nógv ár.
Tekstirnir, sum komu inn
har, vóru knasandi góðir.
Næmingarnir hjá okkum
áttu at dugað minst líka væl
at skriva, sum næmingar í út
londum gera, sigur hon. Tað
er ein spurningur um vana.
Tí hevur hon fingið í lag
samstarv við Nám til slíka
kapping í Føroyum í ár –
annað árið á rað. Undirtøkan
síðsta ár var ikki serliga góð,
sigur hon, og tann ábyrgdin
liggur helst partvís á lærar
unum. Flokslærarar eggja
ofta ikki næmingunum at
taka lut, og eru ikki við upp
á tað.
Hennara egnu uppliving
ar av at skriva í skúlanum
vóru ikki góðar. Reaktión
irnar vóru generelt bara
upp á formin – stavseting
og teknseting – heldur enn
innihaldið, og tí var tað av
markað og avmarkandi upp
á allar mátar.
Okkara skúlaverk sum
heild hevur ein trupulleika,
tað er ov stirvið. Tað hevur
ivaleyst okkurt við læraraút
búgvingina og vanahugsan
at gera, heldur Rakel. Nógv
kundi verði gjørt at bøta
um trupulleikan, og tað er
av týdningi, at okkurt verð
ur gjørt, tí bygnaðurin av
fólkaskúlanum
ávirkar
bygnaðin av samfelagnum.
Tað er í fólkaskúlanum, at
vit mynda framtíðar sam
felagsborgarar, og soleiðis
sum vit mynda tey har,
verða tey verandi. Fólka
skúlin er merktur av vænt
andi kreativiteti, og tískil
er samfelagið tað eisini.
Kreativitetur, sigur Rakel,
merkir ikki bert fingramál
ing ein tíma um vikuna,
kreativitetur eigur at vera
ein virdur partur av øllum
lærugreinunum.
Hava børn viðgongd í tí
tey gera, so fáa tey eisini
virðing fyri økinum og læru
greinini. Tá børn ikki fáa
viðgongd, tá tey eru skap
andi og hugsandi, so missa
vit
kreativa
potentiali
í
samfelagnum, tí tey útvikla
ongantíð evnini til fulnar. Vit
missa tey, tí tey uppliva ikki,
at tá tey finna upp á okk
urt nýtt, so hevur tað virði,
heldur hon.
– Onkur má siga, at hetta
er kul, at tú finnur upp á
hatta. Tað hevur virðið at
hugsa nýggj ting. Tað er
týdningarmikið at fáa at
vita, at tað sum tú gert hevur
týdning og áhuga. Vit hava
øll so stórt potentiali og ser
lig evni, og tað er forbannað
synd, um vit bara brúka ein
avmarkaðan part hesum. Tú
skalt ikki avmarka tankarnir
hjá fólki, sigur hon.
–
Tað
er
sum
kara
mummulógin, fennir hon.
Tað er veruliga onki mark
fyri, hvat tú kanst, so longi
tú ikki gert øðrum ónaðir.
Hon heldur, at til ber til at
broyta akkurát tann partin
av trupulleikanum við betur
at rúma skapandi læru
greinunum í skúlunum. Tey
kunnu millum annað loyva
listafólki inn at undirvísa, tí
føroysk listafólk eru hamr
andi góð til sítt fák, sigur
hon.
– Loyvið teimum inn at
undirvísa, og tú fært nøkur
heilt onnur børn í hinum
endanum. Tað er ikki neyð
ugt at seta tey í fast starv, tí
tey vilja ikki fast starv. Tað er
ongin grund til, at lærararnir
kenna seg hóttar, sum tað
tykir at teir ofta gera, sigur
hon at enda.
annika@sosialurin.fo
Rakel Helmsdal
Fødd 25. september í 1966
Rakel hevur skrivað barna- og ungdóms
skaldsøgur, stuttsøgur til vaksin, sjónleikir og
annað. Skrivar saman við Áslaug Jónsdóttir
og Kalle Güettler bøkurnar um skrímslini.
Í 2011 setti á stovn marionettleikhúsið Karavella Marionett-
Teatur, sum er eitt ein-kvinnu marionettleikhús,
sum ferðast um alt landið.
Hevur síðani 1996 havt høvundaverksmiðjur.
Arbeiddi leingi sum grafikari hjá Jarðfeingi. Tekur sær av
sniðgeving av egnum plakatum og øðrum lýsingartilfarið.
Stendur saman við Hedvig Westerlund-Kapnas fyri ungdóms
mentanarstevnunum Ung í Føroyum. Hevur verið verkætlanar
leiðari hjá Savnsfagnaðinum og framleiðslustjóri fyri leikinum
Álvaleikur hjá Havnar Sjónleikarfelag.
Arbeiðir sum nú fulltíðar listafólk við at skriva og sum leik
hússtjóri á Karavella Marionett-Teatri. Undirvísir í kreativari
skriving á Listaskúla Føroya, umframt annað freelance arbeiði.